Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 226 - 21. november 2007 tíðindi Framman fyri einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsið spældi størsta danska rokkstjørnan gjøgnum árini eina konsert, ið var trúgv móti bæði fortíðini og nútíðini, men fyrst og fremst spældi Kim Larsen smílini fram á okkara varrum Ummæli Niels Uni Dam nielsuni@ sosialurin.fo Tað var eingin ivi um, at okkurt heilt serligt var áfatt í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Sum vant, tá okkurt er har, so eru eingi parkeringspláss á økinum kring húsið. Men hetta kvøldið vóru heldur ikki parkeringspláss at finna á vegum og gøtum í grannalagnum. Fyrsta konsertin hjá Kim Larsen & Kjukken í Norðurlanda­ húsinum varð útseld metskjótt. Eftir at Portalurin tíðliga ein fríggjamorgun hevði avdúkað, at Kim Larsen kom til Føroyar, gingu bert tveir tímar, áðrenn øll atgongumerkini vóru útseld. Høgur miðalaldur Um unga fólkið ikki var uppi hendan fríggjamorgunin má standa sum ein ósvaraður spurn­ ingur, men høgi miðalaldurin á hesi konsertini kundi bent á júst hetta. Miðalaldurin var væl hinu­ megin tey 40, og hetta setti sín dám á áskoðarafjøldina. Fólk valdi heldur at vagga friðsælt við tónleikinum, enn at hoppa og dansa, sjálvt tær løturnar, tá tað nokk hóskaði seg best at hoppa og dansa. Misskil meg ikki ­ Lagið var gott á áskoðarunum, og við góðari orsøk. Kim Larsen og bólkur hansara komu serstak­ liga væl frá framførsluni, ið nøktaði bæði nostalgi og hugin til nýhugsan. Frá fyrstu tónunum av Gasolin klasikkaranum »Det bedste til mig og mine venner« til seinasta eykalagið, Kjukken lagið »Stille i Verden« var av, tyktiskt kon­ sertin sum ein samanhangandi heild, ið gjørdi hendan ummælaran glaðan innaní. Sami Kim Annað lag á skránni var »Fremm­ ed«, sum var eitt av nógvum løgum, ið eru av seinastu studio fløguni hjá Kim Larsen og Kjukken »Gammel Hankat«. Á hesum lagnum syngur Kim Larsen: »Jeg er stadig den samme, hvad der så end sker«. Eg mátti bara nikka við og geva honum rætt. Ikki tí, hetta skal ikki skiljast, sum at Kim Larsen er steðgaður upp. Ein uppsteðg­ aður Kim Larsen hevði í veru­ leikanum als ikki verið tann sami Kim Larsen, sum í 70’árunum saman við Gasolin skapti fang­ andi rokktónleik við einum skitnum kanti, og sum í 80’árunum skapti fangandi folk/ popp. Kim Larsen hevur megnað at flutt seg gjøgnum alla sína yrkisleið. Hetta hevur tryggjað honum eina støðu sum størsta danska rokkstjørnan gjøgnum árini. Eftir nøkur leitandi ár í 90’unum, har hann skifti fólka­ kæru 80’ara poppararnar í Bella­ my út við núverandi bólkin Kjukken, hevur hann veruliga funnið sítt ljóð aftur. Eitt ljóð, ið hóskar til røddina, ið enn er egin, og enn hevur eyðkenda klangin. Hetta kom serliga til sjóndar í byrjanini av »Flyvere i natten«. Viðkomandi rokkur Kjukken er ein rokkbólkur, saman við Kim Larsen kunnu teir best lýsast sum ein larmandi rokkbólkur við sera góðum oyra fyri góðum melodium. Rokkur, við íblástri úr 90’árunum og nýggjari rokki hoyrist væl aftur í ljóðmyndini. Hetta gav sjálvt gomlum klassikarum ein viðkom­ andi ham ­ lyfti konsertina upp um eina vanliga hittparadu. Eitt nú fekk fjolluta Gasolin lagið Fi­ Fi Dong heilt nýtt lív í peppaðu og reyputtu útgávuni hjá Kjukk­ en. Karsten Skovgaard slapp við sínum kovboykenda gittarspæli veruliga at hugna sær í hesum lagnum. Meðan teir báðir Jesper, við eftirnøvnunum Haugaard og Rosenquist á ávikavist bassi og trummum. Ta einu løtuna fingu pallin fyri seg sjálvar. Her var pláss fyri øllum, og hóast Kim Larsen er oddamaður í bólkinum, er eingin ivi um, at hetta ikki er eitt soloavrik, men ein væl samanspældur og livandi rokk­ bólkur við einum felags máli. Nýtt og gott gamalt At uppliva Kim Larsen og Kjukken í Norðurlandahúsinum var ein góð uppliving. Nógvir tónleikarar kundu lært av fram­ førsluni. Kim Larsen hevur eitt ótal av fløgum aftanfyri seg, og tí er altíð okkurt lag, ið kundi verið við, ið ikki slapp upp í part, løg sum eitt nú »Om lidt bli’r her stille« og »Susan Himmelblå«, men soleiðis verður tað altíð. Hetta er ein bólkur, ið enn skrivar tónleik og enn selur fløgur, tí slapp nógv nýtt upp á skránna. Men pláss var eisini fyri gomlum klassikarum, sum »Køb bananer«, »This Is My Life«, »Rabalderstræde«, »Så vender vi Kajaken«, »Sammen & hver for sig«. Miðskeiðis í konsertini var eitt akkustikt petti, har trummu­ leikarin kom fram á pallin við eini trummu og stillaði seg mill­ um hinar ið tóku kassagittarar í hond. So fingu við afturlenaðar útgávur av løgum sum »Midt om Natten«, »Papirsklip«, »Ta’ mig med til Joanna« og »Kvinde Min«. Karsten Skovgaard fekk æruna at syngja »Ta’ mig med til Joanna«. Hóast hetta neyvan kann lýsast sum fagurt, so breyt tað frá á ein góðan hátt. Hetta eitt sindur afturlenaða og friðar­ liga petti av konsertini var eitt frálíkt innslag, og eg fangaði meg sjálvan í at standa og smílast. Serliga varð luftin tjúkk av jaligum kenslum, tá teir spældu »Kvinde min«. Allastaðni kring meg førkaðu pør seg nærri hvør øðrum, og veruligur kærleiki var í luftini. Góðir karmar Áskoðarafjøldin livdi best við, tá tey gomlu hittini vórðu spæld, og her riggaðu løg sum, »This Is My Life« og »Rabalderstræde«, sera væl. Men eisini tann relativt nýggja, men nógv spælda útgávan av lagnum »Kringsat av Fiende«, ið var endalagið, fekk lív í fólk, eins og eykaløgini, »Sammen & hver for sig« og »Stille i Verden« riggaðu væl. Við fullum sali er Norðurlandahúsið besta spæli­ stað í landinum, og hetta gjørdi ikki upplivingina verri. Pall­ myndin, ið mest líktiskt eini gamlari stovu, var stílfull og vøkur, einki óneyðugt hóvasták varð gjørt burtur úr ljósinum, alt tyktist væl gjøgnumhugsað. Ljóðið var gott. Í byrjanini tykt­ ist balansan í ljóðmyndini ikki av tí besta, men hetta fekk ljóðmað­ urin skjótt loyst. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum mikukvøld og hóskvøld eru somuleiðis útseldar. Tey, ið hava tryggjað sær atgongumerki kunnu saktans gleða seg. Kim Larsen fekk smílini fram Røddin er enn egin og hevur sama góða klang mynd: Jens Kr. Vang Kim Larsen og Kjukken megnaðu at gera sjálvt gamlar slagarar viðkomandi mynd: Jens Kr. Vang Miðalaldurin á áskoðarunum var høgur, og hetta merkti hugin at hoppa og dansa mynd: Jens Kr. Vang