Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 • 21. november 2007 MIÐvIkaN 31 landi fyrst í desember 1903. Hann brúkar nakrar vikur at reinskriva frágreiðingina. Upplýsingarnir í henni vóru sum so væl kendir. Men nú komu teir so fram í eini almennari frágreiðing, sum er gjørt eftir áheitan frá bretsku stjórnini. Frágreiðingin var munandi meira ítøkilig enn bretska stjórnin hevði roknað við, og tað kom eisini panikkur í ymsa staðni. Bretski sendimaðurin í Belgia bønaði um at fáa almannakunn­ gerðingina úsetta til aftaná, at hann hevði havt ein fund við Leopold. Annars kundi tað gerast pínligt fyri hann. Casement var so royttur av tí, hann hevði sæð í Congo, at hann vildi ikki at tað skuldi bíðast at koma fram við sannleikanum, so hann hevði samrøður við fleiri bretsk bløð um støðuna. Í 1904 verður frágreiðingin hjá Casement, sum telur 62 síður við fylgiskjølum, almannakunngjørd. Tá vóru persónarnir í frágreiðing­ ini dulnevndir, og misti hon ein part av sínum biti. Frágreiðingin varð løgd fram og viðgjørd í bretska parlamentinum. Avrit av frágreiðingini sendi bretska stjórnin til belgisku stjórn­ ina og eisini til tey lond, sum luttóku í berlinkongressini í 1885, sum hevði givið Leopold ræði á Congo. Í juli 1904 hevur belgiska parlamentið orðaskifti í tríggjar dagar um frágreiðingina. Belg­ iska andstøðan við sosialista­ leiðaranum Emile Vandenvelde á odda trýsti ein óhugaðan Leopold at seta eina nevnd at eftirkanna Casement frágreiðingina, men hon kom til tað úrslit, at Case­ ment hevði rætt í minstu smálutir. Hetta førdi til rættarsókn og dóm av nøkrum av teimum ”smáu fiskunum”. Ein av teimum dømdu, ein belgiari, hevði ábyrgdina av skjóting av í minsta lagi 122 innføddum, men hann fekk lina revsing í mun til brotsverkið. Tað vóru so nógvar linnandi umstøður! Millum annað, at teir innføddu tímdu ikki at arbeiða uttan eina harða hond. Edmund Morel hevði ikki samvitsku at tiga Ein av teimum stóru hetjunum í hesum máli er Edmund Morel. Hann var føddur í 1873 í Paris. Pápin var franskur og mamman ensk. Pápin doyði ungur, og tey fluttu til Ongland. Flutningurin millum Congo og Belgia varð skipaður av skipa­ felagnum Elder Demster. Tað hevði ferðamanna­ og farmaskip, sum sigldu millum Antwerpen í Belgien og Congo. Um aldar­ skiftið kemur Edmund Dene Morel at arbeiða á reiðarínum. Hann varnast skjótt nøkur løgin viðurskifti. Skipini vóru altíð full av virðismiklari vøru úr Congo, men stórt einki av týdningi verður flutt til Congo uttan vápn og marglætisvørur til tey hvítu. Afturat er munandi meira sum kemur heim við skipunum enn tað, sum er skrásett á pappírunum. Tað var greitt, at her var onkur, sum skúmaði róman. Morel staðfesti eisini, at fyri alla ta vøru, fílabein og gummi, sum varð flutt til Belgia, varð stórt sæð einki goldið í Congo. Hetta kundi bert merkja, at her var talan um veruligt trælaarbeiði. Hetta kundi Morel ikki tiga við. Fyrst fór hann til stjóran hjá sær at siga frá sínum illgruna. Hetta hevði stjórin ongan hug til at gera nakað við. Hann kundi jú koma í vanda fyri at missa ein sera góðan kunda. Leiðslan í reiðarínum royndi at fáa Morel at tiga, eisini við tilboð um hægri løn. Morel var tó ikki til sølu, og tað endaði við, at hann fór úr starvinum. Hetta hevði hann ikki samvitsku til. Tá ið Casement kemur aftur til Ongland í desember 1903 hittir hann Morel, og teir kasta saman í stríðnum móti Leopold kongi í Congo. Tað eru almennir mótmælis­ fundir í London um viðurskiftini í Congo og tað verður skipað ein mótmælisrørsla (Congo Reform Association), stovnað í mars 1904 við Morel á odda. Men millum stovnararnar var eisini grundleggjarin av Congo Balolo Mission Grattan Guiness. Herferðin móti Leopold Tá fer ein rættulig herferð í gongd móti Leopold, og hon spreiður seg eisini til USA. Hetta var gjørt við einum um­ fatandi fundarvirksemi saman við útgávuni av vikublaðnum The West African Mail, sum byrjaði at kom út í 1903, har greitt var frá øllum teimum óhugnaligu hendingunum í Congo. Men Leopold fór í mótálop, og royndi við snildum og mutri at fáa onnur til at gera aðrar frágreiðingar. Men hetta varð alt avdúkað og rakti Leopold sum ein boomerang. Hetta áhaldandi altjóða trýstið førir við sær, at Lepold noyðist í 1908 at geva Congo frá sær til belgisku stjórnina. Árið eftir doyr hann og fer í søguna sum eitt bølmenni. Avleiðingin av hesum virki var, at viðurskifti so við og við batnaðu, men ikki fyrr enn í 1912 vóru tey so fræg, at Congo Reform Association varð tikin av, tí teir hildu seg hava nátt sínum máli. Congo verður belgisk koloni fram til 1960. Fór í fongsul fyri at vera samsintur við gamla Sloan Tá ið fyrri heimsbardagin byrjaði í 1914 var krígsgreðin stór nógva staðni, eisini í Bretlandi. Tað vóru nøkur fá, sum hildu kríggið vera ørskap, og ein av hesum var Morel. Hann helt onga grund vera fyri, at Bretland skuldi fara at leggja seg útí eitt kríggj, sum veruliga var teimum óviðkomandi. Hetta vóru ikki populer sjónarmið, og Morel varð úsettur fyri alla møguliga jagstran. Við at snara lógini fingu myndugleikarnir enntá hann settan eitt hálvt ár í fongsul. Tíðin aftaná vísti tó, at Morel hevði rætt. Milliónir av ungum monnum mistu lívið til svart onga nyttu. Tað áhugaverda er, at tað verður sagt um William Sloan, at hann doyði av fortreð júst um at Bretland var farið uppí hetta kríggj. Morel fekk eisini uppreisn. Hann varð eftir kríggið valdur í Parlamentið, har hann var nógv virdur. Hann doyði í 1924. Leikluturin hjá Daniel eftir heimkomuna til Bretlands Tað verður sagt, at Edmund Morel og Roger Casement skipaðu fyrsta mannarættinda felagsskapin yvirhøvur mong ár áðrenn Amnesty International. Henda frásøgnin vísir, at føroy­ ingurin Daniel J. Danielsen átti ein heilt fittan leiklut í hesum. Vit hava frá skjalasavninum hjá Morel í Londin júst fingið tilfar, sum lýsir hansara leiklut í hesum. Beinanvegin Daniel er komin heim til Bretlands hevur hann sett seg í samband Morel, og sæst hetta á tí brævaskifti, sum hevur verið teirra millum. Tað snýr seg um, hvussu herferðin móti yvirganginum í Congo skuldi skipast í Bretlandi. Daniel hevur tá skiftivís havt bústað í Glasgow og á Harley College í London. Hetta var trúboðaraskúlin, har Daniel gekk áðrenn hann fór til Congo. Eisini hevur blaðið West African Mail bæði frásagnir frá Daniel og samrøður við hann. Her verður eisini greitt frá tí fundarvirksemi, sum Daniel hevur havt í hvussu er í Edinburgh, og um tær myndir hann hevur tikið til hetta endamál. Hetta er uttan iva somu myndir hann seinni vísti í Føroyum. Fundarvirksemi hjá Daniel byrjaði eftir øllum at døma áð­ renn tað hjá Morel, og kanska hevur hetta givið Morel hug­ skotið. Daniel hevur honum líkt verið fortur, og hann er farin í herna beinanvegin, hann er komin til Bretlands. Men Morel sigur, at Daniel gjørdi eitt mistak, og tað var ikki at bjóða pressuni við til hesar fundir. Eitt áhugavert er eisini, at Morel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi um skilið í Congo tann 23. mars 1904, meðan Daniel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi longu 7. og 8. november 1903 í Aud Hall í Edinburgh, har hann talaði fyri 4­5.000 áhoyrarum. Tað áhugaverda er, at Lina, sum bert eitt hálvt ár seinni giftist við Daniel, varð umvend á einum møti í júst Edinburgh 7. novemb­ er. Her hava tey uttan iva hitst! Daniel hevði sín fyrsta fund í Føroyum um Congo 9. mars 1904. Sigast kann, at Føroyar helst var fyrsta land uttan fyri Bretland, har tað á fundum varð kunnað um hesi viðurskiftini, og hetta Her hyggur ein pápi at avhøgdu hondina og fótin á dóttir síni. Ein ógerð framd av hernaðarliga deild hjá Anglo-Belgian India Rubber Company, ABIR, sum hevði stóran part av gummivirkseminum í Congo um hendur Bretskir trúboðarar saman við innføddum sum vísa fram avskornar hendur