Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 32 nr. 226 • 21. november 2007 var áðrenn Morel byrjaði sítt fundarvirksemi í Bretlandi. Daniel hevur eisini havt sam­ skifti við Casement, eftir at báðir eru komnir aftur til Bretlands. Hetta er sera áhugavert tilfar, sum vit fara at greiða frá í komandi parti av hesi røð. Hann kemur tó ikki fyrr enn eftir ársskiftið, tí bíðað verður eisini eftir øðrum tilfari. Sir Roger Casement varð fyrst aðlaður og síðan hongdur av bretum Her skal verða greitt eitt sindur meira frá Roger Casement. Hann var føddur 1. September 1864 í Írlandi. Pápin var protestantur og mamman var katolikkur. Hon doyði, tá ið hann var níggju og pápin, tá ið hann var trettan. Tískil varð hann uppdrigin sum protestantur. Í fyrsta umfari gjørdust Case­ ment diplomatur, og hansara kendasta avrik var sum bretskur konsul í Congo. Í 1906 vóru aftur boð send eftir Casement. Hann varð sendur til Peru sum bretskur konsul. Her kom hann at arbeiða við somu málum sum í Congo. Her var tað aftur talan um ágang móti indianarum í samband við gummivirksemi, men nú var tað ein fyritøka, sum var skrásett í Bretlandi, sum stóð fyri hesum. Her gjørdi hann aftur eina frágreiðing, sum eisini er komin í søgubøkurnar. Fyri sítt virksemi fekk hann Sir heitið frá bretsku drotningini, sum eisini kann sigast at vera eitt aðalheiti. Hetta man vera størsta viðurkenning, sum kann fáast yvirhøvur. Hóast allan hendan heiður, so endaði Casement sínar dagar við at verða hongdur í Onglandi! Hann endaði sítt arbeiði sum diplomatur í 1913, og tá fer hann uppí írska sjálvstýrisstríðið, har Írland vildi fáa loysing frá Bretlandi. Ein partur av hesum stríði var at fáa vápn frá týskar­ um til eina kvettroynd, tann sokallaða páskauppreisturin, í 1916. Casement varð í hesum sambandi settur á land í Írlandi av einum týskum kavbáti, men var tikin av bretum bert fáar tímar seinni. Hann kom fyri rættin og dømdur til deyða fyri landasvik, hóast hann júst hevði mælt frá umrødda uppreistur. Hann varð hongdur í London 3. August 1916, 51 ára gamal. Frammaundan varð Sir heitið tikið frá honum. Hann gjørdist alment katolikkur áðrenn avrættingina. Tað vóru nógvir góðir menn sum fóru í forbøn fyri Casement. Millum hesar var Sir Arthur Conan Doyle, sum skrivaði Sherlock Holmes bøkurnar. Hann var komin at kenna Casement í samband við hansara Congo­ virksemi. Aðrir kendir høvundar, sum bakkaðu hann upp, vóru Georg Bernhard Shaw og Mark Twain. Men einki batti. Tískil vóru bert 2 mánaðir millum deyðan hjá Casement og hansara føroyska samstarvsmann. Tað er óneyðugt at siga, at hóast Casement varð roknaður sum landasvíkjari av bretum, so er hann tjóðarhetja hjá írum. Hildið verður eisini, at deyða­ dómurin var sagdur á einum sera tunnum grundarlagi. Eitt sum ikki bøtti um støðu hansara var, at tað kom alment fram, at hann var samkyndur. Hetta var størsta synd av verðini tá í tíðini í Bretlandi. Casement varð jarðaður við fongslið, har hann varð hongdur. Í 1965 vóru hannsara leivdir fluttar til Írland, har hann fekk eina statsjarðarferð, har 30.000 írar vóru til staðar. Tað er nógv støð í Írlandi, sum í dag eru uppkallað eftir Casement sum parkir og gøtir. Tað eru eisini nógvar bøkur skrivaðar um hann. Séaman Ó Síocháin, sum i 2003 skipaði fyri útgávuni av frágreiðingini hjá Casement hevur skrivað eina ævisøgu um Casement, sum er ætlað at koma út til jóla. Í øllum beskeðni skal her skoytast uppí, at Séamas eins og aðrir serfrøðingar á økinum eru ovfarnir av tí tilfari, sum er fingið til vega í samband við hesa greinarøð. Tað er eisini áhugi fyri at fáa tilfarið týtt til enskt, og tað skuldi borið væl til. Ískoyti Tað er við hesi frásøgn sum við so nógvum øðrum. Tá ið tað verður byrjað at arbeiða við henni kemur so nógv undan kavi, at frásøgnin verður longri enn ætlað. Okkurt ískoyti skal koma her. Í fyrsta parti varð sagt frá, at Daniel var komin til Føroyar í mars 1904 á eina stutta vitjan. Tá var ógreitt, um hann yvirhøvur mundi vera farin avstað aftur. Tað var hann, tí tann 20. mai 1904 giftast Daniel og Lina í Glasgow, og eru tey komin aftur til Føroya seinni sama ár. Eisini vísir tað seg, at mamma Linu, Catrina, er komin við til Føroyar. Maðurin Jógvan Niclas­ sen, ella John Nicolson, sum hann var kallaður í Leith, var deyður í 1895. Catrina er helst komin til Føroyar saman við dótrini men hevur í hvussu er verið í Føroyum í 1906. Í 1907 doyr hon 67 ára gomul og verður jarðað 1. september í gamla kirkjugarði í Havn. Tað er nokk so løgið, at hon ikki er tikin uppá tungu í nakrari keldu. Catrina átti eina systir, Nicolina Nicholson, og hon doyr í Leith í 1937. Vit hava fingið og rokna við at fáa so mikið av tilfari afturat, at tað verður í hvussu er ein fjórði partur av hesi frásøgn, sum fer at koma fyrst í komandi ári. Tvær lagnur. Mola, sum situr, fekk kolbrand í hendurnar eftir at hermenn hava bundið tær ov fast ov leingi. Høgra hondin á Yoka, standandi, varð høgd av honum sum “prógv” hjá hermonnum fyri, at teir høvdu dripið hann Tá ið gummitrøini fóru at fækkast, máttu nýggj plantast. Tað hevði borið til, at rudda skógin, og so at planta av nýggjum. Men tað var so nógv lættari, at rudda ein bygd og síðan at planta nýggj trøð. Her sæst bygdin Baringa, sum andar av hugna… .…og her sæst hon eftir, at hon er ruddað og klárt er at seta gummitrø niður. Hvat ið er hent við fólkinum er ikki ringt at gita Komandi miðvikur Komandi tríggjar miðvikurnar fara vit at hava frásøgn frá bardagatíðini. Fyrst og fremst verður samrøða við Honnu f. Apol og mann hennara Harry Wilson, sum var hermaður í Føroyum undir krígnum. Hann var ein av teimum sum varð evakueraður úr Fraklandi í 1940 undan framherjandi týska herinum. Hetta er ein frásøgn við bæði dramatikki og romantikki.