Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 21. november 2007 33 tíðindi Stutt Sagt Sarkozy stendur við sítt Í einari røðu fyri fronskum borgarstjórum í gjár segði Nicolas Sarkozy, forseti, at hann ætlar sær ikki at slaka fyri teimum almennu starvs­ fólkunum, sum hava lagt arbeiðið niður fyri at mót­ mæla ætlan forsetans um at broyta pensjónsskipanina. Forsetin segði, at ætlan hansara samsvarar við tað, sum hann lovaði fronsku veljarunum upp undir for­ setavalið fyrr í ár, og at hann fer ikki at sleppa henni. Frakland hevur ligið at kalla lamið teir seinastu dagarnar, tí starvsfólkið í jarnbreytunum er í verk­ falli, og onnur almenn starvsfólk hava lagt arbeið­ ið niður fyri at vísa sam­ huga. Men tað ávirkar ikki forsetan. Dollarin í botni Fallið hjá amerikanska doll­ aranum tykist ongan enda taka, og í gjár kom virðið niður á 5,04 krónur, sum er tað minsta tey seinastu 29 árini. Í oktober í 1978 var dollarin niðri á 4,79 krón­ um, og Jes Asmussen, bú­­ skaparfrøðingur í danska Handelsbanken, sigur við DR, at dollarin kann fella líka langt niður nú­. Hann sigur, at sum er eru eingi tekin um, at virðið fer at hækka aftur, og tí er tað væl hugsandi, at virðið fer niður um 5,00 krónur um stutta tíð, sigur Jes Asmus­ sen. Val útsett í Libanon Ætlanin varð, at tingið í Libanon skuldu velja for­ seta í dag, men valið er ú­t­ sett tvey samdøgur til fríggjadagin. Orsøkin er, at teir politisku flokkarnir kunnu ikki semjast um, hvør skal stillast upp og veljast. Sambært stýris­ skipanini hevur Libanon kristnan forseta, men higar­ til hevur tað ikki borið til at finna eitt valevni, sum kann fáa tveir triðingar av atkvøðunum í tjóðartingin­ um, soleiðis sum stýrisskip­ anin ásetir. Tað hevur skund at avgreiða valið nú­, tí val­ skeiðið hjá verandi forset­ anum, Emile Lahoud, renn­ ur ú­t fríggjadagin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Rhodesararnir, svartir sum hvítir, høvdu betri kor í mínari stjórnartíð enn undir Robert Mugabe (Ian Smith) útlond Í Saudiarabia skal ein 20 ára gomul kvinna bukast og so í fongsul, tí sjey menn neyðtóku hana. Abdullah kongur er tann einasti, sum kann ógilda revsingina Kvinnan var 19 ára gamul, tá teir sjey menninir neyð­ tóku hana fyri einum góðum ári síðani. Menninir vórðu tilknir og dømdir millum tíggju mánaðir og fimm ár í fongsul. Men kvinnan varð eisini dømd. Hon hevði brotið ta lógargreinina, sum sigur, at ein ógift kvinna skal ikki vera einsamøll saman við øðrum monnum enn sínum skyldmonnum. Í rættinum varð kvinnan dømd 90 koyrlasløg, men nú­ hevur ein hægri dóm­ stólur gjørt av, at kvinnan skal hava 200 koyrlasløg og harafturat seks mánaðar fongsul. Málið hevur vakt ans utt­ an fyri Saudiarabia, og tað fekk í gjár saudiarabisku myndugleikarnar at gera vart við, at kvinnan hevur fingið harðari revsing, tí nýggj prógv ímóti henni eru komin undan kavi. Mill­ um annað skal revsingin vera herd, tí kvinnan tosaði við fjølmiðlar um málið, sigur CNN. Verjin hjá kvinnuni, Abdulrahman al­Lahim, hevur fingið at vita frá myndugleikunum, at hann sleppur ikki at verja kvinn­ una longur. Hann sigur við CNN, at hann hevur fingið forboð fyri at verja kvinn­ una, tí hann tosaði við fjøl­ miðlarnar um dómin. Løg­ málaráðið váttar fyri CNN, at al­Lahim er ikki verji hjá kvinnuni longur orsakað av vantandi virðing fyri rættin­ um. Krav upp á rættvísi ­ At forða verjanum at umboða gentuna í rættinum er næstan líka stórt brots­ verk sum sjálv neyðtøkan, sigur Fawzeyah al­Qyouni við CNN. Hon stovnaði fyri stuttum ein felagsskap, hvørs endamál er at geva kvinnunum í Saudiarabia størri rættindi. Mannarættindafelags­ skapurin Humas Rights Watch hevur sambært CNN biðið Abdullah kong ógilda dómin ímóti teirri nú­ 20 ára gomlu kvinnuni og at geva verja hennara frið at arbeiða. Abdulrahman al­Lahim sigur við CNN, at tann 20 ára gamla kvinnan fær onga løgfrøðiliga hjálp nú­, men sjálvur ætlar hann ikki at gevast so. ­ Eg fari at gera mítt besta fyri at umboða hana, tí hon hevur krav upp á rættvísi, sigur verjin. Fyrrverandi og fyrsti forsætisráðharrin í Zimbabwe, Ian Smith, er deyður 88 ára gamal Ian Smith var føddur í Rhodesia, sum Zimbabwe tá æt, og hann var leiðari hjá tí hvíta minnilutanum har, tá Bretland í seksti­ árunum slepti sínum hjá­ londum í Afrika og aðra­ staðni. Bretland var eisini sinnað at lata Rhodesia fáa sjálv­ stýri, men við teirri treyt, at landið bleiv skipað eftir demokratiskum reglum. Tað hevði borið við sær, at tann svarti meirilutin hevði fingið valdið, og tað vildu Ian Smith og tey hvítu undir ongum umstøðum góðtaka. Úrslitið varð, at í 1965 kunngjørdi Ian Smith, at Rhodesia var leyst frá Bretlandi. Í 14 ár stýrdu Ian Smith og stjórn hansara Rhodesia. Øll árini lá stjórnin í støð­ ugum bardaga við uppreistr­ arfelagsskapir, og endin varð, at Rhodesia fekk meirilutastýri í 1979 og broytti navn til Zimbabwe. Ian Smith var limur í zim­ babwiska tjóðartinginum til 1987. Seinni flutti hann til Suðurafrika, og tey seinnu árini kom hann ofta við hvøssum atfinningum móti Robert Mugabe, forseta. Abdullah kongur er tann einasti, sum kann ógilda dómin ímóti kvinnuni Hann kann hjálpa neyðtiknu kvinnuni undan revsing Ian Smith deyður Ian Smith helt uppá, at fólkið í Zimbabwe hevði tað betur í hansara tíð enn undir Robert Mugabe (Mynd: Polfoto)