Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 226 - 21. november 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hóast fá ítøkilig tekin hava verið frá Jógvani Martin Olsen um eina føroyska byrjunaruppstilling, so er lítil ivi um, at Christian Lamhauge Holst verður rættiliga einsamallur á toppinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Modena, Italia: Føroyski landsliðsvenjarin hevur hild­ ið kortini heilt nær kroppin­ um hesaferð. Seinna venjing­ in mánadagin var stongd fyri fjølmiðlunum, og tær ferðirnar, at miðlarnir hava havt atgongd til venjingina, hevur eingin beinleiðis upp­ stilling verið at sæð. Tað einasta, sum Jógvan Martin hevur sagt, er, at talan verður um eitt føroyskt lið í eini verjukendari útgangsstøðu. Fyrr var illa, vildi onkur kanska sagt, nú talan er um útidyst móti heimsmeistarunum. Men meira enn sjálv mótstøðan, so vigar tað nógv í hesum, at menn kanska ikki eru í bestu dystarvenjing. Tað ber við sær, at bólttrygg­ leikin ikki er optimalur, og tí eru hyggjuráðini helst fyrst og fremst um at standa so væl í verjustøðu, sum tað nú einaferð ber til. Skulu gitingar gerast um eitt lið, so tó neyvan vænt­ andi, at tær heilt stóru broytingarnar verða gjørdar á liðnum. Millum stólparnar verður Jákup Mikkelsen, sum eisini er liðskipari, og framman fyri seg hevur hann uttan iva Jón Róa Jac­ obsen og Fróða Benjamin­ sen. Bakkplássini tykjast vera farin til Runavíkar, og tað er væl hugsandi, at Einar Hansen og Johan Troest Davidsen eisini røkja hesi í kvøld. Atli Danielsen er eisini ein spælari, sum kann røkja flestu verjukendu plássini á vøllinum, men tað tykist sannlíkt, at hann verður part­ ur av miðvøllinum hesaferð. Har eiga Súni Olsen og Rógvi Jacobsen eisini síni sentralu pláss, meðan Símun Samuelsen og Christian Høgni Jacobsen tykjast vera bestu boðini upp á kantspæl­ arar. Einsamallur framherji verður uttan iva Christian Lamhauge Holst. Christian verður einsamallur Talan tykist vera um ein sera intiman leikvøll, har føroysku spælararnir ivaleyst fáa ein veldugan ljóðmúr móti sær, tá dysturin verður spældur