Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 226 - 21. november 2007 ] Áskoðarafjøldin vaks við stórari ferð, tá italsku stjørnurnar í gjár traðkaðu inn á Alberto Bragia leikvøllin í Modena Fótbóltur Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen jakup@sosialurin.fo Modena, Italia: Føroyska liðið hevði sína seinastu venjing undan dystinum á stadion-økinum í Modena seinnapartin í gjár. Men tað tóktist tó ikki, sum var føroyska liðið í sjálvum sær so ógvuliga spennandi. Umframt føroysku miðlar- nar, so vóru fýra føroyskir áskoðarar at síggja, meðan einstøk italsk tíðindalið eisini fylgdu við. Størsta áhugan millum italiumenn hevði annars Rógvi Jacobsen, sum jú var føroyski málskjúttin, tá Italia vitjaði hjá okkum. Aðrir føroyingar tóktust ikki hava tann heilt stóra áhugan, og tað var eingin ivi um, hvørjum bíðað varð eftir. Hálvan tíma eftir, at føroyska liðið hevði vant, skuldu italsku stjørnurnar á vøllin. Og so byrjaði at tyrpast inni á stadion. Tá stjørnurnar so fóru undir sínar venjingar, mundi áskoðaratalið liggja um tey 3.000, og á leið hundrað tíðindafólk umboðandi ym- su miðlarnar høvdu eisini úr at gera við at taka myndir, senda ljóð o.s.fr. Onkur í føroyska ferða- lagnum tók skemtandi til, at við ganginum, sum áskoðararnir góvu frá sær, bara teir sóu onkran av spælarunum, so verður ikki inniverandi á leikvøllinum, um Italia fær mál í kvøld. Tá verða røddirnar á leið 25.000 í tali, og eingin ivi er um, at hesi fyrst og fremst vilja heiðra sínum egnum. Túsundtal fylgdu venjingini Tað var fyrst og fremst Rógvi Jacobsen, sum var áhugaverdur hjá italsku pressuni Fýra áskoðarar. Tað var fjøldin, sum hevði leitað sær til Alberto Braglia, tá føroyska liðið hevði sína seinastu venjing undan dystinum Fótbóltur situr í blóðinum hjá Italiumonnum. Eini 3.000 fólk fylgdu við, tá heimsmeistararnir fóru á vøllin til sína venjing Donadoni smílur aftur Eftir 16 mánaðir í sætinum, sum italskur landsliðsvenjari, kann Roberto Donadoni byrja at smílast. Hann hevur ikki havt tað lætt, og trýstið hevur verið øðiligt á herðunum á tí kenda italiumanninum, ið varð kendur í sínari tíð sum høgri vongur á vælspælandi Milan liðnum, fyrst í 90-unum. Tað vóru ikki øll, ið dámdu so væl, tá Donadoni var settur sum landsliðsvenjari, og tær røddirnar komu rættu- liga til sjóndar, tá James McFadden skoraði móti Italia herfyri, og ákoyringarnar vóru øðiligar. Men í vikuskiftinum, tá Italiumenn megnaðu at vinna á Hampden Park í Skotlandi, kundi Donadoni byrja at brosa og føla seg tryggjaðan, tí við einum sigri móti Føroyum kann hann tryggja Italiu eitt fyrsta pláss í bólki B í EM-undanspælinum. Donadoni vil tó ikki viðganga at tað verður ein avgreiðslu- spurningur. Tann stilli og dámligi Italiumaðurin metir at Italiumenn mugu vera 100 % til reiðar, fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum.