mikudagur 21. november 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 226 - 21. november 2007 ]
Enski landsliðs
venjarin, Steve
McClaren, tikist
fara at taka størstu
avgerðina í sínum
arbeiðslívi, við
at nevna Scott
Carson sum fyrsta
málmansevni móti
Kroatia á Wembley
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Hóast hann noktar at nevna
uppstillingina, í EM-undan-
kappingar
lagnudystinum
móti Kroatum, fyri almenn-
inginum, verður tað væntað
at McLaren fer at geva unga
Scott Carson møguleikan,
framum Paul Robinson,
sum enskur málverji.
Fyrsti dysturin í Wien
Carson, sum í løtuni er
lántur út til Aston Villa frá
Liverpool, fekk sín fyrsta
landsdyst í vikuskiftinum,
tá Ongland spældi vinardyst
móti einum av vertunum í
komandi EM-endaspælin-
um, Eysturríki. Dysturin
varð spældur í Wien, og
vann Ongland hendan dyst
0-1.
Meðan tann 22-ára gamli
helt málið reint, var hann
ikki settur á teir størstu
prøvarnar, frá einum miðal-
liði, í skapi av Eysturríki.
Og kenslan tóktist vera at
Paul Robinson ivaleyst fór
at fáa kjansin aftur millum
stengurnar, tá týdningar-
mikli lagnudysturin verður
móti Kroatia. Dysturin, ið
kann tryggja at Ongland
sleppur við til endaspælið í
summar.
Men, nú bender alt á at
Carson fer at fáa møguleikan
frammanfyri Robinson.
Væntandi stuðul
At McLaren ikki stuðlaði
Robinson var sjónligt í upp-
taktini til týdningarmikla
síðsta dystin hjá liðnum í
bólki E í undankappingini.
Robinson hevur eisini havt
nakrar dystir, har hann
hevur svikið á fúlasta hátt,
við einum mistaki fyri og
øðrum eftir.
Veteranurin David James
er eisini í enska hópinum,
men tað tykist at vera ungi
Scott Carson, ið hevur
vunnið sær plássið sum
fyrstaval av málverjunum.
Sjálvt um Whitehaven-
føddi
spælarin
hevur
umboðað Liverpool í Cham-
pions League móti Juventus,
helt málið reint í sínum
fyrsta dysti fyri Leeds, sum
tannáringur, á Old Trafford
og var partur av Charlton
hópinum,
ið
síðsta
ár
kempaðu uttan eydnu fyri
niðurflyting, so fer dysturin
í kvøld at vera so nógv tann
hægst profileraði og intensi
dysturin í stutta yrkislívin-
um hjá Carson.
Beckham ivasamur
Umframt at McClaren sær
ein uppsagnarseðil hanga
alt tættari at sær, um
Ongland ikki megna at náa
EM-endaspælinum, hevur
hann
eftir
øllum
sólarmerkingum at døma,
valt ikki at geva Beckham
pláss millum fyrstu ellivu.
Í staðin eru ábendingar
um
at
Shaun
Wright-
Phillips framhaldandi fer at
hava kjans í høgra borði,
har hann hevur útmerka
seg, síðan David Beckham
varð skaddur í fótliðinum í
august mánað.
Fyri at fáa eina »treble«
sær tað út til at Gareth
Barry hjá Aston Villa fer at
fáa møguleikan framman-
fyri Owen Hargreaves hjá
Manchester United. Gareth
hevur spælt sera væl og
støðugt, og fer væntandi at
vera partur av einari fimm
mans uppstilling á mið-
vøllinum. Hansara uppgáva
verður at rudda upp og sum
heild at vera eitt vet aftan-
fyri hinar á miðjuni.
Tað var meint at Owen
Hargreaves fór at glíða inn
á liðið aftur, eftir at hann
varð endurinnkallaður frá
Manchester United, fyrr í
vikuni.
Men Barry – enn ein
støðugur leikari gjøgnum
hampuligu gongdina hjá
Onglandi í September og
oktober
programminum,
fyri uttan 10-minutt kata-
strofuna í Russlandi – tykist
at hava prógvað nóg mikið
fyri McLaren, so at hann
velur at hava alit á sær.
Liðið kunngjørt
týsdagin
McClaren fortaldi spælar-
um sínum um uppstilling-
ina longu týsdagin, men
hann valdi ikki at almanna-
kunngerða endaligu upp-
stillingina.
- Eg kenni mitt lið, og tað
havi eg gjørt síðan viku-
skiftið, men eg fari ikki at
fortelja nakað, og ei heldur
at geva nakrar ábendingar,
segði Steve McLaren fyri
BBC-5-Live. McClaren fer
at bjóða John Terry við inn
í skiftingarrúmið, fyri at fáa
lagið á spælarunum upp í
eina hægri eind.
Teir burturstaddu
stuðla
Saman við Wayne Rooney,
Rio Ferdinand og Michael
Owen, fer John Terry at
vera uttanfyri, hóast hann
vandi við í hópinum týs-
morgunin.
Men McLaren er av teirru
áskoðan, at nærveran av
leikarunum, ið hava havt
ein so stóran lut í undan-
kappingini, fer at gera
munin.
- Tað hevur verið ein long
ferð, og hon hevur verið
hørð. Vit byrjaðu saman, og
vit enda saman, og tí fara
Terry, Ferdinand, Owen og
Rooney at vera saman við
okkum í kvøld, sigur dám-
ligi landsliðsvenjarin, Steve
McLaren.
Mundið rokið ofta
Oftani hevur hann staðið
fyri skotum, og løtur mugu
hava verið, har McLaren
sjálvur ikki kann hava
hugsað, at hann skuldi náa
so langt. Hetta er seytjandi
dysturin, við honum við
stýrisvølin.
Í Kroatia, móti Andorra
og so seint sum í síðsta
mánað í Russlandi, man
hann hava hingið í einum
nærum ósjónligum tráði.
Tó, onkursvegna hava
McLaren og lið hansara
megnað at komið ígjøgnum
og hava yvirlivað. Nú kann
hann so føla ein uppbyggj-
andi positivan anga kring
seg, nú teir sjálvir megna at
avgera sína lagnu.
- Allir landsliðsvenjarar,
og serliga tann enski, mugu
vænta at fáa ábreiðslur
ávegis, tað er ein partur av
spælinum, sigur McLaren,
og leggur afturat, at meðan
hann hevur ferðast aftur og
fram í landinum, hevur
hann møtt nógvum positiv-
um fólki, ið hava ynskt
honum góðan byr. Eisini
hava fólk innan yrkið víst
sín stuðul, og tað er tað er
av størstum týdningi fyri
meg.
- Meiningarnar, ið eg
virðismeti, eru frá fólki, ið
hava verið í slíkum støðum
og roynt hetta. Tey, ið kenna
meg, tey, ið hava trinið
innum hvítu linjuna, og vita
hvussu tað følist, tey sum
vita hvat krevst, fyri at
standa við ábyrgd á hesum
støði.
Macca fer at geva Carson plássið
Enn ein kampur um fyrstaplássið
Bæði Kekkia og Týskland eru tryggjaðir luttøku í EM-endaspælinum í
summar, men liðini bæði kempa enn um hvørt teirra skal enda ovast í
bólkinum. Kekkia førir, áðrenn dagsins dystir, tá teir taka ímóti Kypern
á heimavølli, meðan Týskland eru vertir fyri Wales. Um bæði lið vinna,
verður tað Kekkia ið endar á fyrsta plássinum í bólkinum, eftir innan-
hýsis statistikkinum. Dysturin í Kekkia endaði 1-2 og tann í Týsklandi
endaði 0-3.
Steve McLaren vegleiður Steven Gerrard