Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 226 - 21. november 2007 ] Gianfranco Zola, sum var í fremstu røð hjá Chelsea um aldarmótið, er ein av venjarunum hjá italska U21 lands­ liðnum Eingin ivi er um, at teir, sum seinnapartin mikudagin fara at umboða Italia á U21 landsliðnum, næstu tíggju árini fara at verða millum bestu og kendastu fótbólts­ spælararnar hjá italsku heimsmeistarunum. Teir ungu í skugganum Í føroyskum fótbóltseygum mugu teir tó hesa ferðina góðtaka at standa í skuggan­ um á einum, sum hevur sett fótbóltsskógvarnar við nógvum málum í, frá sær. Talan er um Gianfranco Zola. Hann spældi í tíðar­ skeiðnum 1996­2003 í Chelsea, har hann var ógvu­ liga málsøkin. 34 ferðir umboðaði Gianfranco Zola, italska landsliðið. Nú er Zola ein av venjar­ unum hjá italska U21 lands­ liðnum ella tekniskur ráð­ gevi, sum tað verður nevnt á heimasíðuni hjá FSF. Lærir kynsturið frá sær Tá ið italska landsliðið vandi á Tórsvølli seinnapart­ in týsdagin var tað luturin hjá Zola at taka sær av teim­ um, sum skulu royna seg við fríspøkrum uttanvert føroyska brotsteigin. Kend andlit Umframt Zola er ein annar italiumaður, sum í síni tíð spældi í Chelsea, við á Føroya ferðini hjá U21 landsliðnum. Talan er um Pierluigi Casiraghi. Tó varð tað ikki til teir nógvu dystir­ nar í bláa Chelsea búnanum, og noyddist hann at gevast vegna skaða. Kend andlit á Tórsvølli Tað ljóðar sum ein skrøna, men tað passar. Robbie Williams spælir við Huddersfield, og Michael Jackson er liðfelagi við Claus Bech Jørgensen í Blackpool. Talan er sjálvandi um navnabrøður til teir meira kendu mennirnar frá tónleikavinnuni Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Chesterfield hevur ein leik­ ari, sum eitur Danny Glover, navnabróðir við tann litta filmssjónleikaran frá “Lethal weapon” 1­4 og “The color purple” hjá Steven Spielberg. Tom Cruise og Michael Moore Port Vale hevur ein Michael Jordan á liðnum. Men hesin er ikki so høgt flúgvandi, sum navnabróðurin var í kurvabólti. Og nú hevur eykaliðið hjá Arsenal ein Tom Cruise á liðnum hjá sær. Onkur nevnir hann “Mini­Cruise”. Í skotsku lig­ uni leikar ein Michael Moore við gamla liðnum hjá Jens Martin Knudsen; Ayr United. Um hesin Mich­ ael Moore filmar á vøllin­ um, sigur søgan einki um? Søguligir navnabrøður Tað hevur eisini verið talan um navnabrøður við kendar, søguligar persónar í ensku liguni. T.d. hevði Newcastle United ein Robert Lee á miðvøllinum. Hann bleiv sjálvandi nevndur “General­ urin”, og tá bleiv sipað til ovasta herleiðaran hjá amer­ ikonsku suðurstatunum í amerikanska borgarakrígn­ um, árini 1861­1865. Bretar eru eitt skemtingarsamt fólk burtur av, og teimum líkt verður nógv gjørt burtur úr hesum navnabrøðrunum, hvørs amerikansku navna­ brøður hava gjørt seg gald­ andi í nútíð og fortíð. Sig so ikki, at fótbóltur kann verða stuttligur! Robbie Williams og Michael Jackson leika í ensku liguni! Landskrona er at finna millum undrini Norska blaðið hevur millum lesarar sínar gjørt kanning, um hvørt fótbóltsundur, teir meta hægst, og norðmenn hava hug at samanbera undrini, ið Liverpool og Manchester United framdu í ávíkavist 2005 og í 1999, tá hesi bæði liðini í hvørjum føri vendu háttandi tapi, til sigurs í sjálvastu Champions League finaluni. Noreg hevur eisini brúk fyri einum undri í kvøld, um tað skal eydnast teimum at koma til EM­endaspælið, tí ikki bert mugu teir vinna í Malta, men eisini má Turkaland tapa móti Bosnia­Herzegovina í turkiska heksaketlinum. Landskrona verður á einum lista, saman við avrikunum hjá Riise og Solskjær í Champions League, mettir at vera á einum sjeynda plássi. Føroyski sigurin í 1990 móti Eysturríki í Landskrona, liggur í løtuni á einum sjeynda plássi við 3,28% av atkvøðunum. Føroyskir lesarar, ið halda, at Landskrona er størsta fótbóltsundurið, kunnu atkvøða á www.vg.no. Trýst á ”Fotball” í vinstru síðu á forsíðuni. Mynd: football.fo Tilvildarlig mynd av Blackpool