Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 226 - 21. november 2007 ] Fjórða umfar í lið­ kappingini í talvi varð telvað í vikuskifti­ num. Vestmenningar øktu um leiðsluna við einum hálvum stigi og liggja nú eitt stig framman fyri fyrsta liðið hjá klaksvíkingum Talv Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Hóast skerdir, vunnu vestmenningar tryggan sigur Sandavágur fekk vitjan av einum skerdum vestmanna­ liði. Carl E. N. Samuelsen, ið hevur fingið 2½ av 3 stigum, var staddur uttan­ landa, og tí livdu klaks­ víkingar í vónini um, at Sandavágur fór at taka nøk­ ur stig frá vestmenningum. Á fyrsta borði hjá Sanda­ vági tók Olaf Berg móti John Rødgaard, ið áðrenn talvið hevði vunnið øll síni talv. John vísti ongantíð veikleikar, men telvaði eitt trygt talv og trýsti Olaf spakuliga av borðinum. Aldursforsetin á unga Sandavágsliðinum, Torkil Nielsen, telvaði móti Martin Brekká. Talvið sá út til at menna seg til eitt álopstalv, men náddi ongantíð hædd­ ina og vatnaði eitt sindur út móti endanum. Hóast enda­ støðan var sera ógreið, sam­ dust teir um javnleik. Rógvi E. Nielsen, sonur Torkil, lat ein riddara tíðliga í talvinum fyri tvær finnur móti Samsoni Højgaard. Afturfyri fekk Rógvi eitt sindur av álopi, men álopið helt ikki, sum talvið fráleið, og Samson fór avstað við øllum stiginum. Seinasta talvið, ið var millum Jón Gregersen og Kára Durhuus, var javnt allatíðina og endaði eisini skjótt við javnleiki. Hetta gav vestmenningum ein tryggan 3 – 1 sigur, og tarnaði eisini Sandavági nógv í oddastríðnum. Sigur á Havnini ikki nøktandi Fyrsta liðið hjá klaksvík­ ingum hevði havnarliðið á vitjan. Martin Poulsen gjørdi ikki brúk av hvíta fyrimun­ inum móti Ólavi Simonsen, og talvið endaði skjótt við javnleiki. Finnbjørn Vang legði hart út fyri klaksvíkingar á øðrum borði móti Herlufi Hansen. Tað sá eisini ógvu­ liga lovandi út hjá Finnbirni, men Herluf vardi seg væl og fekk avviklað støðuna til egnan fyrimun við peikandi bispum. Hetta vísti seg tó ikki at vera nóg mikið til meir enn ein javnleik. Mest óvantaða úrslitið hetta vikuskiftið var helst talvið á triðja borði, har Rani Nolsøe møtti unglinga føroyameistaranum Margari Berg. Rani kom væl fra byrjan við svarta fólkinum, har hann lat tvær finnur fyri virkið spæl. Helst skuldi Rani fingið okkurt burtur úr góðu støðuni, men Margar fekk allatíðina hild­ ið støðuna, og Rani mátti taka til takkar við javnleiki. Stigtakarin hjá klaksvík­ ingum, Haldur Suni Johan­ sen, bjóðaði áskoðarunum á Café við frúgvaoffri móti Hjalta T. Jógvanssyni. Eins og grót gron grøðist, var tað hjá Hjalta sum at fáa grótið omanyvir seg, og tí legði hann kong, eftir at Haldur fór avstað við einum riddara. Ein sigur á 2½ hevur van­ liga verið gott úrslit móti Havnini, men hesaferð var tað ikki nøktandi fyri klaksvíkingar. Triðja dystin í 1. deild vann Klaksvík 2 trygt 3 – 1 á Vestmanna 2. Toppdystur komandi vikuskifti Seinasti dystur í fyrru helvt av føroysku landskappingini í talvi verður komandi vikuskifti, tá Klaksvík 1 møtir Vestmanna 1. Vest­ manna 1 og Klaksvík 1 hava skilt seg frá hinum lið­ unum, og alt bendir á, at tað verða hesi liðini, ið koma at kappast um meistaraheitið. Tað er næstan krav hjá klaksvíkingum at vinna dystin, tí ein sigur á 2½ ­ 1½ til klaksvíkingar fær teir ájavnt aftur við vest­ menningar. Vert er at nevna, at fyrsta liðið hjá Vestmanna ikki hevur tapt ein dyst í liðkapp­ ing í trý ár, so hetta kann tykjast ein sera møtumikil uppgáva hjá klaksvíkingum komandi vikuskifti. Rani mátti halda um høvdið, tá hann møtti einum ágrýtnum Margari í vikuskiftinum Eitt stig á muni áðrenn toppdyst Støðurnar í ymsu deildunum eftir 4. umfar eru: 1. deild Stig Vestmanna 1 13 Klaksvík 1 12 Sandavágur 8½ Klaksvík 2 6 Havnin 5 Vestmanna 2 3½ 2. deild Stig Havnin 3 10½ Toftir 9 Havnin 2 8 Klaksvík 3 8 Kollafjørður 7 Sandavágur 2 5½ 3. deild A Stig Vestmanna 3 11½ Sandavágur 3 8 Skopun 7½ Klaksvík 4 5 3. deild B Stig Havnin 4 9½ Gøta 9 Rókur 8½ Vestmanna 4 5 Unglingar Stig Klaksvík 9½ Rókur 7½ Sandavágur 5 Vestmanna 5 Havnin 5 Finskur spenningur Í bólki A eru Póland tryggjaðir eitt pláss, men liðið er ikki tryggjað eitt fyrsta pláss í bólkinum. Bert eitt stig skilur pólendingar og Portugisar á øðrum plássi, so Portugisar kunnu handa Pólendingum annað plássið, eftir dystirnar í kvøld. Hinvegin kunnu Portugal verða heintaðir av tríaranum í bólkinum, Finnlandi. Um Finnland vinnur uppgerðina í kvøld millum liðini bæði. Síðst liðini møttust, afturi í september síðsta ár, varð úrslitið javnleikur 1­1, hesin dystur varð spældur í Finnlandi. Verður tað til finskan sigur í kvøld, yvirtaka finnar annaðplássið í bólkinum og senda tessvegna Portugal úr stríðnum. Norðmenn mugu vinna móti Malta, og samstundis vóna at Turkaland tapir móti Bosnia Herzegovina. So tað verður trupult hjá norðmonnum.