Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 4. mai 2001 3 gult3 cyan3 magenta3 svart3 2 Nr. 85 - 4. mai 2001 gult2 cyan2 magenta2 svart2 INNSAVNING Stefan í Skorini Rumenia-hjálpin hjá sam- komuni Immanuel er farin undir eitt nýtt tiltak fyri at savna pening inn til nýggjan bygning, sum skal nýtast í arbeiðnum at hjálpa illa støddum rumenia- búgvum. Hjúnini Durita og David Jacobsen hava virkað sum trúboðarar í stórbýnum Timisoara í Rumenia seks tey seinastu árini. Har hava tey sett á stovn eina kristna samkomu og ein hjálpar- felagsskap. Endamálið er at røkka fólkið í økinum bæði við neyðsynjarvørum og við andaligum boðskapi. Hjúnini hava fingið heið- ursprógv frá borgarstjór- anum fyri sítt vælgerð-ar- arbeiði. Hjálparfelagsskap- urin hevur beinleiðis sam- band við heimini. Tey vitja heim og skriva niður, hvat teimum vantar, og tað verður síðani koyrt út til heimið. Samkoman Immanuel hevur seinstu árini staðið fyri at savna inn klæði, skógvar, mat, húsarhalds- ting, sum verður sent við bussum til Rumenia. Í 1998 fingu hjúnini 2,5 tons av hjálparvøru úr Føroyum, men í ár 2000 er nøgdin av hjálparvøru 11,5 tons. Tí hava tey tørv á einum nýggjum hølum, so tey kunnu móttaka og avgreiða ta hjálparvøru, ið kemur úr Føroyum. Nú er samkoman farin undir at savna pening inn til nýggjan bygning. Um nóg mikið av peningi kemur inn, er ætlanin at føroyskir handverkarar sjálvbodnir gera arbeiði. Rumenia- hjálpin hevur konto bæði í Føroya Banka og í Føroya Sparikassa. Savna inn til Rumenia Í ár eru 10 ár liðin síðani tað Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík læt upp alment. Hetta verður hátíðarhildið sunnudagin 6. mai, og tá eru øll vælkomin at vitja sjómansheimið í Reykjavík, Ørkina HÁTÍÐARHALD Stefan í Skorini Fyrsti sunnudagur í mai mánaði, sum er 6., er tann árligi kaffisøludagurin hjá sjómanskvinnuringinum í Reykjavík. Tá vitja vanliga nógvir føroyingar og før- oyarvinir sjómansheimið í Reykjavík. Tá verður boðin drýlur við skerpikjøti og annar matur. Sjómanskvinnuringurin er ein hollur stuðul hjá sjómansheiminum, og tær hava savnað nógvan pening og innbúgv til heimið. Seinast keyptu tær eitt klaver til samkomusalin. Hvønn sunnudag er møti á Sjómansheiminum og dúgliga verður vitjað um- borð á skipini, har før- oyingar eru við. Serliga eru tað rækjuskipini undir Eysturgrønlandi sum koma inn í Íslandi. Um summarið koma eisini snellu, kalva og línubátarnir. Føroyingar í arbeiðs- ørindum í Íslandi búgva eisini nógv á Sjómans- heiminum, men eisini ferðafólk ymsastaðni úr heiminum gista har um summarið. Sjómansheimið hevur frá byrjan av virkað sum ein føroysk sendistova í Ís- landi. Øll, sum hava spurn- ingar um Føroyar ella vilja hava samband við føroy- ingar, venda sær altíð fyrst til Ørkina. Íslendskar fyri- tøkur og onnur, sum vilja hava føroyingar at arbeiða hjá sær brúka nógv hesa ókeypis tænastuna. Flestu føroyingar kenna trúboðaran Jóhan Olsen úr Rituvík. Hann hevur í mong ár virkað sum trú- boðari í Íslandi. Hansara ágrýtni saman við trúføst- um vinum hjá heiminum bæði í Føroyum og í Íslandi gjørdu tað møguligt at byggja heimið. Løgtingið lat nakað at stuðli, men heimið er rikið uttan stuðul úr Føroyum, síðani tað lat upp. Fiskimannafelagið hevur eisini altíð stuðlað heiminum væl. Fyrstu fyristøðufólkini vóru Elin og Símin Hansen úr Skopun. Síðani vóru tað Rosa og Jákup Hendrik Hansen erisini úr Skopun, og núverandi leiðarin er Eirná Ásgeirsdóttir, sum er íslendsk. Tað eru tó altíð føroyingar, ið arbeiða á heiminum. Sjómansheimið í Reykjavík 10 ár Sjómansheimið í Reykjavík er nú vorðið 10 ár, og sunnudagin verður hátíðarhald í heiminum BÓKAÚTGÁVA Stefan í Skorini Leygardagin 5. mai verður nýggj bók givin út við vatn- litamálningum hjá Ingálvi av Reyni. Í sambandi við at bókin verður løgd fram, verður samkoma í Lista- skálanum leygardagin fyri innbodnum. Tá Ingálvur av Reyni gjørdist 80 ára gamal í des- ember í fjør, varð fyrireikað framsýning í Listaskálan- um. Allir málningarnir í tí framsýningini vóru málaðir í sama ári, so teir vóru frískir og ljómandi sum ongantíð. Nýskapandi og hugtakandi vóru hesir ljós- miklu og poetisku vatnlita- málningarnir. Erik Fey forleggjari fekk hugskotið at geva út eitt úrval av hesum vatnlita- málningum í bók, saman við yrkingum eftir Janus Djurhuus, ið hava verið kveikjandi fyri málaran. 500 bøkur verða signer- aðar, og kostnaðurin fyri hesi eintøk verður 280 krónur. Kostnaðurin á ósigneraðum bókum verður 250 krónur. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður og pápi okkara Johan Lisberg Vágur andaðist og fór til gravar.Tøkk til Erland Beder, prest, fyri troystarrík orð, og til kirkjutænararnar. Tøkk til sjúklingahotellið Tórshavn, Hotel Bakkan og øllum tykkum, ið á ymsan hátt hjálptu til. Eina serliga tøkk til alt starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri tykkara hjálp og troyst. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur, og til tykkum, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Kirsten, Randi og Johnny Ingálvur av Reyni út við nýggjari bók Leygardagin verður ein nýggj bók at fáa til keyps. Tað eru vatnlitamálningar hjá mæta listamanni okkara Ingálvi av Reyni. Málningarnir eru nýggir og vórðu sýndir fram í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Ingálvi. Málningurin á myndini er tó ein stórur oljumálningur Í sambandi við at vit hátíðarhalda 30 ára stovningardag er opið: Leygardagin 05/05/01 kl.10.00–15.00 ••• Umframt føðingardagstilboð, útboðið av brúktum og nýggjum bilum, verður HOPPIBORG OG SODAVATN TIL BØRNINI Móttøka Í sambandi við at 30 ár eru liðin síðan vit byrjaðu virksemi okkara, verður skipað fyri móttøku á Hoyvíksvegi 63 fríggjadagin 04.05.01 millum kl. 15 og 17. Vælkomin inn á gólvið hjá