Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ørgrynna av fólki stukku inn á gólvið í Skálanum, tá Leivur Ellingsgaard helt 50 ára dag sín sum sjálv- støðugur urmakari TIK TAK Eyðun Klakstein Klaksvík: Klokkan var ikki farin av fimm, tá tey fyrstu fólkini vóru á gátt í Skálanum, har Leivur Ellingsgaard helt ein stóran dag. Í vikuni vóru tað 50 ár liðin, síðani urmakarin, sum kom til Klaksvíkar av Eiði, lat upp egið urmak- aravirki í Klaksvík. Øll árini síðani hevur handilin og verkstaðið havt opið, og tað ger tað fram- vegis. Nú eru tað børnini og ein abbadóttir hjá Leivi, sum hava tikið meiri yvir, men Leivur er sjálvur til ar- beiðis. Nógv fólk fóru framvið í Skálanum, tá móttøkan var týsdagin, og tað vóru bæði gávur og blómur til jub- ilarin. Nógv fólk á móttøku Leivur Ellingsgaard saman við starvsfólki og familju, tá hann helt móttøku týsdagin. Mynd: Robert Waagstein Tað er so trongligt á havnaøkinum í Klaksvík, at bingjur nú verða settar í miðbýin. Har skulu ongar bingjur standa, sigur borgarstjórin PLÁSSTROT Eyðun Klakstein Klaksvík: Ætlanin var, at økið skuldi verða glæsiligt við mentanarhúsi, handlum og heilsumiðstøð. Men nú verður nýggi miðbýurin í Klaksvík brúktur sum bingjupláss, tí plásstrot er á havnaøkinum. Seinastu dagarnar hava hvítar og bláar Maersk- bingjur staðið á Sandinum, og hóast økið ikki enn er vorðið rættiligur miðbýur, skal tað ikki brúkast til bingjur, sigur borgarstjórin. – Eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg sá bingjurnar standa har, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum gjørdist varugur við bingjurnar í gjár. – Tær skulu ikki standa har, tí hatta plássið er ikki ætlað til bingjur. Eg havi ikki givið loyvi til hatta, og vit skulu loysa hatta málið sum skjótast. Leita eftir plássi Vestara havnaøkið hýsir nógvum virksemið í sam- bandi við fiskivinnu, og har er nú vorðið so trongligt, at nóg mikið av arbeiðsplássi er ikki longur. Støðan verður enn verri, tá farið verður undir at byggja nýtt krivjivikrinum á havnalagnum um stutta tíð. Ein trupulleiki er, at eingin stáplari er í Klaks- vík, og tí ber ikki til at seta stóru bingjurnar omaná hvørja aðra. Tá bingjurnar so skulu standa lið um lið, er tað skjótt, at tær fara við nógvum plássi. Klaksvíkar býráð hevur fleiri ferðir viðgjørt spurn- ingin, og fleiri uppskot hava verið frammi um, hvussu trupulleikin skal loysast. Býráðið hevur samtykt at fylla meiri út í góðshavnini í Ánunum, men hetta økið er ikki tikið í brúk enn. Tekniska nevnd hevur eisini tikið stig til at kanna alt økið fram við vágni fyri at finna møguligar loysnir á plásstrotinum. Klaksvík: Seinastu vikurnar hevur Barok verið eitt væl umtókt stað í Klaksvík – bæði sum café, pub og dansistað. Um vikuskiftið tekur Barok eitt nýtt stig, tí fyri fyrstu ferð verður livandi tónleikur á skránni. Fríggjakvøld- ið og leygarkvøldið fer bólkurin Anubis at spæla til dans. Ætlanin hevur alla- tíðina verið at royna livandi tónleik í hølunum, og fyrsta royndin verður gjørd í kvøld. ek Barok roynir livandi tónleik Miðbýurin sum bingjupláss Estlendska ferjan fer at sigla seinni um kvøldið allar dagar í vikuni SAMFERÐSLA Eyðun Klakstein Klaksvík: Avloysaraferjan, Scania, sum siglir millum Klaksvík og Fuglafjørð, siglir nú ein túr afturat hvønn gerandisdag. 1. mai kom summarsigl- ingin í gildi, og tað merkir eisini, at Scania nú siglir túrin av Klaksvík kl. 20.25 og av Fuglafirði 21.15 hvørt kvøld í vikuni. Har- afturat siglir Scania eisini sunnumorgunin klokkan 7.50 av Klaksvík og kl. 8.40 av Fuglafirði. Meðan Scania siglir á leiðini verður túrurin hjá Másanum úr Hvannasundi broyttur frá klokkan 9.10 til 10.00. Kanska til Suðuroyar Æltanin er, at Scania skal sigla um Suðuroyarfjørð, tá Smyril fer í dokk í tveir ella tríggjar dagar í næstum. Men Scania hevur ikki loyvi at sigla um Suðuroy- arfjørð sum er. Strand- ferðslan arbeiðir við at finna eina loysn á hesum. Ein av trupulleikunum er, at Scania hevur eingi festi í dekkinum, og tí verður kannað, um onnur loysn er at festa stórar bilar, kanska við luftpútum. Í uppihaldsrúmunum eru leysir stólar, men hetta heldur Strandferðslan fer ikki at vera ein trupulleiki í mai mánaði. Scania fleiri túrar Scania siglir nú seinni um kvøldið allar dagarnar í vikuni. Mynd: SJH Ætlaði miðbýurin verður nú nýttur sum bingjupláss Nr. 85 - 4. mai 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 85 - 4. mai 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 P/f Esmar Simonsen Tel. 44 44 05 ¥ Fax 44 46 29 Vit hava dekkini til júst tín bil Altíð bestu prísir... Vikublaðið 321000 KUMHO DEKK Danska stjórnin vil bert samráðast um eina eitt ára langa avtalu um blokkstuðulin, og ikki trý ár, sum landsstýrið hevur ynskt. Hetta vóru boðini frá danska forsætisráðharranum gjáramorgunin eftir fund við donsku Føroya-nevndina SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Tað verður eingin avtala gjørd um heildarveitingina úr Danmark komandi trý árini. Hetta vóru greiðu boðini frá danska forsætisráðharr- anum, Poul Nyrup Rasmus- sen, tá hann kom út av fundi við donsku Føroya- nevndina á Christiansborg um sjálvstýrissamtykt løg- tingsins tíðliga gjáramorg- unin. – Vit halda tað ikki vera møguligt at samráðast um eina trý ára avtalu um blokkstuðulin. Vit ynska ikki at koma í ta støðu, at veruleikin er, at sjálvstýris- ynskið hjá landsstýrinum verður til eina avtalu um blokkstuðulin í trý ár umframt tey fýra árini, sum stjórnin hevur tosað um, segði Poul Nyrup Ras- mussen við tíðindafólkini á ganginum uttan fyri fundarhølini Í lagi at yvirtaka Danski forsætisráðharrin gjørdi tó greitt, at danska stjórnin er sinnað at sam- ráðast um, at føroyingar yvirtaka málsøki, eins og landsstýrið ynskir. Anfinn Kallsberg, løg- maður, hevur sent danska forsætisráðharranum bræv, har hann longu í hesum mánaðinum ynskir at sam- ráðast um grundarlagi undir yvirtøkunum av ym- isku málsøkjunum, um- framt um ein trý ára langa avtalu um blokkstuðulin. Poul Nyrup Rasmussen torir tó ikki at lova, at samráðingarnar verða longu í mai, tí hann veit ikki, um tað liggur fyri. Trý ár ikki ókent Áður hevur eingin trupulleiki verið at gjørt longri avtalur millum donsku stjórnina og landsstýrið um blokk- stuðulin. Beint tá sitandi samgonga í Føroyum kom til róðrið varð gjørd ein trý ára long avtala um heildarveitingina. Hendan avtalan er nú við at ganga út, og standa blokkstuðulssamráðingar tí náttúrliga fyri framman í ár. Danski forsætisráðharrin varð eftir útmeldingina gjáramorgunin spurdur, um tað hereftir bert verður samráðst um blokkstuðulin í eitt ár í senn. Men hetta vildi hann ikki gera við- merkingar til. Hann segði bert, at hann roknar við, at innan eitt ár eru politisku viðurskiftini í Føroyum vorðin greiðari. Bíðar eftir valið Útmeldingina hjá danska forsætisráðharranum tulka journalistarnir hjá Útvarpi Føroya á Christiansborg, sum at Poul Nyrup Ras- mussen vónar, at eitt løg- tingsval í Føroyum fer at taka beinini undan full- veldisætlanini, soleiðis at føroyingar verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Hetta er eisini væl hugs- andi. Og júst tí koma boð- ini ikki óvart á samgongu- leiðararnar í Føroyum. Bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal halda, at hetta bert er enn eitt dømi um, at danir ikki vilja viðurkenna ætlanirnar hjá landsstýrinum. Annfinn Kallsberg heldur, at danska stjórnin roynir at gera spurningin um blokkstuð- ulin til part av einum kom- andi føroyskum valstríðið. Og Høgni Hoydal er vísur í, at danski forsætisráðharrin roynir at stuðla ávísum flokkum í Føroyum, sum eftir eitt val kunnu gera, at vit verða verandi í ríkis- felagsskapinunum. Støðan hjá donsku stjórnini til før- oysku sjálvstýris- samtyktina verður sligin púra fast 9. mai, tá spurnar- orðaskifti er um Føroyar SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Føroyingar skulu vænta sær at fáa meira at vit frá danska forsætisráðharr- anum 9. mai, enn bert støðuna til samráðing- arnar um blokkstuðulin. Hendan dagin verður nevniliga spurnarorða- skifti í Fólkatinginum um Føroyar. Allir flokkar á Fólka- tingi uttan danski Fólka- flokkurin og Eindarlistin hava sett danska for- sætisráðharranum skriv- ligan fyrispurning um støðuna til sjálvstýris- samtyktina. Í fyrispurninginum verður Nyrup spurdur, hvat stjórnin kann siga um samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið om ynski landsstýrissins viðvíkj- andi framtíðar samband- inum við Danmark. Sosialurin skilir frá keldum á Christians- borg, at danski forsætis- ráðharrin longu miku- kvøldið hevði fund við formenninar í flokkun- um aftan fyri fyrispurn- ingin. Og, sum skilst, varð tað á tí fundinum avtalað, at stóru al- mennu viðmerkingarnar úr Danmark til føroysku sjálvstýrissamtyktina ikki skulu koma, fyrr enn tá spurningurin verður svaraður 9. mai. Spurnarorðaskiftið um Føroyar í Fólkating- inum 9. mai skal enda við eini samtykt, har Fólkatingið sigur sína meining um ætlanina hjá landsstýrinum og fram- tíðarviðurskiftini mill- um Føroyar og Danmark yvirhøvur. Endamálið við orða- skiftinum er nevniliga at gera støðuna hjá Fólka- tinginum og stjórnini greiða, so landsstýrið kennir støðuna. Tí verð- ur tað hesin fundurin, ið verður grundarlagið undir víðari samskift- inum millum Føroyar og Danmark, hvat sjálvstýri viðvíkur. Vantandi verður tað ein breiður meiriluti, ið 9. mai samtykkir linjuna hjá donsku stjórnini mótvegis Føroyum í framtíðini. Løgmaður er vísur í, at danski forsætis- ráðharrin roynir at fáa spurningin um blokkstuðulin til Føroya á dagsskránna fyri eitt komandi løgtingsval. Tað er orsøkin til, at hann bert vil samráðst um blokkin fyri eitt ár SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Boðini úr Danmark, um at stjórnin ikki vil ganga føroyska ynskinum á møti um eina avtalu fyri blokk- stuðulin næstu trý árini koma ikki óvart á løgmann. – Tað er danska stjórnin, sum fult og heilt ger av, hvussu verður við blokk- stuðulinum. Og nú velur hon, at vit bert sleppa at gera avtalu fyri eitt ár við tí endamálið, at spurningurin um framhaldandi blokk- stuðulin verður drigin upp í eitt komandi føroyskt løg- tingsval, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. Anfinn Kallsberg vísir á, at hetta bert er enn ein partur av søguni um, at danska stjórnin ikki vil viðurkenna ætlanina hjá landsstýrinum um at gera Føroyar sjálvbjargnar. Skuldu hava javna tilgongd Løgmaður sigur orsøkina til, at landsstýrið bað um at fáa eina trý ára langa avtalu um blokkstuðulin vera, at landsstýrið ynskir eina javna tilgongd til ein sjálvberandi búskap. – Við eini trý ára avtalu hevði borið til at gjørt búskaparligar útrokningar og ætlanir trý ár fram. Men við eini ætlan á eitt ár ber hetta ikki eins væl til. Tað veit danska stjórnin, og tí ger hon hetta fyri at órógva, vísir løgmaður á. Men løgmaður óttast kortini ikki fyri, at tað ikki fer at bera til at minka blokkin fram móti einum sjálvberandi búskapi. Talan verður bert um ein praktiskan trupulleika, sum millum annað merkir, at landsstýrið skal samráðast við stjórnina um blokkin á hvørjum ári. Ætlanirnar um at minka blokkin 300 til 400 milliónir frá 1. januar 2002 stendur við, staðfestir løgmaður. Høgni Hoydal hevði væntað, at útmeld- ingin frá Nyrup um blokkin fór at verða eitt ár. Tí hevur landsstýrið fyrireika seg uppá, at vit sjálv skulu minka blokkin SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Útmeldingin frá danska forsætisráðharranum forðar als ikki føroysku ætlanini um ein sjálvberandi búskap og føroyskt fullveldi. Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálv- stýrismálum, sannførdur um. – Vit eru langt síðani komin til ta niðurstøðu, at danska stjórnin als ikki vil gera nakra avtalu, ið hevur føroyskt sjálvstýri til enda- máls. Tí hava vit fyrireikað okkum at gera alt sjálv, sigur Høgni Hoydal. Mugu hava fastar karmar Men Høgni Hoydal held- ur tað kortini vera harmi- ligt, at tað ikki skal bera til at gera avtalur við donsku stjórnina. – Vinnulívinum og øðr- um tørvar greiðar karmar at virka undir. Tey mugu vera greið yvir fíggjarstøðuna so langt fram, sum til ber. Tí er tað óheppi, at vit bert kunnu gera avtalu um blokkin fyri eitt ár, sigur Høgni Hoydal. Men samstundis viður- kennir Høgni Hoydal, at lítil munur er á fyri vinnu- lívið, um avtalan er eitt ár ella trý ár. Tí trý ár er heldur ikki long tíð. Fegnast um yvirtøkur Tað er hóast alt eitt við útmeldingini frá danska forsætisráðharranum, sum Høgni Hoydal fegnast um. Tað er, at hann sigur seg vilja samráðast um yvir- tøkur. – Men tað kann eisini vera, at Nyrup fer at draga hesar samráðigar út, fyri at forða okkum. Tí mugu vit vera fyrireikað at fara í gongd av okkum sjálvum, hóast ongar avtalur við danir, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at føroy- ingar eiga tær góðu grund- gevingarnar. Tað eru vit, ið ynskja at gjalda, og tað er vit, ið ynskja at lóggeva og umsita tey málsøki, vit vilja hava ræði yvir. – Hesum skuldi verið torført at komið við grund- gevingum ímóti, sigur Høgni Hoydal, landsstýris- maður í sjálvstýrismálum. Fáa greiðari boð 9. mai Poul Nyrup Rasmussen: Samráðist bert um blokk í eitt ár POLITIKKUR & SAMFELAG Anfinn Kallsberg: Nyrup dregur blokkin í valstríð Høgni Hoydal: Vit minka blokkin sjálv Boðini frá danska forsætisráðharranum til Óla Breckm- ann og aðrar føroyskar politikarar eru greið. Danska stjórnin vil bert samráðast um støddina á blokkstuðulin- um fyri eitt ár, og ikki fyri trý ár, sum landsstýrið ynskir Mynd: Føroyska Tíðindastovan