fríggjadagur 4. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 4. mai 2001
7
gult7 cyan7 magenta7 svart7
6
Nr. 85 - 4. mai 2001
gult6 cyan6 magenta6 svart6
Í Fuglafirði verður
enn ein frystitunnil
tikin í nýtslu fyrsta
dagin. Og bunkr-
ingarmøguleikarnir á
havnarlagnum eru
teir bestu í landinum
KOMMUNU-
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Fuglafirði: Tað er sera
umráðandi at geva vinnuni,
sum heldur til á og kring
havnarlagið, so góðar um-
støður, sum til ber, sigur
borgarstjórin í Fuglafirði.
Og tann setningin metir
hann,
at
Fuglafjarðar
Kommuna livir upp til.
Tað liggur eitt stórt, grønt
farmaskip og lossar á
Fuglafirði.
Truckarnir
koyra til og frá. Teir koma
við fullum plattum inn eftir
havnarlagnum og hvørva so
sum undir heilt. Og tað er í
grundini eisini tað, teir
gera. Teir fara inn í bergið,
har teir leggja vøruna, teir
flyta, í eina frystigoymslu,
sum sprongd er inn í
klettin.
Hetta skipið, sum nú
lossar her, er frystiskip,
sum komið er úr Kanada
við rækjum, sum skulu
leggjast á goymslu í frysti-
tunnlinum hjá Bergfrost,
greiðir Sigurd Simonsen,
borgarstjóri í Fuglafirði frá.
– Føroyskar rækjur, legg-
ur hann aftrat. Fluttar frá
føroyslum rækjutrolarum,
sum hava lagt upp í
Kanada.
Fuglafjarðar Kommuna
hevur gjørt fimm hallir inn
í bergið norðarlaga á havn-
arlagnum. Hesar hallirnar
verða brúktar til goymslur
av ymsum slagi. Eitt nú
frystigoymslur.
Tann partin, sum hevur
við frystingina at gera,
røkir felagið Bergfrost.
Bergfrost hevur í løtuni
møguleika at goyma eini
3.000-4.000 tons, sigur
borgarstjórin. Men frysti-
orkan verður munandi økt
um eina viku ella so, tá enn
ein frystihøll verður tikin í
brúk. Tá fer samlaða frysti-
orkan at vera eini 6.000-
7.000 tons.
Men teir vilja meira enn
so, tí enn ein høll verður
væntandi tikin í nýtslu í
summar, sigur borgarstjórin
í Fuglafirði. Og tá fer at
bera til at goyma umleið
10.000-12.000
tons
av
fyrstum fiskavørum í tunnl-
unum í Fuglafirði.
Skjót bunkring
Sigurd Simonsen, borgar-
stjóri í Fuglafirði, greiðir
frá, at Fuglafjørður hevur
best útgjørdu oljugoymslu í
landinum, tá talan er um
skipabunkring.
– Og tað merkist eisini, tí
tann stóri oljutangin er
tómur í heilum. Bara hend-
an seinasta mánaðan hava
tvey tangaskip verið við
olju, sigur hann.
Borgarstjórin sigur, at
stóri oljutangin norðast á
havnarlagnum er útgjørdur
til at kunna lata 300 tons av
olju um tíman. Til sam-
metingar vísir hann á, at
tær oljugoymslurnar aðra-
staðni í landinum, sum
klára skjótastu bunkring-
ina, klára bara at lata 70
tons um tíman.
Hendan
tænastan
er
neyðug, sigur borarstjórin,
tí sum kunnugt er rættiliga
stór skipaferðasla í Fugla-
firði.
Rættiliga vanligt hevur
verið, at skip, sum landa í
Fuglafirði, eitt nú tey stóru
svartkjaftaskipini,
hava
bunkrað, samstundis sum
landað hevur verið. Tá hava
vanliga tangabilar verið
nýttir.
Men Sigurd Simonsen
sigur, at væntandi verður
tað ikki so leingi, til tað als
ikki verður loyvt at bunkra,
samstundis sum fiskur
verður landaður. Og ta
støðuna er Fuglafjarðar
Havn longu útgjørd til við
hesum
møguleikunum,
oljugoymslan hevur.
Tunnlar og tangar
Árliga útbyggingin á
Havsbrún er í gongd.
Í ár verður seinni
partur av
fóðurfoymsluni, sum
byrjað varð upp á í
fjør, gjørdur
FISKIÍDNAÐUR
Edvard Joensen
Fuglafirði:
Havsbrún í
Fuglafirði er í støðugari
menning, og bygt verður út
á hvørjum ári. Í ár veðrur
fóðurgoymslan enn eina-
ferð víðkað.
Fóðurgoymslan hjá Hav-
brún verður longd norður-
eftir. Talan er um ein rími-
liga stóran bygning í vavi,
um enn hann ikki er so øgi-
ligur í prísi, sigur Bergur
Poulsen, stjóri á Havsbrún.
Tilbyggingin, sum nú
verður gjørd er umleið
2.000 fermetrar til víddar
og fer væntandi at kosta
einar fimm milliónir krón-
ur, sigur Bergur Poulsen.
Í Fjør vórðu fóðursiloir
og ein fóðurgoymsla bygd
aftrat virkinum í Fugla-
firði.Tá var eisini ætlan
gjørd
fyri
víðkan
av
goymsluni, sum so verður
bygd nú. Tann høllin, sum
hygd varð í fjør, er 1.700
fermetrar. Hallirnar báðar
eru samanbygdar, so alt í
alt verður goymslan hampi-
liga stór, tá hendan út-
byggingin er liðug, letur
stjórin at.
Grundin verður stoypt
soleiðis
umleið
hálvan
metur upp, og síðan verður
stálkonstruktión, sum verð-
ur klødd við plátum, sett
omaná.
Tá hendan útbyggingin er
liðug, verður roknað við, at
goymslan er nóg stór. Í
hvussu so er í fyrsta umfari,
sigur Bergur Poulsen.
Næsta stigið verður so at
fara undir at økja fram-
leiðsluorkuna á mjøldeild-
ini. Hendan ætlanin verður
ikki gjøgnumførd fyrr enn
komandi ár, sigur hann. Tó
verður projekteringin gjørd
í ár. Hvussu nógv tann
útbyggingin fer at kosta,
verður ikki sagt nakað um
enn.
Bergur Poulsen letur væl
at tilgongdini í ár. Tað er
nógvur fiskur at fáa í løt-
uni, sigur hann. Havsbrún
hevur í ár tikið í móti meira
fiski enn um somu tíð í fjør.
Tað eru svartkjaftaskip-
ini, sum landa til Havsbrún
nú, sigur hann. Føroysk og
írsk skip.
Føroyingarnair
royna
suðuri á Munkagrunninum,
har teir fáa væl, meðan
írarnir eru nakað syðri,
sigur Bergur Poulsen, sum
væntar ein íra at landa
fyrsta dagin.
Havsbrún víðkar aftur
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði
Mynd: Edvard Joensen
Havsbrún er farið undir árligu útbyggingina, sum í ár umfatar seinasta part av goymslubygninginum
Mynd: Edvard Joensen
At skúlar lata næm-
ingar fara út í starvs-
venjing og royna
ymisk arbeiðspláss, er
ofta ein stór hjálp hjá
næmingunum
Annika Bech
Av tí, at tað eru so sera
nógvar útbúgvingar at velja
ímillum, er tað ofta sera
ringt at vita hvat ein ætlar
sær at útbúgva seg sum.
Ofta er tað so nógv ymiskt
sum ein gongur og hugsar
um, men ein veit ikki rætti-
liga hvat øll hesi størvini
innibera. Tá kann tað hjálpa
ótrúliga nógv at sleppa út á
arbeiðsplássini og uppliva
tað sjálvur, ístaðin fyri
kanska at lesa okkurt um
tað, ella at hoyra frá øðrum
hvussu tað er.
Vit vóru úti og spurdu
nakrir praktikantar, hvussu
teimum dámdu og hvat ið
starvsvenjing hevur at siga
fyri teir.
Fyrsti túrur var oman í
Apoteki í SMS. Har møttu
vit Rakul Mortensen. Rakul
gongur í 10. flokki í Tofta
skúla. Hon byrjaði í starvs-
venjing mánadagin 23. Vit
vóru og høvdu eina sam-
røðu við hana.
Vit spurdu hana millum
annað hvussu henni dámdi
har, og tað dámdi henni
sera væl. Øll vóru sera blíð
ímóti henni, og hon segði
okkum, at hetta var møgul-
iga okkurt sum hon fór at
arbeiða við í framtíðini.
»Eg havi bert verið her í
tveir dagar, men eg eri
sloppin at síggja meðan tey
gjørdu massagukrem uppi í
laboratoriðinum og tað
hevur
verið
ógvuliga
áhugavert«.
Síðani gekk leiðin niðan
til sjúkrahúsið, tí har hava
tey eisini ein praktikant.
Hon eitur Mary Højgaard.
Mary gongur eisini í 10.
flokki í Tofta skúla.
»Mær dámar sera væl at
vera her. Beint nú eri eg hjá
laborantunum,
men
eg
sleppi eisini at royna meg í
vaskaríinum, í køkinum,
hjá portørunum og fysioter-
apeutunum.
Tá ið vit komu niðan til
laborantarnir, var tað lætt at
síggja, at har treivst hon.
Tey ið arbeiddu har, vóru
beinanvegin klár við einari
hjálpandi hond, vístu okk-
um ymiskt o.t.
»Eg havi verið við, tá ið
tey taka blóðroyndir, eg
síggi hvussu ein vanligur
arbeiðsdagur fer fram, eg
havi nomið kunnleika við
klinisk kemisku avdeiling-
ina, immunulogisku avdeil-
ingina og mikrobiologisku
avdeilingina«.
»Hetta er heilt vist nakað
fyri meg. Eg haldi at hetta
er sera spennandi og áhuga-
vert.«
Rakul og Mary eru báðar
samdar í tí, at tað er sera
gott hjá næmingum at
sleppa í starvsvenjing, tí tá
sær og upplivir ein rættiliga
hvussu tað er úti á arbeiðs-
plássunum.
Mong halda óivað, at tað
er púra óneyðugt at loyva
næmingum í starvsvenjing.
Halda kanska, at tað er spill
av tíð, at næmingurin skal
fáa frí úr skúlanum fyri at
fara út at arbeiða.
Lívið er sum ein vegur
við nógvum sneiðum og
krossvegum, um ein ikki
hevur nakran vegvísara, er
tað skjótt, at ein tekur tann
skeiva vegin og verður
vilstur.
Starvsvenjing – ein góður vegvísari
– Hví ber tað ikki til í
føroyskum politikki
at skapa breiðar semj-
ur um viðurskiftini
hjá almennu fjølmiðl-
unum? Tað ber til í
flestu londunum, sum
vit helst vilja saman-
bera okkum skrivar
útvarpsstjórin í ber-
søgnari grein í blaðn-
um í dag
KRINGVARPSLÓG
Jan Müller
– Er tað veruliga so, at vit
skulu siga okkara sam-
starvsfeløgum í teimum
londum, sum vit vanliga
samanbera okkum við, at í
Føroyum er so at siga full
politisk semja um, at al-
mennu fjølmiðlarnir skulu
vera ein partur av almennu
umsitingini. Tú skalt heilt
til eystureuropa fyri at
finna líknandi skipanir, og
har vórðu tær flestu annars
vrakaðar fyrst í 90-árunum.
So bersøgin er Jógvan
Jespersen, útpvarpsstjóri í
grein í blaðnum í dag, har
hann viðger viðferðina,
sum uppskotið til nýggja
kringvarpslóg fær frá Men-
tanarnevnd Føroya Løg-
tings. Útvarpsstjórin er sera
ónøgdur við ta viðferð, sum
málið um nýggja kring-
varpslóg hevur fingið.
Hann vísir til gondina í
málinum og m.a. til tær
viðmerkingar, sum lands-
grannskoðarin hevur til
málið. Landsgrannskoðarin
sigur í sínum notati, at sam-
bært uppskotinum til broyt-
ingar í kringvarpslógini
verða
tveir
juridiskir
»bastardar« stovnaðir, og á
týðandi økjum setir lógar-
uppskotið til viks grund-
leggjandi áestingar í stýris-
skipanarlógini,
játtanar-
skipanini, roknskapar- og
grannskoðaralógini.
– Er hetta rætt, so vórðu
»bastardarnir« væl stovn-
aðir við lógini frá 1998, og
so mugu grundleggjandi
trupulleikar vera í umsit-
ingini, sum eiga at verða
tiknir til viðgerðar skrivar
útvarpsstjórin.
Hann vísir á, at myndug-
leikarnir hava havt nógv
høvi til at gera løgtingið
vart við sína støðu. Hesi
høvi hava teir tó ikki brúkt.
– Tað, sum undrar, er, at tú
umsitingarliga kanst broyta
so grundleggjandi skipanir,
uttan tað verður gjørt eftir
eina greiða politiska støðu-
takan. Men er tað løgtings-
ins vilji, so fær tað jú ikki
verið øðrvísi skrivar Jógv-
an Jespersen.
Í 1997 varð nevnd sett at
fyrireika uppskot til nýggja
lóggávu fyri kringvarps-
økið í Føroyum. Sjálvur
luttók útvarpsstjórin í hes-
um nevndararbeiði sum
umboð fyri ÚF. Nevndin
legði stóra orku í hetta ar-
beiðið, og varð m.a. lóg-
gávan í okkara grannalond-
um gjølla kannað. Lógar-
uppskotið varð serliga gjørt
við fyrimynd í donsku og
grønlendsku lóggávuni.
Nevndin brúkti nógva tíð
til at koma fram til eitt upp-
skot til eina skipan við
javnvág millum tað frælsið,
sum stovnar av hesum
slagnum eiga at hava í okk-
ara samfelagsskipan og tað
eftirlit, ið teir so ella so
skulu vera undir.
Tá var tilgongdin við at
taka fíggjarætlanina hjá ÚF
og SvF við aftur á fíggjar-
lógina sum játtan til lands-
stovn byrjað, uttan at tað tá
varð
fingin
greiða
á,
hvussu hetta játtanarslagið
skuldi skipast, men sjónar-
miðini hjá gjaldstovuni og
landsgrannskoðanini vórðu
kend.
Jógvan Jespersen skrivar,
at nevndin umrøddi hesi
viðurskifti gjølla, og í upp-
skotinum, sum nevndin
legði fyri landsstýrið, varð
mælt til, at tann parturin av
virkseminum hjá stovnun-
um, sum verður fíggjaður
við útvarpsgjaldi, lýsingum
og spæli, ikki skuldi játtast
á fíggjarlógini, og harvið
heldur ikki takast við í
landsroknskapin,
meðan
fíggjarstøðan hjá stovn-
unum sum higartil varð
skrásett í fíggjarstøðuni hjá
landinum. Tá talan var um
at seta skott millum al-
mennu fjølmiðlarnar og
politiska
myndugleikan
varð lógin meira avmark-
andi enn samsvarandi lóg-
gáva í okkara grannalond-
um.
– Eg veit ikki um, at tað í
viðgerðini í lógardeildini
hjá landsstýrinum, í umsit-
ingini hjá løgtinginum, ella
í løgtingsviðgerðini av upp-
skotinum til kringvarpslóg,
varð sett spurnartekin við,
at lógin var grundleggjandi
í stríð við stýrisskipanar-
lógina, játtanarskipanina,
og roknskapar- og grann-
skoðanarlógina
skrivar
Jógvan Jespersen og leggur
aftrat: – Er tað so, at tað er
støðan, so mást tú undrast
yvir, at avvarandi myndug-
leikar ikki hava nýtt høvi til
fyrr at gera vart við seg í
einum so álvarsligum máli.
Fíggjarmálastýrið
kundi
havt gjørt vart við hesi við-
urskifti, og eisini løgtings-
grannskoðararnir
kundu
havt gjørt vart við, at kring-
varpslógin átti at verið til-
lagað grundleggjandi før-
oyskari lóggávu. Ella bara
søgdu, at tað eisini vóru
onnur sjónarmið um hesi
viðurskifti. Men tað gjørdu
teir ikki.
– Hví ber tað ikki til í før-
oyskum politikki at skapa
breiðar semjur um viður-
skiftini hjá almennu fjøl-
miðlunum? Tað ber til í
flestu londunum, sum vit
helst vilja samanbera okk-
um við skrivar útvarpsstjór-
in m.a. í grein síni á síðu 9
í blaðnum í dag. Sí eisini
oddagrein um sama mál.
Ávarar móti eysturlendskum tilstandum
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri
Rakul Mortensen av Toftum er í starvsvenjing á apotekinum
Mary Højgaard av Toftum er í starvsvenjing á Landsjúkra-
húsinum