Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 227 - 22. november 2007 Sambært gerðabókini hevur fíggjarnevndin als ikki viðgjørt upp­ skotið til fíggjarlóg fyri 2008 enn Politikkur Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað er ógvuliga sjáldsamt, at ein nevndarformaður fær ein fyrispurning í Løgting­ inum, men tað hendi í gjár, tá Bill Justinussen úr Mið­ flokkinum spurdi Annfinn Kallsberg, formann í fíggjar­ nevndini, hvussu langt nevn­ din er komin við at viðgera uppskotið til fíggjarløg­ tingslóg fyri 2008. Svarið frá formanninum gav eina týðiliga ábending um, at spyrjarinum nýttist ikki at hava samvitskubit av, at hann hevði nýtt hesa heim­ ildina í tingskipanini at seta formanninum spurningin. Annfinn Kallsberg svar­ aði, at tá hugsað verður um, hvussu langt er liðið út á árið, so mátti hann ásanna, at nevndin er komin væl styttri við viðgerðini enn onnur ár. Men tað hevði sína frágreiðing. ­Veruleikin er, at nevndin fær ikki arbeitt fyri Løg­ tinginum, tí tingfundirnir eru so drúgvir, at teir fara við allari tíðini, segði fíggja rnevndarformaðurin, sum hevði hug at harta tingmenn fyri at tosa meiri, nú ting­ fundirnir verða vístir í sjónvarpi. Ruðuleiki Fleiri tingmenn úr andstøð­ uni fýltust á, at fíggjar­ lógarviðgerðin at kalla ongan veg er komin, og at tað rætta hevði verið at havt eina fyribilsfíggjarlóg frá ársskiftinum til aftan á løg­ tingsvalið. Onkur helt, at alt arbeiðið hjá samgonguni er ein ruðuleiki í løtuni, og at stundin er komin til at gera upp og skifta fólk beinanvegin. Tingmenn vildu eisini hava at vita, um tær útreiðsl­ ur, sum standast av upp­ skotum, sum nú koma fyri Løgtingið, eru við í fíggjar­ lógaruppskotinum. Annfinn Kallsberg svaraði, at ein partur av hesum útreiðslu­ num eru við, men at summar útreiðslur eru ikki við í uppskotinum. Fíggjarnevndin ongan veg komin við fíggjarlógini Annfinn Kallsberg: -Fíggjarnevndin fær ikki arbeitt fyri Løgtinginum, tí tingfundirnir fara við allari tíðini Uppskotið til løgtingsfíggjarlóg varð lagt fyri Løgtingið tann 28. september. Frá 3. til 5. oktober fekk uppskotið 1. viðgerð í Tinginum og varð so beint í fíggjarnevndina. Sambært gerðabókini hevur nevndin havt sjey fundir síðani, men fíggjarlógaruppskotið hevur bert verið á borðinum tríggjar ferðir. Ta einu ferðina býttu nevndar- limirnir málsøkini sínamillum, sum siður er, ein viðgerð tók ein hálvan tíma, og triðju ferð varð málið útsett. FAKTA