hósdagur 22. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 227 - 22. november 2007
Í sambandi við málið
um at seta skiparar á
Smyrli, hevur Jacob
Vestergaard verið
bæði sakligur og
ósakligur
Løgmaður er nú í ferð við
at kanna leiklutin hjá Jacob
Vestergaard í sambandi við
málið um at seta nýggjar
skiparar á Smyrli.
Løgmaður greiddi løg
tinginum frá í áðni, at hann
er ikki liðugur enn.
Í løgtinginum í dag hevur
Tórbjørn Jacobsen spurt
løgmann um málið. Løg
maður hevur svarað aftur,
at ein landsstýrismaður hev
ur heimild at geva einum
stovnsleiðara tænastuboð.
Men tænastuboðini skulu
altíð vera saklig, legði hann
dent á.
Í hesum sambandi helt
løgmaður avgjørt, at tað
vóru eini saklig tænastuboð
at biðja stjóran á Strand
ferðsluni bíða við at seta
nýggjan skipara til Smyril
til kæran frá gomlu skipar
unum varð liðugt viðgjørd.
Kortini var ein skipari
settur í starv hósdagin.
Hinvegin helt løgmaður
avgjørt ikki, at tað var sak
ligt at geva stjóranum á
Strandferðsluni tænastuboð
um at annulera starvssetan
ina aftur.
Hann segði, at ein starvs
setan kann ongantíð annu
lerast. Er eitt starv sett,
kann talan bara vera um
uppsøgn eftir heilt føstum
mannagongdum við hoyr
ingsskrivi, sakligum grund
gevingum o.s.fr.
Ein av tinglimunum í
samgonguni, sum helt, at
talan var um eitt álvarsmál,
var Andreas Petersen úr
Javnaðarflokkinum.
Eitt endamál við stýris
skipanarlógini og lógini um
ábyrgd
landsstýrismanna
var, at skera út í papp, hvørj
ar ábyrgdir, ein landsstýris
maður hevði. Eitt annað
endamál var atr seta skott
ímillum politiska valdið og
fyrisitingina.
Landsstýrismaðurin
skuldi hava politisku ábyrg
dina og stjórar skuldi hava
ábyrgdina av stovnunum.
Andreas Petersen segði,
at hendir tað, at landsstýris
maðurin kavar niður um
stjóran og blanda seg í fyri
sitingina, hava vit ein trupul
leika og so fer álitið á
fyrisitingina at rilla
Jørgen Niclasen, formað
ur Fólkafloksins, vardi sín
egna landsstýrismann helt,
at hetta snýr seg ikki um
setanarpolitikk, men um
seniorpolitikk.
Í hesum førum eru tveir
skiparar sagdir upp av eini
einasti grund og tað er, at
teir fylla 67. Sjálvir hava
teir hug at halda fram og
sjálvandi skal landsstýris
maðurin syrgja fyri, at
nýggj størv ikki vera sett
fyrrenn kæran frá gomlu
skiparunum er viðgjørd.
Jørgen Niclasen helt, at
vit hava brúk fyri øllum í
samfelagnum. Landið hung
rar eftir arbeiðsmegi og tí
er tað burturvið at senda
fólk til hús, bara tí tey fylla
67 ár, segði Løgmaður.
Løgmaður ikki liðugur at
kanna Jacob Vestergaard
Løgmaður situr í løtuni og hugsar um støðuna og um, hvat
hann skal gera við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í
kjalarvørrinum á spurninginum um skipararnar á Smyrli
Fiskiskip hava fingið
áheitan um ikki at
trola á einum øki á
Suðuroyarbanka sum
er á stødd við eini
triðing av øllum Før
oyum, men tað skuldi
ikki vera galdandi í
allar ævir
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fiskiskip hava nú fingið
áheitan um at fiska á einum
øki á Suðuroyarbankanum.
Orsøkin er, at nýggjur sam
skiftiskaðal er lagdur eftir
botninum á bankanum og
hann er so viðbrekin, at
skip hava forboð fyri at
fiska nærri enn hálvanannan
fjórðing frá kaðalinum fyri
ikki at oyðileggja hann.
Í løgtinginum í gjár vildi
Hava Hergeir Nielsen av
vita, hví kaðalin var lagdur
ígjøgnum bankan og ikki
eftir eini leið, sum ikki varð
fiskileið.
Hann skilti boðini sum
eini forboð og hann vísti á,
at í boðunum til skipini var
onki sagt um, at forboðið
var tíðaravmarkað og skip
arar harmaðust um hetta, tí
talan var um eina sera góða
fiskileið.
Bjørn Kalsø legði dent á,
at talan var um eina sigl
ingarávaring, sum ikki var
galdandi í alla framtíð, men
tað var galdandi í eitt styttri
tíðarskeið, tí kaðalin skuldi
tyrvast.
Tá ið kaðalin er tyrvdur,
verður álagt skipum at vera
150 metrar frá kaðalinum.
Hann legði afturat, at tey
høvdu hugsað um fiskiskap
in og høvdu tískil lagt kaðal
in eftir eini leið, sum skuldi
erva fiskiskapin sum minst.
Annars vísti Landsstýris
maðurin á, at siglingar
ávaringin var avlýst aftur 4.
november, men hann visti
ikki um tað var komið nóg
væl fram.
-áki-
Siglingarávaring á
Suðuroyarbanka avlýst
Nú verður loksins
farið undir arbeiðið
at gera rundkoyr
ingina í Gøtudali
Nú verður tað fyrsta dagin,
at farið verður undir arbeið
ið at gera rundkoyringina í
Gøtudali.
Tað upplýsti Bjarni Djur
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum í løgtinginum
í gjár.
Hetta er Føroya mest
umrødda rundkoyring og
hon hevur verið til umrøðu
á tí høga tingi fleiri ferðir.
Og í gjár var tað so
Tórbjørn Jacobsen, sum
vildi hava at vita, hvussu
gongur við ætlanini.
Bjarni Djurholm upp
lýsti, at ætlanin hevði lein
gi verið at fara undir
rundkoyringina, men so
vildi Gøtu Kommuna knýta
nýggja ídnaðarøkið upp í
rundkoyringina.
Tað ger, at rundkoyringin
mátti flytast og gerast størri
og tí varð hon eisini dýrari.
Samráðingar hava verið
um, hvør skuldi rinda
meirkostnaðin, men Bjarni
Djurholm sigur, at nú er
avgjørt, at landið skal betala
meirkostnaðin, tí tað er í
samsvari við trygdarátøk á
vegum yvirhøvur. Sostatt
verður farið undir rund
koyringina fyrsta dagin.
Og
Bjarni
Djurholm
staðfesti, at allur peningurin
verður játtaður í einum og
tað merkir so eisini ,at øll
rundkoyringin verður gjørd
í einum, ístðain fyri at
játtanin verður petta sundur
yvir fleiri ár, sum onkur
eisini fryktaði fyri.
-áki-
Sjúklingar í Suðuroy,
sum hava brúk fyri
serligari dialýsu í
sambandi við nýra
sjúku, sleppa ikki
undan at ferðast til
Suðuroyar
Teir suðuroyingar, sum
hava brúk fyri regluliga
dialýsuviðgerð, verða fram
vegis noyddir at fara á
Landssjúkrahúsið.
Tað svaraði Hans Pauli
Strøm í løgtinginum í gjár.
Jenis av Rana spurdi
landsstýrismannin um tað
er rætt, at sjúklingur úr
Suðuroy, ið kundu fáa
viðgerð á Suðuroyar Sjúkra
húsi, noyðast regluliga til
Havnar á Landssjúkrahúsið
av fíggjarligum ávum, hó
sat ein eykajáttan til Suð
uroyar
sjúkrahús
hevði
gjørt
tað
møguligt
at
viðgerðin kundi verið veitt
har.
Hans Pauli Strøm stað
festir, at av læknafakligum
orsøkum verður mælt til, at
øll viðgerðin verður savnað
á einum stað, tí talan er um
sera tøkniliga viðgerð, sum
eisini krevur væl skikkað
starvsfólk fyri at tryggjað
dygdina í viðgerðini. Talan
er sostatt ikki um at flyta
sjúklingar til Havnar av
fíggjarligum ávum.
Jenis av Rana helt ikki,
at hetta var av læknafrøð
iligum ávum men at tað var
talan um at læknar á Lands
sjúkrahúsinum ikki vildi
missa viðgerðina. Og hann
helt, at tað kundi verið, at
aðrir læknar høvdu eina
øðrvísi meting av hesum.
Hinvegin ætlaði Hans
Pauli Strøm at spyrja íslend
ingar um, hví teir hava
savnað alla dialýsuviðgerð
á einum og sama stað, hóast
teir høvdu nógv sjúkrahús.
Annars upplýsti Hans
Pauli Strøm, at Suðuroyar
Sjúkrahús hevur fingið játt
an til ein yvirlækna afturat.,
-áki-
Suðuroyingar noyðast framvegis til Havnar
Føroya kendasta rundkoyring verður nú gjørd
Fyrilestur um íløgumentan
Hava útbúgving og kyn ávirkan á figgjarligu íløgur okkara? Hvør dugir betur at spara
upp til pensjón – menn ella kvinnur? Hvørjar útbúgvingar eru ein góð íløga? Og hvussu
ávirkar útbúgvingin okkara fíggjarligu íløgur? Mikukvøldið klokkan 19 verður almennur
fyrilestur í Miðlahúsinum. Juanna Schrøter Joensen, Ph.D. í búskaparfrøði, fer í almenn
um fyrilestri at greiða frá um íløgumentan. Fyrilesturin hevur heitið »Íløgumenten –
velja búskaparfrøðingar og konufólk øðrvísi?« Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya,
VMF, ið skipar fyri tiltakinum. Fyrilesturin er ætlaður øllum áhugaðum. Evnini fevna
víða, og tað ber til hjá øllum at fylgja við, og høvi verður eisini at seta spurningar.
Evnini, ið verða umrødd, verða dúgliga viðgjørd í miðlum í londunum kring okkum, og
økti áhugin fyri partabrøvum í Føroyum hevur eisini elvt til nógv kjak um hesi evni.