Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 227 - 22. november 2007 Jensen og Mejdahl út Danski Fólkaflokkurin vil hava minst tveir nýggjar limir í donsk-grønlendsku sjálvsstýrisnevndina. Flokkurin heldur, at Frank Jensen og Christian Mejdahl eiga at fara úr nevndini, tí teir eru ikki í Fólkatinginum longur. Hvørgin teirra stillaði upp til valið herfyri. Kristian Thulesen Dahl, sum er formaður í tingbólkinum hjá Danska Fólkaflokkin- um, sigur við JyllandsPostin, at bara fólkatingslimir eiga at vera í sjálvsstýrisnevndini. Ein fittur partur av teimum 450.000 krónunum, sum innsavningin hjá Reyða Krossi gav nakrar tímar ein leygardag fyrr í heyst, verður nú sendur vanlukkuraktum fólki í Bangladesh, Karibiu og Afriku Neyðhjálp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Reyði Krossur Føroyar hev- ur gjørt av at játta 300.000 krónur í neyðhjálp. Av hes- um fara 200.000 til Bangla- desh, 50.000 til Karibiu og somuleiðis 50.000 krónur til Afriku. Súni Vinther, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroyar, sigur, at neyðhjálp- in til Bangladesh verður veitt í sambandi við oyði- leggjandi illveður, sum hevur rakt landið, og sama er galdandi fyri Karibiu. Hjálpin til Afriku fer til fleiri lond, sum eru vorðin yvirfloymd av regni. - Hesar 300.000 krónurnar koma frá innsavingini við bússunum, sum skipað varð fyri ein leygardag fyrr í heyst. Innsavningin gav umleið 450.000 krónur og var ætlað vanlukkuraktum økjum úti í heimi. Hann sigur, at Reyði Krossur Føroya vildi leggja uppfyri – um vit so kunnu siga - við hesi innsavning, tí tað er eingin hjálp, um felagsskapurin situr við tómum pengakassa, tá kata- strofurnar raka. - Eftir innsavningina fór hesin peningur beinleiðis á kontu til kreppurakt øki, og nú hava vit so gjørt av, hvar hesar 300.000 krónurnar skulu brúkast, sigur Súni Vinther. Tú fylgir við Tað er Dansk Røde Kors, sum syrgir fyri, at penigurin kemur á rætt stað og soleiðis til tey kreppuraktu fólkini. - Altjóða Reyði Krossur, sum hevur høvuðssæti í Geneve, setir upp eina ætl- an um hjálpararbeiði. Fel- agsskapurin fylgir væl við, hvussu peningurin verður brúktur, og seinni kunnu fólk eisini lesa í frágreiðing á heimasíðuni, hvar pening- urin fór. Súni Vinther sigur, at øll kunnu fara inn á føroysku heimasíðuna www. redcross.fo og lesa um hjálpararbeiði, og haðani verður eisini víst til leinkjur hjá eitt nú Altjóða Reyða Krossi og nationalu felags- skapunum í fleiri ymiskum londum. Takksamur leiðari - Eg vil nýta høvi at takka øllum, bæði teimum, sum hjálptu okkum við at fyri- skipa innsavningina, teim- um, sum savnaðu inn fyri okkum – og ikki minst øll- um teimum mongu, sum lótu eitt oyra til neyðhjálpar- arbeiði, sigur ein takksam- ur dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroyar, Súni Vinther. - Altjóða Reyði Krossur, sum hevur høvuðssæti í Geneve, setir upp eina ætlan um neyðhjálpararbeiði, og tað er Dansk Røde Kors, sum syrgir fyri, at penigurin úr Føroyum kemur á rætt stað og soleiðis til tey kreppuraktu fólkini, sigur Súni Vinther Mynd: Vilmund Jacobsen Reyði Krossur Føroyar fer fyri fyrstu ferð at skipa fyri jólamarknaði, sum verður 1. desember hølunum í Vágsbotni Foreldraleys Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað skerst ikki burtur, at Reyði Krossur Føroya er ein aktivur felagsskapur, sum eitt nú skipar fyri nógv- um innsavningartiltøkum til frama fyri neyðstødd og kreppurakt kring um heimin. Og nú 1. desember er aft- ur eitt tiltak á skránni, har felagsskapurin fer at skipa fyri jólamarknaði í hølunum í Vágsbotni. Súni Vinther sigur, at marknaðurin, sum bert verður hendan eina dagin, letur upp klokkan 10 og verður opin til klokkan 15. - Endamálið við marknað- inum er at útvega pening til 35 foreldraleys børn í Zim- babwe. Tað er soleiðis, at føroyski parturin av Reyða Krossi syrgir fyri, at 35 foreldraleys børn í Zim- babwe fáa mat, klæði og skúla. Í fleiri førum eru for- eldrini deyð av sjúkuni aids. Hann sigur, at Reyði Krossur Føroya í nøkur ár soleiðis hevur syrgt fyri at lívbjarga 35 børnum í landinum, og tað eru eisini fólk og stuðlar, sum rinda eitt ávíst mánaðargjald júst til hetta arbeiði. - Hetta hjálpararbeiði kostar umleið 4.000 krónur um mánaðin, og í løtuni vantar okkum pening. Tí fara vit vit nú 1. desember at skipa fyri jólamarknaði, har ein øðrvísi loppumarkn- aður verður á skránni. Vit vóna, at vit við hesum fáa tað íkast, sum vantar í. Súni Vinther sigur, at eitt nú jóladekoratiónir kunnu keypast á marknaðinum, og eisini verður bakstur av ymiskum slagi, umframt annað, sum plagar at draga fólk til ein slíkan forvitnis- ligan marknað. - Tað er soleiðis, at Reyði Krossur kring um heimin miðjar eftir at hjálpa til- samans 53.000 foreldraleys- um børnum í Zimbabwe, og hesi 35 eru so okkara partur í verkætlanini, sigur dagligi leiðari í Reyða Krossi Føroyar. Hjálp til foreldraleys í Zimbabwe Í Zimbabwe eru nógv foreldraleys børn, sum hava mist síni foreldur av herviligu sjúkuni aids Reyði Krossur veitir 300.000 til kreppurakt