hósdagur 22. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 227 - 22. november 2007
Fáa sild inni við land
Íslendsk skip, sum hava fiskað sild á firðunum á
Vesturlandinum, hava roynt óvanliga nær landi, tí sildin
stendur so innarlaga. Eitt nú hevur sildin staðið inni á
Grundarfirði, og nú skriva íslendsk bløð, at á Breiðafirði
stendur sildin eisini heilt inni við land. Í vikuni mátti eitt
skip biðja um loðs fyri at koma á fiskileið, tí sildin stóð so
innarlaga. Skiparar hava eisini kært seg um, at reiðskapurin
hevur fingið skaða, tí teir royna so nær landi.
Fleiri ferðast til Íslands
Altjóða flogvøllurin í Keflavík fær altsamt størri týdning
fyri ferðafólkaflutningin millum Ísland og umheimin.
Hagtølini vísa, at tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár komu
413.000 ferðafólk til Íslands um vøllin í Keflavík, og er
tað 15 prosent fleiri enn somu mánaðir í fjør. Í oktober var
talið 6,5 prosent størri enn í oktober í 2006. Hagtølini vísa,
at ferðafólkastreymurin úr flestu londum er í vøkstri, og at
fólk nú eisini ferðast um várið og um heystið.
P/f Thomson er eitt
felag, sum útflytir
feskar fiskavørur úr
Føroyum. Felagið er
dóttirfelag hjá Thom
son International
í Scrabster. Nú um
dagarnar hevði hval
biartrolarin Sjaga
klettur eina sera góða
upsasølu hjá hesum
felag
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er áhugavert, tá ið vinn
an letur okkum frætta um
góðar sólskinssøgur. Soleið
is var nú um dagarnar, tá ið
vit frættu frá Ludvík Justin
ussen hjá P/F Thomson.
Eins og Ludvig setti seg í
samband við okkum, eru
aðrir/ og onnur vælkomin
at gera tað sama, tá okkurt
áhugavert rørist í vinnuni.
Leygardagin var djúp
vatnstrolarin
Sjagaklettur
úr Hvalba hjá okkum í
Scrabster.
Meginparturin
av veiðini var upsi, stívliga
136.000 pund. Skipið hevði
umleið 16.000 pund av hvít
um fiski aftrat upsanum.
Óhoyrdur prísur
Ludvík sigur, at Sjagaklettur
hevði
eina
sera
góða
upsasølu. Nettoprísurin fyri
upsan var nevniliga 9 krón
ur fyri kilo. Hetta má sigast
at vera framúr prísur fyri
eina heila last av upsa.
Eg veit ikki um líknandi
prísir fyri eina heila last av
upsa, hvørki í Føroyum ella
Scrabster, og tí má henda
sølan hjá Sjagakletti sigast
at vera serstakliga góð.
Ludvík Justinussen sigur,
at samlaða søluvirði hjá
hvalbiartrolaranum hendan
túrin var stívliga 800.000
krónur, ið er ein sera góður
túrur
eftir
fýra
dagar
roynd.
Hvør er Thomson?
Vit kunnu leggja aftrat, at
P/F Thomson er eitt felag
sum útflytir feskar fiskavør
ur úr Føroyum. Felagið er
dóttirfelag hjá Thomson
International, sum liggur í
Scrabster.
Thomson
International
tekur sær serliga av at landa
og
selja
lastirnar
hjá
føroykum skipum.
Sjagaklettur sera góða sølu
Sjagaklettur fekk 9 krónur netto
fyri kilo av upsa í Scrabster. Tað er
sera góður prísur. Skipið fiskaði í
fýra dagar og seldi fyri meira enn
800.000 krónur tilsamans
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í vikuni hevur Land
ingarmiðstøð Føroya
í Klaksvík landað
fleiri skip, og fleiri
línuskip koma eisini
inn at landa í morgin.
– Hetta kemur ótrú
liga væl við, sigur
landingarformaðurin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú kann av røttum sigast,
at tað bragdaði ordiliga aft
ur í Klaksvík. Tað hevur ver
ið heldur slakt við landing
um í seinastuni. Fiski
skapurin hevur verið lakur,
bæði hjá ísfiskatrolarum og
línuskipum. Men nú er líkt
til, at batar eru at hóma.
Meira fiskur kemur upp á
land, og fiskaprísirnir eru
framvegis góðir – um enn
teir eru eitt sindur skift
andi.
Í morgun landar línu
skipið Ågot umleið 90.000
pund, sum teir hava fingið á
Íslandsrygginum. Eini 80%
av veiðini er toskur, og rest
in er ein blandingur av øðr
um fiskasløgum, har blá
longan helst telir mest.
Hetta er ein góður túrur
hjá Ågot. Teir seldu um upp
boðssluna í gjár, og samlaða
søluvirði var yvir eina
miljón krónur. Fiskaprísirnir
vóru heldur lakari í gjár enn
í fyrradagin, men kortini
hevði Ågot eina góða sølu.
Ågot hevur havt einar 11
12 setur á hesum túrinum.
Í morgun liggur eisini
línuskipið Froya og landar.
Teir hava eini 65.000
70.000 pund, sum teir hava
fingið á djúpum vatni undir
Føroyum. Ein stórur partur
av veiðini er longa og
brosma.
Froya hevur havt einar 9
setur.
Ísfiskatrolararnir,
Nón
hamar og Fjalshamar, land
aðu eisini í Klaksvík fyrr í
vikuni. Teir hava ikki verið
langan túr, men vóru at
kalla fullir.
Hjá øðrum skipinum var
okkurt í ólagi við maskinar
ínum, men nú er í lagi aftur,
og væntandi loysa skipini
hvørja løtu.
Aðrir bátar, sum Landing
armiðstøð Føroya hevur
landað hesa vikuna, eru trol
báturin Varðin, snelluskipið
Havsbrún
og
línuskipið
Skørin.
Í morgin koma fleiri
línuskip inn at landa.
Vit vænta Polarstjørnuna,
Helenu, Grana, Fugltúgvuna
og ísfiskatrolararnar Safir
og Smaragd. At gongd nú
tykist vera komin á aftur,
kemur ótrúliga væl við hjá
okkum øllum, sum eru
tengd at fiskivinnuni her
norðuri, sigur landingarfor
maðurin, Pól Fuglø.
Nú bragdaði
aftur í Klaksvík
Ågot hevur gjørt ein góðan túr. Teir hava verið á Íslandsrygginum, har 80% av veiðini hevur
verið toskur. Í gjár seldi Ågot fyri meira enn eina miljón. Tað er ófør søla
Mynd: Vilmund Jacobsen