Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 227 - 22. november 2007 Úr huginum at varð­ veita spratt hugskotið um eitt býaratlas fyri Tórshavn, og í gjár kundi arbeiðs­ bólkurin – ógvuliga passandi umborð á Westward Ho – handa borgarstjóranum lidna úrslitið BÝARATLAS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var sluppin Westward Ho, sum setti karmarnar um handanina av fyrsta før­ oyska býaratlasinum. Og tað fór ikki óansað aftur við borðinum, tá formaðurin í arbeiðsbólkinum, Jógvan Arge, beyð vælkomin og hugleiddi eitt sindur um týdningin av einum slíkum býaratlasi. ­ Varðveitingin av West­ ward Ho spratt úr huginum hjá monnum at goyma minnir úr siglingar­ og fiski­ vinnusøguni. Tað var eitt gott átak, sum fekk stóra undirtøku, og sum elvdi til, at fleiri skip og deksbátar vórðu varðveitt, segðí Jógv­ an Arge. Men hugurin at varðveita røkkur longur enn til sigl­ andi førini, og nevndi Jógv­ an Arge eisini Skeiva Pakk­ hús, Müllers Pakkhús og fabrikkina hjá Østrøm. – Havnin er eisini tiltikin fyri sín gamla býarpart. Tað er so at siga eindømi, at tann gamli býurin í einum høvuðsstaði stendur uppi allur, sum hann er – sum eitt søguligt prógv um, at undir hesum umstøðum baldust tey, sum undan fóru. Og útlendingar hámeta okkum fyri tað skilagóða arbeiði, sum á sinni varð gjørt fyri at varðveita Tinga­ nes og Reyn, segði Jógvan Arge. Formaðurin í arbeiðsbólk­ inum helt fram við at siga, at tey í býráðnum ikki hildu setningin loknan enn, og serliga høvdu tey rent seg í manglandi og ikki nóg væl skipaða vitan um bygningar, býlingar og umhvørvi í høv­ uðsstaðnum. Og hetta hevur so aftur ført til, at ilt hevur verið at mett um, hvørt ein bygningur ella okkurt ann­ að skal koyrast burtur, um­ byggjast ella varðveitast, tá nýggjar ætlanir síggja dag­ sins ljós. Týðandi grundarlag ­ Til tess at verða betur fyri á hesum øki, samtykti byggi­ og býarskipanar­ nevndin og síðani býráðið fyri hálvum triðja ári síðani, at farast skuldi undir at gera eitt sonevnt býaratlas. Ein stórur partur av hesum arbeiði hevur verið at skrá­ seta bygningar og umhvørvi í býnum og síðani at meta um, antin tey eru varðveit­ ingarverd ella hvussu varð­ veitingarverd tey eru, segði Jógvan Arge. Hann ivaðist ikki í, at hetta býaratlas í framtíðini fer at verða eitt sera hent amboð hjá býarplanleggj­ arum, tí nú fyriliggur hollari vitan um, hvat finst í bý­ num, og tí ber betur til at gera tilmæli um eitt nú end­ urnýtslu av virðum, vegum, fornlutum, umhvørvum, bygningum og øðrum. ­ Býaratlasið kann saman við heildarætlanini gerast eitt týðandi grundarlag fyri orðaskiftinum um arkitek­ turpolitik, eins og tað kann fremja samskiftið millum borgarar og myndugleikar, tí tað er lætt lisið og her kann ein og hvør ogna sær grundleggjandi vitan um býin, segði Jógvan Arge. Formaðurin í arbeiðsbólk­ inum vísti á, at ikki alt, sum skrásett er og mett er um, finst í sjálvum atlasinum, men har eru kortini nógv dømir, sum eru væl lýst. Og tað, sum ikki er í atlasinum, finst hjá býarumsitingini og verður atkomiligt. ­ Hetta er fyrsta býaratlas í Føroyum. Hetta er eitt initiativ, sum Tórshavnar Kommuna hevur tikið, og vit hava lagt okkum eftir at brúka altjóða leistin SAVE, so at framferð og úrslit lætt­ liga kunnu samanberast frá landi til land og frá komm­ unu til kommunu, segði Jógvan Arge millum annað, tá nýggja býaratlasið varð presenterað umborð á West­ ward Ho í gjár. Handbók fyri framtíðina Tvætl við byggi­ loyvum BÝARATLAS Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Ein av limunum í arbeiðs­ bólkinum, sum hevur stað­ ið fyri verkætlanini um býaratlas, er fyrrverandi býararkitekturin, Gunnar Hoydal. Hann segði tað koma eitt sindur óvart á, at hann skuldi siga nøkur orð á samkomuni í sam­ bandi við, at atlasið varð almannakunngjørt. Men hann valdi so – eitt sindur improviserað, sambært honum sjálvum – at hug­ leiða eitt sindur um tíðina, tá ein umsiting veruliga skuldi innarbeiðast í Tórs­ havnar Kommunu. Tað var ikki altíð líka væl móttikið, at menn skuldu hava byggiloyvir til hús teirra, og serliga teir gomlu hildu lítið um, at eisini byggiloyvi kravd­ ist til eina umbygging. Tað hildu teir vera tað reina tvætl. Somuleiðis var ídnið fyri at varðveita gomlu húsini og bygningarnar ilt at fáa eyga á. Hann visti um ein mann at siga, sum fyri honum hevði skotið upp, eina illveðursnátt á landsynningi at seta eld á ytst á Tinganesi og síðani lata brenna. Men alt, sum kundi skavast saman av brandmonnum skuldi standa klárt á Vaglinum, so eldurin varð steðgaður har. ­ Og hann segði tað í álvara, undirstrikaði Gunn­ ar Hoydal. Hann visti eisini um ein Lavamann at siga, at tá hesin skuldi umbyggja kravdist honum eyðvitað byggiloyvi, men hetta helt Lavamaðurin lítið um. Gunnar royndi at argu­ mentera fyri seg, men nýsligin húsaeigari skjeyt Lavamaðurin upp, at teir báðir bara kundu býta um hús, um alt var so gott við Lavahúsunum. Tað var Gunnar Hoydal tó ikki heilt við uppá. Men soleiðis var í teirri tíðini, tá umsitingin veru­ liga skuldi strukturerast. Jógvan Arge hevur verið formaður fyri arbeiðsbólkin, sum hevur staðið fyri at gjørt nýggja býaratlasið. Her handar hann borgarstjóranum fyrsta eintakið Mynd: Jens Kristian Vang Funnu gamlan fisk Amerikanskir og evropeiskir granskarar siga seg hava funnið eitt næstan 400 mió. ára gamalt tekin um lív á Svalbard. Andrew Steele, sum er professari hjá amerikonsku rúmdarumsitingini NASA, sigur við Aftenposten, at teir hava funnið leivdirnar av einum fiski, sum var á lívi fyri umleið 380 mió. árum síðani. Hann sigur hetta vera sera áhugavert í sambandi við kanningar í rúmdini, tí tað vísir, hvussu leingi náttúran kann goyma tekin um lív. Tað er kalt at arbeiða sum garnskari á Svalbard (Mynd: Aftenposten)