hósdagur 22. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 227 - 22. november 2007
Inuittar blivu misbrúktir
Katólska kirkjan í USA hevur gjørt av, at 110 fólk í nøkrum bygdum í
Alaska skulu fáa tilsamans 50 mió. dollarar í endurgjaldi, tí
jesuittaprestar og -trúboðarar misbrúktu teir flestu dreingirnar í
bygdunum kynsliga í árunum frá 1961 til 1987. Tað eydnaðist prestunum
og trúboðarunum at fjala brotsverkið, sum tó kom undan kavi í 2002, tá
katólska kirkjan í USA mátti í rættin í fleiri slíkum málum. Fleiri av
teimum misbrúktu dreingjunum beindu fyri sær.
Teir misbrúktu fáa umleið 2,5 mió. krónur
í part í endurgjaldi (Mynd: Los Angeles Times)
Tosa um
ábyrgd
og við
kvinnur
Hetta vikuskiftið
fær Keldan í
Skálafirði vitjan av
hjúnunum Erik og
Hildu Bedsvaag.
Møtir verða hildin
frá fríggjakvøldi til
sunnudag
Leygarmorgunin verður
eitt serstakt kvinnumøti,
har Hilda ynskir at tosa
við føroyskar kvinnur.
Sagt verður um hana,
at hon hevur nógv uppá
hjartað til kvinnuna. Hon
gav herfyri út eina bók,
sum umtalar kvinnuna
burturav, og tí hevur hon
nógv at siga frá.
Samstundis við hetta
tiltakið kemur Lydia Pet-
ersen úr Klaksvík at
vitja. Hon er litráðgevi
og kemur at geva kvinn-
unum ráð um sniðskap
og litir.
Seinnapartin
leygar-
dagin verður fundur, har
Erik fer at tosa um
leiðslu. Við hetta høvið
ynskir hann at hitta fólk
innan leiðslu og ábyrgd
fyri tænastum í samkom-
um kring landið.
Vitjanin endar sunnu-
dagin kl. 17, tá Erik
Bedsvaag talar við eitt
møti í samkomuni.
sb.
Tríggir stoyttu saman
Tríggir bilar í samanstoyti um 16:30-tíðina í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
Seinnapartin í gjár var eitt
ferðsluóhapp við innkoyringina til
Sandvíkarhjalla. Tríggir bilar vóru
við í samanstoytinum. Av
Polistiøðini í Havn verður upplýst,
at teir hava skrivað frágreiðing í
málinum. Neyðugt var hjá tí eina
bilføraranum at fara á
Landssjúkrahúsið til kanningar.
Hann hevði smekkað andlitið í
frontrútin og brotið nøsina, helst tí
at hann ikki sat í trygdarsela. sb.
Hjúnini Erik og Hilda
Bedsvaag vitja í Skálafirði
hetta vikuskiftið
Eingin snellufiskur at fáa
Sandur:
Snellubátarnir
sum royna vestanfyri hava
lítlan fiskiskap í løtuni.
Hetta hendir, hóast veðrið
er gott.
- Tað sær út sum um fisk-
urin er uppi hesaferð, skriv-
ar heimasíðan bkv.fo.
Sagt verður, at línubátarnir
kortini fáa eitt sindur meiri.
Hinvegin kunnu menn
fegnast um, at prísurin er
sera góður.
sb.
Snellubátarnir av Sandi hava
lítlan fiskiskap í løtuni
Mynd: bkv.fo
Skulu hereft
ir velja í
ítróttar
høllini
Vestmanna: Fólkatings-
valið í farnu viku var
seinasta valið, har vest-
menningar skuldu á val á
kommunuskrivstovuni í
bygdini.
Á seinasta bygdaráðs-
fundi varð tosað um at
flyta valstaðin hjá vest-
menningum í ítróttar-
høllina í bygdini.
Tilmælið frá trivnað-
arnevndini um hetta varð
einmælt samtykt.
Nú verður meiri høg-
ligt hjá eldri fólki og
rørslutarnaðum at sleppa
á val.
sb.