hósdagur 22. november 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 227 - 22. november 2007
tíðindi
Tað er ikki á hvørjum
degi, at eitt nýtt
føroyskt brettspæl
verður lagt fram.
Henda serstaka
møguleikan fingu
klaksvíkingar í gjár, tá
spælið TALENT varð
lagt fram
Spøl
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Hetta er eitt
ótrúliga gott og spennandi
spæl, sigur Hilmar Daniel-
sen úr Klaksvík.
TALENT er eitt talentfult
spæl, har góður møguleiki
er at royna síni kreativu og
listarligu evni, men tað er
ikki verri at vera vitandi og
hava almennan áhuga.
Hilmar hevur sjálvur ver-
ið við til at royndarspæla
hetta nýggja spælið. Og
hetta hevur verið honum og
familjuni til stóra gleði og
fragd.
- Ja, vit hava veruliga
hugnað okkum við tí. Tað
er spennandi at byrja eina
ferð her í Klaksvík og síð-
ani enda onkustaðni úti í
verðini, sigur hann.
Spælið er eitt reint før-
oyskt hugskot og ein rein
føroysk framleiðsla. Marjun
og Palli Ziskason, og
Jóngerð Biskopstø og
Steintór Rasmussen, øll úr
Klaksvík, hava evnað tað til
við góðari hjálp frá øðrum.
Spælið er komið í handlar-
nar, og fæst kring alt land-
ið.
Tað besta av tí besta
Hilmar og familja hansara
hava altíð dugað væl at
hugna sær saman við at
spæla ymisk brettspøl –
millum annað Settlers, Risk
og Trivial.
- Hetta spælið er eitt ótrú-
liga spennandi spæl, har
ein hevur tikið tað besta
burtur úr øllum hinum spøl-
unum og savnað tað saman
í eitt einstakt spæl, sigur
hann.
Fyri hann hevur tað eisini
stóran týdning, at fólkini
aftan fyri spælið eru úr
Klaksvík. Tað er eitt tekin
um, at tað finnast fólk við
hugflogi og áræði í býnum
og sum tora at bróta upp úr
nýggjum.
Hinvegin fegnast hann
eisini um, at tað eru Føroyar
sum eru í miðdeplinum,
ikki minst nú ið so nógv
verður tosað um hvussu
okkara land stendur seg í
alheimsgerðini.
- Tá ein spælir hetta spæl-
ið, fær ein líkasum eina
kenslu av at vera ein heims-
borgari, sigur Hilmar við
einum brosi.
Keypa seg burtur úr
Í spælinum fáa luttakararnir
møguleikar fyri at royna
seg á ymiskan hátt og við
ymiskum evnum.
Hugskotið við tí er, at øll
skulu kunnu luttaka, og øll
skulu kunna læra nakað
nýtt, samstundis sum ein
kann nýta síni skapandi
evnir, vera heppin og brúka
handilsligt snildi.
Sjálvur er Hilmar ikki so
góður at tekna, men hóast
hetta kann hann saktans
brúka síni evni á øðrum økj-
um í spælinum.
- Ein hevur nevniliga
møguleika at keypa seg
burtur úr teimum greinun-
um, har ein er veikur. Tí er
hetta eitt so sera stuttligt
spæl, sigur hann.
Spælið er fyri alla familj-
una, og er væl hóskandi at
hava eitt barn og ein vaksn-
an í sama parti. Annars er
spælið vælegnað til fólk frá
tannárunum og uppeftir.
Umframt brettspælið ber
eisini til at fáa ein forsmakk
uppá tað on-line. Ein heima-
síða er gjørd, har fólk kunnu
royna seg í fyrsta umfari,
áðrenn tey møguliga avgera
at keypa spælið.
Heimasíðan er
www.talent.fo
Følir seg sum ein
heimsborgara
Hilmar Danielsen
(fremst) er fegin um
hetta nýggja spælið:
- Spurningarnir eru
sera stuttligir og
viðkomandi, sigur hann
Mynd: Snorri Brend
Jóngerð Biskopstø greiðir frá um spælið
Mynd: Snorri Brend
At hava TALENT
Vit hava við okkara evnum roynt at gjørt
TALENT soleiðis, at øll, so ella so, kunnu vera
við. Tey, sum hava og ynskja meira ítøkiliga
vitan, og tey, sum eru meira skapandi og kunnu
átaka sær nýggjar ókendar upp gávur og
leiklutir.
At hava talent kann ljóða sum ein íborin
fyrimunur, men at vera føddur við góðum
gávum er tó ikki nokk. Tað er gamal bíbilskur
vísdómur, at vit skulu brúka tær talentir, sum
vit eiga.