hósdagur 22. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 22. november 2007
19
tíðindi
vði krabbamein
- Teir spurdu meg, hvat
feilti, og eg segði, at
mamma var sjúk, og at hon
hevði krabbamein. Leivur
minnist ikki, hvat vinmenn-
inir søgdu, men tað kendist
gott, at teir vistu tað. Føð-
ingardagurin var útsettur til
dagin eftir, og tí fingu hini
vinfólkini tað eisini at vita.
- Vinfólkini hjá honum
vóru ótrúliga fitt, greiðir
Turið frá.
- Tey komu inn í stovuna
og søgdu, at tað var keðiligt,
at eg var sjúk, og at for-
eldrini hjá teimum kundu
ikki trúgva, at eg var rakt,
minnist Turið.
Eldra dóttirin, Guðrun,
sigur, at hon ikki fortaldi
tað fyri sínum vinkonum
beinanvegin. Tað orkaði
hon ikki. Men hon visti, at
besta vinkonan visti tað.
- Eg orkaði ikki at snakka
um tað ella at hugsa um
tað, greiðir Guðrun frá.
- Men eg hugsaði nógv
álíkavæl. Eg hugsaði ofta:
Hvussu hevur mamma tað
nú.
At liva við
krabbameini
Fyri einum árið síðani setti
Føroya felag móti krabba-
meini ein serligan barna-
bólk á stovn. Børnini hjá
Turið vóru bjóðað við, og
ein
sálarfrøðingur
kom
heim at práta við tey.
Hetta var aftaná, at við-
gerðin hjá mammuni var lið-
ug, og bæði Guðrun og
Leivur høvdu hug at muta
ímóti, men tey fóru øll, og
tað eru tey glað fyri.
Guðrun sigur, at tað hev-
ur verið gott at vera saman
við øðrum, sum hava verið
ígjøgnum tað sama sum tey.
Leivur er samdur.
- Tað hjálpir at tosa um
tað, so man ikki goymir
upp á sorgina so ræðuliga
leingi, sigur hann. Besti vin-
maður hansara hevði eisini
ein pápa, sum varð sjúkur
og doyði av krabbameini
um somu tíð, sum mamma
hansara var sjúk.
- Vit tosaðu nógv saman,
og tað hjálpti mær nógv. Vit
vóru í sorg, og hann føldi
tað sama, sum eg føldi, sig-
ur Leivur. Tað var eisini
hart, at pápin hjá vinmann-
inum doyði, og Leivur hugs-
aði nógv um, hvussu tað fór
at
vera,
um
mamman
doyði.
- Eg hugsaði um, at eg
kanska skuldi liva restina
av lívinum bara við babba
og systrunum. Tað var nóg
ringt, tá mamma onkuntíð
fór á pedagogskeið í nakrar
dagar – og so í eitt heilt lív,
sigur Leivur við einum
lítlum smíli.
Men
mamman
vendi
aftur til lívið, og hugnaliga
stovan við tí góða útsýnin-
um yvir Nólsoyarfjørð er
full av hugnaligari, kvinnu-
ligari nærveru. Fitti síð-
hærdi gravhundurin, Luddi,
liggur og snorkar á gólv-
inum, og 8 ára gamla Lív
minnir mammu sína á, at
nú má hon koma at koyra
seg til fimleik.
Hundurin Luddi er eitt livandi minni um, at mamman einaferð var sjúk men bleiv frísk aftur. Turið og maðurin keyptu Ludda í Danmark, tá hon var liðug við stráluviðgerðina, og í dag er hann ein
náttúrligur partur av lívliga gerandisdegnum hjá Leivi, Guðrun, Lív og foreldrum teirra