hósdagur 22. november 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 227 - 22. november 2007
tíðindi
Tá ið ein mamma fær
krabbamein rakar
tað alla familjuna
á serligan hátt.
Hetta vita 17 ára
gamli Leivur, 13 ára
gamla Guðrun og 8
ára gamla Lív. Fyri
skjótt tveimum árum
síðani gjørdist sorg
og stúran partur av
teirra gerandisdegi, tí
mamma teirra, Turið
Horn, hevði fingið
krabbamein
bróstkrabbi
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Børnini fylla nógv, tá ið
Turið greiðir frá tíðini, sum
hon hevði krabbamein, og
sjúkraviðgerðin verður lýst
við merkisdøgum hjá børn
unum. Dagurin, tá ið hon
fekk at vita, at krabbameinið
hevði spreitt seg, var átta
dagar eftir, at Lív fylti sjey.
Hon fór til Danmarkar sama
mánað, sum Lív byrjaði í
fyrsta flokki. Og sjálvur
dagurin, tá ið krabbameinið
varð staðfest, var 15 ára føð
ingardagurin hjá Leivi.
Men meðan mamman
stúrdi
fyri
børnunum,
syrgdu og stúrdu børnini
hinvegin um mammuna.
Tey snakkaðu bara ikki so
nógv um tað. Nú skjótt tvey
ár aftaná tann ræðuliga dag
in, og eitt ár eftir at mamm
an varð liðug við viðgerðina,
sita tey rundan um stovu
borði saman við mammuni
og fortelja, hvussu tað var
at hava eina deyðasjúka
mammu.
Dagurin, tá ringu boðini
komu, fyllir nógv. Leivur
hevði bjóðað vinum í føð
ingardag um kvøldi, og
tveir vinnmenn komu við
honum heim úr skúlanum.
Tá teir komu inn, fóru
vinmenninir beint upp í
kamarið hjá Leivi at spæla
playstation, meðan hann fór
inn í køkin. Men har var
okkurt heilt galið. Mamm
an, pápin, omman og abbin
og 11 ára gamla systirin
vóru øll har, og tey grótu
øll.
Hon fer at doyggja
Guðrun, sum nú er tann
áringur og skjótt fyllir fjúrt
an, minnist eisini væl hesa
løtuna. Hon kom fyrst heim
úr skúlanum.
Tey stóðu øll og grótu,
og eg tonkti, at onkur var
deyður. Eg lat bara sum
einki og setti meg inn í
stovuna. So komu tey inn í
stovuna til mín og greiddu
mær frá, at mamma var
sjúk, men at tað fór at
ganga, og at hon fór at
verða frísk aftur, greiðir
Guðrun frá. Hon minnist at
hon hugsaði: Krabbamein,
so fer mamma at doyggja.
Yngsta dóttirin, Lív, var
seks ár og gekk í barnagarði.
Tey størri børnini komu
heim úr skúla, meðan for
eldrini framvegis vóru púra
skelkaði, men áðrenn Lív
kom úr barnagarð, fingu
foreldrini tíð at hugsa seg
um. Turið orkaði tó ikki at
fortelja tað fyri seks ára
gomlu dóttrini beinanveg
in.
Tað var ræðuligt at for
telja tað fyri Lív. Eg hevði
havt tíð at hugsa so nógv, at
eg veruliga skilti, hvussu
álvarsamt tað var, sigur
Turið. Hon ringdi eisini til
barnagarðin hjá Lív og
greiddi teimum frá støðuni,
so tey kundu hjálpa og
stuðla Lív, meðan hon var í
barnagarði.
Tú kanst síggja
høvdið
Lív spurdi ikki nógv og
vísti ikki nógva sorg, men
av tí at Turið hevði eitt so
gott samskifti við pedagogin
hjá dóttirini, fann hon út av,
at Lív eisini hugsaði nógv.
Pedegogurin tók sær
ómetaliga
væl
av
Lív.
Onkuntíð fór hon túrar
einsamøll saman við henni
og prátaði við hana. Og Lív
segði meira fyri henni enn
fyri mær, millum annað, at
hon var bangin fyri, at eg
fór at doyggja, greiðir Turið
frá.
Ótilvitað royndu børnini
nokk øll at verja mammuna,
og tey høvdu eisini brúk
fyri at vera glað og jalig.
Meðan vit sita og práta,
spyr Turið yngstu dóttrina,
um hon minnist hinaferð, tá
ið hon kom inn á wcið, tá
mamman stóð og setti turri
klæði á høvdi. Lív flennir
og Turið fortelur:
Hon sá sikkurt, at eg
hevði grátið, og hon hugdi
upp á meg og segði:
Mamma, tú skalt ikki vera
kedd, tí nú sleppur tú at
síggja títt høvd, sigur Turið,
og tey flenna øll.
Eldra dóttirin, Guðrun,
sigur, at hon hugsaði um,
hvat hon segði við mammu
sína, meðan hon var sjúk.
Áðrenn mamma gjør
dist sjúk, skeldaðust vit
báðar nokk so nógv, men
meðan hon var sjúk, royndi
eg ikki at skeldast við hana,
tí so bleiv eg alt ov kedd,
sigur Guðrun.
At hava onnur
Tá Leivur hevði prátað við
foreldrini, og tey høvdu
greitt honum frá, at mamm
an hevði krabbamein, fór
hann upp til vinnmennirnar.
Teir sótu og spældu play
station, og hann setti seg á
seingina.
Mamma he
Turið Horn hevur lagt stóran dent á opinleika mótvegis børnunum í sjúkratilgongdina. - Eg vil verja tey, men eg haldi, at eg verji
tey best við at vera opin. Nú vita tey, at mann kann blíva frískur, um mann fær krabbamein, og tey hava lært, at tað er okey at
vera bangin, sigur mamma Leiv, Guðrun og Lív
Tú kanst gera mun!
Føroya Felag móti Krabbameini kannar, hvussu tað er
At liva við krabbameini
Við at luttaka í kanningini, ert tú við til at hjálpa øðrum
Vilt tú taka lut ella vita meira um kanningina?
Ring til 217957 ella 217959
ella send teldupost til
ffk@krabbamein.fo
Og vit senda tær
eitt spurnarblað
Føroya Felag
móti Krabbameini
FØROYA FELAG MÓTI KRABBAMEINI
Grønlandsvegur 58. Boks 1216 . FO-110 Tórshavn
Tlf. +298-317959 . Telefax +298-315727 e-mail ffk@krabbamein.fo
The Faroese Cancer Society
Føroya
felag
móti
krabbameini ger í løtuni
kanning um, hvussu tað
er at liva við krabbameini.
Fleiri fólk hava longu
svara
spurnarbløðum,
men felagið er framvegis
áhuga í fleiri luttakarum
fyri at fáa eina so breiða
og greiða mynd sum
møguligt.
Fleiri og fleiri fáa
staðfest krabbamein, og
tey
flestu
merkja
avleiðingar av sjúkuni
langa tíð, eftir at tey eru
vorðin frísk. Kanningin
letur
tey,
sum
onkursvegnu
eru
ella
hava
verið
rakt
av
krabbameini, koma til
orðanna. Hetta fyri at
kortleggja
upplivingar
hjá
tí
sjúkurakta
í
sambandi við, at sjúkan
er vorðin ein partur av
teirra gerandisdegi, og
fyri at geva sjúklingum
best møguliga viðgerð og
ráðgeving í framtíðini.
Tey,
sum
ynskja
at
luttaka, skulu skunda
sær, tí kanningin skal
vera liðug í ár.
Eftirlýsa fólk sum
liva við krabbameini
Børn og ung, sum hava
foreldur, ið eru lívshótt
andi sjúk, eru ofta ógvu
liga einsamøll við sínum
tonkum og ótta. Tí bjóðar
Krabbameinsfelagið
børnum upp til 18 ár, at
hittast í einum forum, har
tey fáa sett orð á sínar
kenslur og kunnu hitta
onnur børn í somu støðu.
Tilboðið byrjaði sum ein
royndarverkætlan í fjør,
og vóru royndirnar so
góðar, at Krabbameins
felagið hevur gjørt av at
taka táttin uppaftur. Fam
iljur, sum ynskja at børn
teirra koma í samtalubólk,
kunnu venda sær til
Krabbameinsfelagið.
Børnini hittast eina ferð
aðru hvørja viku í einar
tveir til tríggjar tímar
hvørja ferð. Her kunnu
tey tosa saman um eitt nú
kenslur, ótta og vón,
uttan at taka atlit til onnur
enn seg sjálvi.
Nýggir samtalu
bólkar fyri børn
www.sosialurin.fo