hósdagur 22. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Johan
var
upprunaliga
reiðari og handilsmaður
úti í Skansagarði á Reyni.
Men á sínum eldri døgum
gjørdist hann fyrsti skrivari
í Tórshavn, eftir at býurin
gjørdist keypstaður.
Keldan til hesa grein er
abbasonurin Heri Mohr og
taka vit brot burtur úr tí,
sum hann hevur skrivað
um abban.
Um arbeiðið hjá abbanum
skrivar hann:
Eg havi hoyrt mangt og
hvat um abbasa virksemi
og arbeiði sum reiðari og
býráðsskrivari.
Eg
skal
greiða frá eini lítlari hend
ing á kommunukontóri
num.
Ein
arbeiðstakari
hevði fingið arbeiðið at
gera eina brúgv, og so hvørt
sum arbeiðið varð gjørt,
skuldu ávegisgjøld gjaldast.
Tá eina ferð umbøn um
gjald, váttað av formanni
num í teknisku nevnd, kom
á borðið hjá abba, noktaði
hann at gjalda, tí eftir
hansara áskoðan var nóg
mikið goldið fyri gjørt
arbeiði. Hvør skal siga:
Gerið arbeiðið fyrst!
Fyri nøkrum árum síðani
kom eg at standa undir
liðini á Mass á Velbastað
til eina jarðarferð. Hann
spurdi meg, hvør eg var. Tá
eg svaraði, at eg var
abbasonur Vilhelm Mohr,
segði hann so hart, at
næstan øll, ið stóðu har,
hoyrdu: »Eg sigldi við
Livingstone og Vilhelm
Mohr var reiðari. Tá ið vit
komu av suðurlandinum
inn á Vestaruvág, kom
hann við róðrarbáti okkum
á møti og umborð. Hann
gjørdi upp lastina, keypti
hana og avroknaði túrin í
hondina. Hann takkaði so
manningini og avtalaði
næsta túr. Jú, har var skil
í.«
Tá ið Vilhelm doyði 6.
mars 1941 skrivaði M. S.
Viðstein millum annað í
minningarorðunum:
»Hann loyvdi ikki sólina
at seta uttan at hava avrikið
sítt dagsverk, hvørt tað var
stórt ella eitt sindur minni,
enn hann sjálvur kundi
ynskt tað. Hann var virk
isfúsin og íðin í sínum
starvi, og tí var hann eisini
tann
álitismaður,
sum
mong umboð hevði um
hendi, og hann legði einki
hálvgjørt frá sær. Hann var
góður við sólina og ljósið.
Og tað er ikki longur síðan
enn ein útsynningsdrignan
morgun seinasta summar,
at hann hevði tað á orði, tá
ið vit talaðu saman: »Ill
fýsið og sólarleyst er í
morgun,« segði hann. So
bar hann í bøtuflaka fyri
sólina og legði afturat:
»Sólin kann ikki koma
fram. Guðs sól kann ikki
skína
niður
á
hesi
menniskju, ið skikka sær
so illa. Sólin og kríggj
hóska ikki saman, tí sólin
er lív, meðan kríggj er
deyði.«
Hann sá ikki altíð kvøld
arsólina fara um Reynið, tí
hann fór vanliga tíðliga til
hvíldar. Men morgunsólin
var honum altíð kærast, og
hann leit mangan undrandi
at henni snimma, sum hann
altíð var á fótum.
Hann
var
botnfastur
kristin og vannbøn kom
ikki av hansara munni.
Orð Ingemanns »Lykke
ligst at hvile paa en fuldendt
Gerning,« gjørdi hann til
síni.«
Víðari skrivar Mourentius
í Horvnar Havnarmyndir:
»Men tá ið tveir hvalir
rendu seg inn í støðna beint
undir neystinum hjá Saka
risi
ovurjekaranum,
tá
skilti eg, at hetta var álv
arsamur dystur. Og at tað
afturat var ein blóðugur
dystur, fekk eg eisini prógv
fyri, tá ið Vilhlem Mohr,
handilsmaður á Skansa
garði, kom undan Barna
stovuneystinum við stórum
knívi í hondini og leyp
oman á støðna og skar
hesar stóru hvalir á háls.
Vilhelm Mohr var altíð
mætur maður í mínum
eygum, og tað økti um
virðingina, ið eg hevði fyri
honum, at hann kundi vera
bæði so raskur og kvikur.”
Tjóðskaparmaður
og grundtvigianari
Heri greiðir víðari frá:
Tá
ið
meinigheitshúsið
varð bygt fyri meira enn
100 árum síðandi – mær er
fortalt, at hann gav stór
viðin til húsið – var hann
fastur
fyrilestrarhaldari
har. Hetta vóru rættiligir
niðurskrivaðir fyrilestrar,
sum vóru meira enn 5.000
orð. Vilhelm var tryggur
grundtvigianari
og
var
harvið í andstøðu til bæði
»Indre Mission« og ”Gjen
døberne”, og hetta tagdi
hann ikki burtur.
Abbi var tjóðskaparmað
ur av tí góða gamla slag
num. Um hetta skrivaði
M.S. Viðstein í minningar
orðunum, at »hann var við
í Føroyingafelagstíðini, og
hann var ein av teimum,
sum fyrireikaði norrønu
stevnuna í Føroyum í 1911.
Hann fylgdi Jóannesi bónda
Paturssyni trúliga og var
ein stuðul, ið aldri sveik.«
Teir gomlu havnarmenn
inir vóru kendir fyri teirra
dugnaskap á útróðri við
smáum róðrarbátum, og
teirra millum taldist eisini
abbi. Í 1880unum skrivaði
hann í eina lítla bók meira
enn 100 mið og ýtir eystan
fyri Nólsoynna. Hetta tilfar
er latið Fróðskaparsetrinum.
Í eini aðari bók síggja
vit, at abbi í árunum 1879
1892 hevur latið byggja
fleiri róðrarbátar, brúkt
teir í eitt árs tíð og so selt
teir í øllum førum fyri
minni enn byggiroknskap
irnir vísa. Sum dømi kann
eg siga, at í apríl 1886 lat
hann byggja »baad nr. 4«.
Hesin bátur kostaði 103,60
krónur. Í september 1887
seldi hann bátin fyri 75
krónur og »2 Aarer for
2,33.«
Omma, Susanne Marie,
doyði jólaaftan 1942, 84
ára gomul. Hon átti eina
systir, Anna Sofie, sum
giftist til Sumbiar. Hon var
mamma kenda læknan í
Heiðunum Einar Djurhuus.
Mamma mín segði eina
ferð, at bókavørðurin M.
A. Jacobsen (Mass) vildi
vera við, at omma hevði
lisið alt, sum var at lesa á
bókasavninum.
Johan Vilhelm Mohr:
Fyrsti býráðskrivarin í Havn
Herfyri høvdu vit frásøgn um Jens Mohr. Hesa ferð fara vit at greiða frá grøvini hjá beiggja hansara Johan
Vihelm Mohr og konu hansara Susannu Mariu f. Davidsen
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Komandi partur
Komandi hósdag verður
greitt frá grøvini hjá Onnu
Martinu Mouritsen f.
Trollenæs, (1851-1939),
sum var jarðamóður í
Havn í 19. øld
Skansagarður, sum hann sá út seinast í 19 øld. Her búði Vilhelm Mohr við húski, og her
hevði hann handil. Húsini eru síðan umbygd og eru í dag partur av almennu umsitingini.
Lønjavningargrunnurin helt til her í fleiri ár
Børnini hjá teimum báðum: Frá vinstru: Valborg, Einar, pápa Hera, Riis, maður Valborg, Jeja,
Malla og Gunnar.
Susanne Marie (31.10.1858-24.12.1942) og Johan Vilhelm
Mohr (31.3.1853-6.3.1941.)
Grøvin hjá Susanne Marie og Johan Vilhelm Mohr
Nr. 227 - 22. november 2007