Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 227 - 22. november 2007 Myndir: Pætur Niclasen Rithøvundurin og skaldið Jens Pauli Heinesen, ið er ein av okkara kendastu rit­ høvundum, fylti 75 ár mána­ dagin 12. november. Í tí sambandi var móttøka í heiminum í Stoffalág í Havn hendan dagin, har nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið. Familja, vinir og kenningar vóru saman til eina hugnaløtu við røðum og sangi saman við føðingardagsbarninum. Teir sum hildu røðu vóru: Jóhan Hendrik Winther Poul­ sen, professari, Høgni Hoy­ dal, løgtingsmaður, og Han­ us Kamban, rithøvundur. Hanus Kamban segði m.a. í røðu síni at Jens Pauli sum persónur ofta var við tí góða orðinum og at hann á tveim­ um økjum, í almennum orðaskifti, hevði víst eitt serligt dirvi. Í fyrsta lagi tí hann var ein av teimum heilt fáu, sum longu tíðliga í tíðini hevði at grindadrápi, sum tað fór fram tá t.d. í Havn, her var Jens Pauli undan síni tíð. Og í øðrum lagi, at hann, hóast hann als ikki var USA­vinarligur, longu um 1960, kanska enntá fyrr, hevði hann at tí víðgondu kommunistisku hugmynda­ frøðini og m.a. fanst at Castro og teimum mongu deyðadómum, sum vórðu framdir á Cuba, stutt eftir at Castro hevði fingið valdið. Eisini her vísti Jens Pauli dirvi. Hanus nevndi eisini sum dømi skaldisøguna „Ein einsligur floytitóni“ hjá Jens Paula, sum Maud, kona hans­ ara las upp í Útvarpi Føroya eina ferð í 70­árunum. Søg­ an var meistaralig og upplesturin framúr. Eisini sang Elin, dóttir Jens Paula, kenda sangin „Eitt dýpi av dýrari tíð“ við gittara­undirspæli. mg Hugnaløta fyri Jens Paula Jens Pauli Heinesen saman við børnunum: Janus, Elin og Marianna Svenning av Lofti og Jens Pauli skemta sær Elin Heinesen syngur sangin »Eitt dýpi av dýrari tíð« fyri pápanum Hanus Kamban, rithøvundur, og Høgni Hoydal, løgtingsmaður, saman við Jens Paula Ólavur Clementsen við onkrari gávu Jens Pauli saman við systrunum f.v.: Hildigunn, Ásvør og Hjørdis. Brøðurnir Jóannes og Klæmint vóru burturstaddir føðingardagin Barndómsvinurin Palle Gregoriussen og Jens Pauli nøvn