hósdagur 22. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 22. november 2007
15
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og vóru um okkum, tá kæri maður
pápi, verpápi og abbi okkara
Martin Jakobsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum
hjálptu okkum og veittu linna.
Tøkk til Sonju Klein fyri tína umsorgan og
troystargóðu orð.
Tøkk til lærararnar í Eysturskúlanum fyri sangin og
stóru hjálp tykkara til ervið.
Tøkk til næmingar og foreldur í 4. flokki
fyri blómur og myndir.
Vit takka øllum tykkum, sum sendu blómur og
kransar og tykkum, sum fylgdu honum.
Katrin, Høgni, Tóra, Edith og Jóan Pauli
Dagurin
23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin Clemens
(deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá ápostulin Pætur var á
døgum, og gjørdist triði maður í stóli hansara.
Fríggjamorgunin bórust boðini um,
at Bjørn Harlou, landsdjóralækni var
farin, eftir drúgva sjúkralegu.
Bjørn Harlou byrjaði sum lands
djóralækni í Føroyum seint í 1995.
Í sínum arbeiði hevur hann serliga
lagt seg eftir at fáa veterinera lógar
grundarlagið í samsvar við tað, ið
verður væntað av einum framkomnum
samfelag. M.a. kann nevnast løgtings
lóg um djóralæknavirksemi og løg
tingslóg um djórasjúkur.
Á altjóða økinum hevði Bjørn Har
lou ein avgerðandi leiklut í víðkanini
av handilsavtaluni við ES, soleiðis at
Føroyar á matvøruøkinum, frá at
verða eitt 3. land í mun til ES, bleiv
eitt samhandilsland. Hendan avtalan
við ES hevur ómetaliga stóran sam
felagsligan týdning fyri Føroyar, og
avleiðingin av avtaluni er sjónlig í
føroyska gerandisdegnum. M. a. at
føroyskar fiskavørar hava frítt at fara
inn til ES uttan nakað sum helst
mark, og at matvørur úr 3. londum tí
skulu umvegis marknaðeftirlitsstøð
(BIP) í Føroyum.
Í mun til alivinnuna tryggjaði Bjørn
Harlou Føroyum neyðugu loyvini frá
ES til at kunna vaksinera føroyskan
laks ímóti ILA virusinum. Hetta
avrikið í sær sjálvum sigur meira enn
nakað annað um fakliga førningin og
arbeiðsevnini hjá Bjørn Harlou. Á
aliøkinum stendur hendan avtalan við
ES tó ikki einsamøll. Eisini hevur
hann lagt framúr góðar veterinerar
karmar um alivinnuna, har fakligu
argumentini til eina og hvørja tíð stóðu
í fremstu røð.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur
ómetaliga nógv at takka Bjørn Har
lou fyri. Hann hevur verið okkum
ein hollur stuðul við sínum gløgga
vinkli og skarpa viti. Fakliga støðið
var altíð rótfest í altjóða viðurskiftum
og hollari fakligari vitan og royndum.
Og arbeiðssamur var hann sum fáur.
Saknur hevur verið í Bjørn Harlou
í eina tíð, og nú hann er farin, kunnu
vit haðani senda eina stóra takk til
tey avvarðandi fyri alt tað, ið Bjørn
Harlou hevur gjørt fyri Føroyar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
Minningarorð um
Bjørn Harlou landsdjóralækna
Tøkk
Øllum tykkum, sum mintust meg á 80 ára
degnum 29.september, og sum gjørdu mær
dagin so hugnaligan og minnisríkan, takki
eg hjartaliga. Takk fyri fjarrit, uppringingar,
gávur og blómur. Ein serlig tøkk til børnini,
svigar-, barna- og langommubørn. Takk fyri
alt og Harrin signi tykkum øll.
Dinna
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi mín
Petur Petersen
fyrrverandi prestur
Tórshavn
andaðist mikudagin 21. novembur, 83 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellinum fríggjadagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13.
Fyri tey avvarandi
Kári
Vermøður hava eitt óheppi orð á sær,
men tað er kanska mest í skemtisøgum.
Fyri meg hevur mín vermóður altíð
verið mær góð. Hon var ikki sum aðrar
vermøður, hon var nakað fyri seg.
Hon kundi vitja okkum í vikur, men
ongantíð fall skeivt orð millum okkum.
Altíð tók hon hond í, og vaskimaskinan
var neyvan liðug at vaska, so var hon á
veg út á snór við klæðunum. Hon
hoyrdi bara til í húsi okkara í Esbjerg.
Dreingjunum dámdu eisini so væl,
tá omma kom at vitja, tí so var altíð ein
góður køkubiti at fáa. Heldur ikki nýtt
ist mær at hugsa um at fara út ørindi,
so var hon bara heima hjá dreingj
unum.
Sjálvt um Gunhild sjálv átti tveir
synir og heilar seks gentur, kendi eg
meg altíð javnbjóðis teimum, tók meg
til sín sum hennara egna.
Eg kenni meg hepna at hava átt verð
ins bestu vermóður, og vil við hesum
fáu orðum lýsa frið yvir minnið um
Gunhild Joensen.
Lissy Joensen
Minningarorð um vermóður mína
Gunhild Joensen
Í dag, 22 november, verður
Jóannes Skaale sjeyti ár.
Jóannes er sonur fyrrverandi
borgarstjóran í Havn, Sig
fried Skaale og bóndadóttr
ina av Trøllanesi, Jóhannu
Matheu Skaale, fødd Joen
sen.
Jóannes var føddur í Havn,
men fór til Mikladals at vera,
tá hann var hálvtfjórða ára
gamal. Kríggið herjaði, og
trongligt var í húsunum í
Kaldbak, har tey tá búðu. Tá
Jóhanna Mathea gjørdist við
barn fyri aðru ferð, var
Jóannes sendur norð til most
ur sína Jónu, nevnd Jónna,
og mann hennara Marius
Johannesen, sum var ættaður
úr Funningi, og sum tá var
lærari í Kallsoynni.
Jóannes vaks upp sum
einasta barn hjá Jónnu og
Mariusi, og roknar seg helst
meiri sum mikladalsmann
enn sum havnarmann.
Hann varð verandi í
Mikladali inntil hann –sum
flestu dreingir haðani norð
an blaðungur fór til Klaks
víkar at rógva út.
Tá hann var 15 ára gamal
kom hann aftur til Havnar
at ganga á VBV. Men hugur
in til sjógvin var stórur, og
eftir lokið preliminerprógv,
var Jóannes til skips við
ymsum skipum.
Í 1960 fór hann á lærara
skúla, har hann hitti Óluvu
Absalonsen úr Vági, sum
hann giftist við í 1964. Tey
giftust inn til Marius og
Jónnu, sum tá vóru á háskúl
anum í Havn. Og í 1965, tá
Óluva og Jóannes bygdu
hús í Grønulíð, fluttu Mari
us og Jónna við, og búðu
restina av teirra lívið í kjall
araíbúðini har.
Jóannes fór, eftir lokna lær
araútbúgving í 1964, bein
leiðis niðan í Hoydalar at
starvast. Har var hann inntil
skipanin
var
broytt,
og
realdeildin var niðurløgd. Tá
fór hann upp á skúla á sjó
mansskúlanum í Havn. Ætl
anin var at fara til sjós, tí havi
dró. Men mongum brestir
ætlan, og tá útbúgvingin var
liðug, var Jóannes biðin at
vera verandi á sjómansskúl
anum og undirvísa. Stórur
tørvur var á monnum, ið
bæði høvdu nautiska og lær
araútbúgving. Hann játtaði
við teirri treyt, at hann kundi
fáa orlov av og á og fara til
sjós. Fleiri ferðir gjørdi hann
sær dælt av hesum, og var
burtur í eitt ár hvørjaferð.
Jóannes var verandi á
Sjómansskúlanum
inntil
1998, tá heilsan fór at bila.
Men hóast hann ikki ork
aði at undirvísa longur,
hevur hann tó trúliga røkt
sítt deknastarv við Havnar
Kirkju í 14 ár. Harumframt
hevur hann verið virkin
sum skrivari í ymsum feløg
um og nevndum, m.a. í
Útróðrarfelagnum.
Hann kanska serliga al
ment kendur í Føroyum fyri
at hava týtt og lisið bøkurnar
“Nám Sálomon Kongs” og
“Hornblower” í útvarpinum.
Føroyska málið hevur hans
ara stóra áhuga, og á sinni
hevði hann ein málteig í
sjónvarpinum, umframt at
hann fleiri ferðir hevur lut
tikið við pallborðsfundum
um mál.
Størsti áhugi hansara er
tó glasfipurbáturin Esping
ur, sum næstan má roknast
sum ein partur av Jóannesi
sjálvum. Nógvir tímar eru
nýttir í bátinum og í egning
arskúrinum bæði til útróður
og til stuttleikatúrar við
børnum og abbabørnum.
Jóannes og Òluva eiga
fýra børn. Magni føddur í
1965, Sjúrður føddur í
1967, Guttormur føddur í
1970 og Eydna fødd í 1981.
Abbabørnini eru átta í tali,
umframt at eitt er á veg.
Vit ynskja Jóannesi hjarta
liga tillukku við degnum.
Jóannes Skaale 70