Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 227 - 22. november 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Í gjár, mikudagin 21. november, legði Petur Petersen, fyrrverandi prestur, árarnar inn. Hann var føddur í 1923 og hevði sostatt fylt 84 1. desember. Petur var prestur í Føroyum í næstan fjøru- ti ár, og hann legði saman við konuni stóra orku í at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum høvdu fingið likamlig og sálarlig brek at bera. Petur var ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Maria og Alfred Petersen, trúboðari. Hann var av Tvøroyri og kom til Klaksvíkar sum trúboðari í 1919. Í 1921 gift- ist hann við Mariu fødd Nattestad og ættað úr Hvalba. Maria og Alfred búðu á Vágs- heygnum, og børnini hjá teimum eru Petur (1923), Levi (1925), Mamy (1927), Bjarti (1929) og Byrgi (1931). Mamy og Bjarti búgva í Klaksvík, og Levi býr í Hvalba. Nú eru nøkur ár síðani, at Byrgi, sum búði í høvuðs- staðnum, doyði. Petur Petersen leyk students- prógv í Havn í 1942. Orsaka av krígnum bar honum ikki til bein- anvegin at fara av landinum at lesa. Tá ið hann fór niður í 1945, hevði hann í eitt ár lisið teologi hjá Erik Mejdahl, sum 1937- 1945 var prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi og búði á Tvøroyri. Christian Mejdal, sum seinastu árini hevur verið for- maður í fólkatinginum, er sonur hansara.Petur gjørdi skjótt av við lestrinum. Í 1950 leyk hann teologiskt embætisprógv, og eftir at hava verið læraravikarur í Klaksvík og sjómansprestur í Aberdeen, gjørdist hann 20. apríl í 1953 prestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við bústaði í Hvalvík. Tað starvið røkti hann fram til 1980, tá ið hann flutti í Sjóvar prestagjald við bústaði Innan Glyvur. Síðani Petur fyrst í nítiár- unum legði prestastarvið frá sær, hevur hann búð í Havn. Karolina, sum varð ættað úr Túni á Toftum, og Petur Petersen giftust í 1954. Einkarsonur teirra Kári arbeiðir í Landsbankanum. Tað hevur verið sjáldsama gott samband millum tey bæði og sonin, sum á fyrimyndarligan hátt tók sær av foreldrunum, nú orkan gekk undan, og tey bæði vóru vorðin gomul. Karolina og Petur Petersen munnu vera millum tey hjúnini, sum hava sett djúpast spor eftir seg í føroyska samfelagnum. Tíbetur eydnaðist tað Alv at heiðra tey í sambandi við 50 ára dagin fyri stovnanina av felagn- um. Tað varð gjørt á ráðstevnu, sum varð hildin á Hotel Føroyum í 2006. Tað var sonn hátíðarløta, tá ið tey bæði, Karolina og Petur, komu inn og vórðu heiðrað. Øll, sum vóru hjástødd og so mong kring landið, vistu, at var tað nakar, sum átti heiður uppibornan fyri at hava virkað og arbeitt fyri at bøta um korini hjá teimum minni mentu í Føroyum, so vóru tað Karolina og Petur Petersen. Tað var skjótt eftir, at Karolina var komin til Hvalvíkar, at tey fóru undir miðvísa slóðbrótandi arbeiðið at skapa útbúgvingartil- boð til tey, sum ikki kláraðu seg sjálvi. Karolina gekk á odda, men hon plagdi so mangan sjálv at siga, at hetta hevði ikki borið til, um hon ikki varð stuðlað av manninum. Umframt samvitsku- fult, stillisliga og fyrikomandi at røkja prestakallið, so var Petur í mong ár óløntur lærari við Áir. Áðrenn farið varð til Áirnar við skúlanum, var nógv virksemi heima við hús í Hvalvík, har verkstaður var í kjallaranum, og har so mong komu, lógu nátt og eisini búðu. Umframt Alv skúlan og verk- stað syrgdi Karolina fyri, at vist- arheim vórðu sett á stovn í Havn og í Runavík og at sjúklingahotell varð sett á stovn í Keypmanna- havn. Í øllum hesum stuðlaði Petur henni av fullum huga. Karolina var 82 ára gomul, tá ið hon andaðist 11. oktober í fjør. Nú fór Petur. Tey bæði fara altíð at standa í søguni sum teir størstu varðarnir, sum av fullum huga og heilum sinni løgdu alt fyri í royndini at betra um korini hjá teimum minni mentu., og tað hava tey gjørt uttan á nakran hátt at hava sett seg sjálvi í mið- depulin. Petur Petersen fer til gravar úr Vesturkirkjuni leygardagin klokk- an 13. J Petur Petersen farin Við Runda Borðið á Bóka- savninum í Fuglafirði er farið at ljóða longu fyri rúm- ari tíð síðan, at Petur Prestur er farin at nærkast sínum kempualdri – 80 árum – sum ikki er hvørjum manni beskorið, um heilsa hansara kanska væl rakk til dustsins ár. Sjálvt um riddararnir við tað Runda Borðið ikki altíð eru samdir um sama sann- leika í tí, teir frambera, ja, so samdust teir skjótt um hetta, at rætt var: Petur Prestur fer at førka seg um tey fýrs árini dagstevnt tann 26. november, Anno Dom- ini 2007. Ikki bert eru riddararnir samdir um, at at Petur Prest- ur fyllir runt; nei, teir eru eisini samdir um, at føroy- ingar ongantíð aftur fara at fáa ein tílíkan prest, sum bæði gerandis og heilagt hevur tænt so mongum ymiskum og góðum enda- málum sum hann. Hetta kunnu at kalla allir føroy- ingar, sum hava verið í Keypmannahavn í meira enn ein mansaldur sanna, annaðhvørt teir hava verið har støðugt, ella um teir av sjúkuávum eru sendir niður at fáa hjálp, tá ið ongin hjálp var at fáa her heima á klettunum. Tá vardi ikki leingi til Petur Prest pikkaði upp á dyrnar og á ein frísk- ligan hátt bar teimum eitt uggandi orð úr egnum barmi ella frá Várharra, sum altíð hevur verið í nánd, har Petur Prest hevur verið á ferð, hóast øll ikki altíð hava dugað at sæð, hvar alheimurin hjá Petur Presti endaði og Himmiríki hansara byrjaði. Onkursvegna hevur hann dugað at spælt bæði leikin hjá Martu og Mariu, har hann hevur reitt so mongum bæði tað jarðiska og himmalska borðið í einum. Petur Prestur hevur altíð verið so ótrúliga spontanur, soleiðis at øll ikki altíð hava skilt, hvat hann vildi, fyrr enn úrslitið kom eftir eina undarliga roknitilgongd, sum ikki í øllum fylgdi teim matematisku reglunum, men heldur hansara hjarta- lagi, sum altíð gav eitt positivt úrslit. Mangur hevur verið bils- in, tá ið Petur Prestur hevur staðið klárur í floghavnini í Kastrup at taka í móti, hóast ongin hevði sagt frá. Gjøgn- um samskiftisnetverk sítt, hvørs tøkni bara er har á gamaldags hátt, hevur hann bara vitað, at nú treingir hann ella hon til eina hond, ein biltúr ella eitt gott orð frá Várharra. At alt hetta hevur havt sín prís, er eyðsæð. Hansara nærmastu hava nokk saknað hann til tíðir, tá ið kall hannsara út yvir øll mørk hevur tikið hann heimanífrá longri enn ætlað, ella hann hjartagóður hevur latið hús síni upp fyri Gudi og hvørj- um manni, sum ikki áttu eitt stað at vera í stytri ella longri bil. Ja, einaferð vit komu fram við hjá einum gomlum manni, sum Petur Prestur vitjaði fyri at bera honum eina avís og ein bita av turr- ari grind, helt hesin fyri, at nú var nokk ikki langt eftir hjá sær, og deyðin var honum eingin vinur; men at Petur Prestur hevði lovað bera Várharra eitt gott orð fyri sær, gjørdi seg tryggan. Góði Petur Prestur! Seinasta árið hevur ikki verið tær gott av heilsuligum ávum, nú kempualdurin fer at vera náddur. Tó vita vit, at tú ert í góðum hondum saman við tínum egnu og Mariu, sum øll hava verið so væl um teg, og so vita vit, at Várharra eisini situr har uppi onkustaðni og hyggur niður til tín. Bert hann veit, nær tey seinastu siglingarboðini skulu gevast. Óneyðugt tær at siga. Alt um hetta veitst tú frá óteljandi ferðunum, tit báðir, Várharra, hava sitið hjá onkrum stúrnum Guds vini, sum langt burturi heim- an lá og bíða eftir siglingar- boðum. Við vónum um, at væla- vinurin, Várharra, framhald- andi eigur góðar dagar til tín, Petur Prest, ynskja vit tær hjartaliga tillukku við kempuárunum. Riddararnir við Runda Borðið Petur Andrew prestur fyllir 80 Karolina og Peur Peteresen á Ráðstevnuni á Hotel Føroyum í 2006