hósdagur 22. november 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Nr. 212 - 1. november 2007
Hví er tað so umráðandi,
at ein prestur ikki skal
hava royndartíð? Hví skal
ein prestur, eftir at hann
er settur í starv, verða
leysur av tí kirkjuráði,
sum hevur valt hann?
Hvat er tað hann ræðist?
Grundgevingin hjá
formanninum, at hann um
trupuleikar stíga upp, er
settur eftir skeivum for
treytum, heldur als ikki.
Tað vita prestarnir eisini.
Líkamikið um hann hevur
havt royndarprædiku ella
hevur verið til eksamiu hjá
bispi, so kann hann gerast
ein heilt annar persónur
eftir hetta. Tað hava vit
tíverri fleiri dømi um. Havi
áður víst á hetta við áramál
setan, og hevði tað verið
ein frálík skipan. Tí eigur
at vera hildið fast við, at
prestar eins og aðrir
embætismenn, hava eina
royndartíð, eini 35 ár.
Einki er at óttast, tá ið
prestur ger gerning sín og
røkir sítt starv.
Hvat ræðir prestafelagið?
John S.
MyllhaMar
58
Lægsta fyritíðarpensjon
fær stórliga hækking og
fyri allar fyritíðarpen
sjonistar fer mótrokn
ingin av aðrari inntøku
niður í helvt
Allir flokkar á tingi tóku nú
um dagarnar væl undir við
uppskotinum hjá landsstýri
num um stórar hækkingar í
inntøkumøguleikunum hjá
fyritíðarpensjonistum.
Ongin fjølmiðil helt tað
vera vert at nevna...
Av órannsakiligum grund
um hevur ongin fjølmiðil,
hvørki almennur ella
privatur, hildið hetta verið
vert at tikið uppá tungu...
...men tað er hetta tað
snýr seg um:
Eg loyvi mær at greiða
Føroya fólki frá í stuttum,
hvat hetta snýr seg um:
1. jan. 2008 fáa lægstu
fyritíðarpensjonistar eina
eyka viðbót uppá 15.360
kr. árliga, svarandi til eina
hækking uppá 1280 kr. um
mánaðin.
1. jan. 2009 fáa lægstu
fyritíðarpensjonistar aftur
eina hækking í hesi viðbót,
so hon kemur uppá 31.944
kr. árliga, svarandi til eina
hækking uppá 2662 kr. um
mánaðin.
1. jan. 2008 verður
mótrokningin í pensjónini
av aðrari inntøku minkað
úr 60% niður í 30%. Tvs.
at pensjónin ikki skal vera
skorin við 60 oyru men
bert við 30 oyru av hvørj
ari krónu sum inntøkan fer
upp um inntøkumarkið
uppá 81.300 kr.
1. jan. 2009 skal reglan
broytast, soleiðis at tey
sum fáa fyritíðarpensjón
tilkenda eftir at tey eru
blivin 60 ár, skulu fáa fulla
upphædd útgoldna, og ikki
sum í dag, har tey bert fáa
upphæddina útgoldna sum
svarar til eitt stig lægri,
enn tað tey hava fingið
tilkent.
Lægsta fyritíðarpensjón
lyftast upp til miðal
Hetta eru rættiliga stórar
og víðgangandi broytingar.
Fyri lægstu fyritíðarpen
sjonistar er hetta ein ásann
an av, at teirra pensjón í
dag er ósømiliga lág og
røkkur ikki til at kunna
lívbjarga sær. Tí verður í
tveimum stigum nú og
um eitt ár sett inn ein
eyka viðbót, sum er so
stór, at munurin millum
lægstu og miðal fyritíðar
pensjón verður tikin burtur.
Við hesi broyting verður
støðan í veruleikanum
tann, at um eitt ár hava vit
bert tvey stig í fyritíðar
pensjón, nevnliga miðal og
hægstu.
Minni mótrokning av
aðrari inntøku
Í dag er støðan tann, at
hevur ein fyritíðarpensjon
istur aðra inntøka t.d. av
onkrum lønandi arbeiði, so
verður hann revsaður ógvi
liga hart, tá henda inntøkan
fer upp um markið uppá
81.300 kr. Tá verður
pensjónin skorin við 60
oyru fyri hvørja krónu,
sum inntøkan fer upp um
hesar 81.300 kr.
Nú verður hetta broytt,
so tað skal løna seg betur
hjá fyritíðarpensjonistum
at brúka sín arbeiðsførleika
til at hava eitt arbeiði aftrat
pensjónini. Mótrokningin
skal nú minkast úr 60%
niður í 30% av hvørjari
krónu uppum inntøkumark
ið. Hetta verður gjørt fyri
at eggja fyritíðarpensjon
istum til at hava eitt arbeiði
aftrat pensjónini, bæði fyri
at teir skulu kunna hava
eina betri inntøku, og at
teir skulu eggjast til at vera
virknir á arbeiðsmarknað
inum, og harvið eisini
stimbrast sosialt og
heilsuliga.
Fyri at vísa, hvat hetta
merkir, kunnu vit taka ein
miðal fyritíðarpensjonist. Í
dag er øll viðbótin burtur,
tá onnur inntøka er komin
uppá 115 túsund kr. Við
broytingini kann sami pen
sjonistur tjena 35 túsund
aftrat, áðrenn viðbótin er
burtur.
Diskrimineringin av 60
ára gomlum skal burtur
Av onkrari grund varð
ásett í 1999, at um ein man
fekk tilkent eina fyritíðar
pensjón, aftaná at man
varð blivin 60 ár, so fekk
man bert útgoldið ta upp
hæddina, sum svaraði til
eitt stig lægri. Altso, fekk t.
d. ein 60ára gamal tilkent
hægstu pensjón, so fekk
hann bert útgoldið miðal.
Fekk hann tilkent miðal, so
fekk hann bert tilkent
lægstu.
Hetta skal nú broytast frá
1. jan. 2009, soleiðis at eis
ini ein, sum fær tilkent fyri
tíðarpensjón eftir at hann
er blivin 60 ár, fær útgold
ið tað fullu upphæddina
sum hann hevur rætt til.
Kostnaðurin er settur av
á fíggjarlógini
Kostnaðurin av hesum
broytingunum verður í
2008 mettur til 11 mió. kr.
Fyri 2009 verður kostnað
urin mettur til 21 mió. kr.
Av tí at hetta eisini gevur
nakrar eyka skattainntøkur
við sær, so verður netto
kostnaðurin fyri landskass
an mettur til einar 9 mió. í
2008 og 16 mió. í 2009.
Peningurin er settur av til
endamálið í fíggjarlógar
uppskotinum fyri 2008.
Vælferðarpolitisk mál fyri tingið: 2
landsstýrismaður
hanS Pauli
StrøM
Val
Tá formaðurin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, Jóhan
Páll Joensen, fer út ímóti
eini roynd at bøta um bar
silsskipanina í Føroyum,
og setir tað, at man roynir
at gera umstøðurnar hjá
børnunum og familjum í
Føroyum betri, uppímóti
trupulleikanum við mangl
andi arbeiðsmegi í Føroy
um, hevur hann flutt fokus.
Størsti trupulleikin øll
vinnuvirki í Føroyum hava
sitið við seinastu tvey
árini, er mangul uppá
arbeiðsmegi. Manglandi
arbeiðsmegin hevur verið
við til at skrúva prísirnar
upp í eitt nú Føroysku
byggivinnuni, so øll bygg
ing er vorðin munandi
dýrari seinastu árini, 20 –
30 %, ja, í onkrum førum
kanska 50% dýrari at bygg
ja nú, enn fyri tveimum
árum síðani.
At ongin loysn er komin
uppá spurningin um arb
eiðsmegi í Føroyum, at
landsstýrið situr sum ryssa
yvir deyðum fyli og bínir,
uttan at tora, vilja ella meg
na at taka avgerð, hevur
longu kosta Føroyska sam
felagnum milliónir av krón
um, men tað sum verri er,
so er at hetta eisini størsta
forðingin fyri búskapar
ligum vøkstir í dag.
Tá nú politikararnir roy
na at yvirbjóða hvønn ann
an um at bøta um barsils
skipanina, kennist tað eitt
sindur hykleriskt, tí teir
hava júst felt uppskotið
frá Tjóðveldinum um at
leingja barsilsfarloyvi í
tinginum.
So, Jóhan Páll Joensen,
halt eg til málið um mangl
andi arbeiðsmegi og ger
nakað við tað, tað verður
ongantíð barsilskipanin
sum kemur at bera ábyrgd
ina fyri tí trupulleikanum
við manglandi arbeiðs
megi, tað er sitandi
samgonga.
Jóhan Páll Joensen, flytir fokus
Tjóðveldi
heidi
PeterSen
Val
FYRITÍÐARPENSJÓN
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Stakur
6882
9439
12980
8437
9817
13499
10055
10209
Giftur
5483
8133
11556
6982
8458
12018
8542
8797
Stakur fyritíðarpensjonistur, kr./mán.
0
3.000
6.000
9.000
12.000
15.000
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Hægst
2007
2008
2009
Giftur fyritíðarpensjonistur, kr./mán.
0
3.000
6.000
9.000
12.000
15.000
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Hægst
Lægst
Miðal
Hægst
2007
2008
2009
Lesið
-so eru tit við!