hósdagur 22. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 227 - 22. november 2007 ]
Uttan at tað beinleiðis
hevur verið eitt trýst,
so ásannaði Rógvi
Jacobsen, at tað var
hugaligt, nú málmetið
á landsliðnum er tikið
Fótbóltur
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Modena, Italia: Modena er
kanska ikki tað staðið á
heimskortinum, sum hevur
størstu boðini at bera føroy
ingum. Mentanarliga verður
Pavarotti helst altíð størsti
varði teirra, eins og Ferrari
verksmiðjan er ein stórur
stoltleiki í økinum.
Men fyri føroyingar fekk
Alberto Braglia ein nýggjan
týdning, tá Rógvi Jacobsen
stútaði innlegg frá Johan
Troest Davidsen upp um
Marco Amelia og í netið.
Málið var tað tíggjunda,
sum Rógvi hevur skotið í
altjóða dysti fyri Føroyar,
og tað er met.
Hatta er eitt gott innlegg
frá Johan, sum eg sjálvandi
fari upp eftir. Eg haldi eg
missi eitt fet, og ivist í, um
eg yvir høvur náddi bólti
num. Eg væntaði faktist
ikki, at eg rakk honum, men
tað var fantastiskt at síggja
handan bóltin fara inn,
segði Rógvi.
Og tú vart skjótur at mar
kera, at hetta var nummar
10?
Ja. Nú er hetta metið hjá
Toda nevnt fleiri ferðir. Eg
havi sjálvandi ikki vilja
tosað ov nógv um tað, men
tað er deiligt, at hetta ikki
longur er ein spurningur.
Nú er metið tikið, og so má
eg royna at fáa nøkur mál
afturat. Eg vil ikki siga, at
eg havi kent nakað trýst í so
máta. Men eg hevði sett
mær fyri, at metið skuldi
takast, so tað er á ein hátt
ein lætti, at eg havi rokkið
tí málinum.
Og so fert tú kanska at
loyva øðrum framat í mál
skjótingini eisini?
Tað skulu teir sjálvandi
vera væl komnir til. Tað
skal so ikki verða nakar
trupulleiki!
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
10-tal til Rógva
Gleðin var ovurstór, tá Rógvi hevði sent bóltin í italska málið. Við sínum næsta máli móti sjálvastu heimsmeistarunum hevur
Rógvi nú sett seg einsamallan á altjóða máltindin hjá Føroyum. Fýra av teimum tíggju málunum hjá Rógva eru skotin í júst lidnu
undankappingini
Leggja aftur
til brots
Sunnudagin verður lutakast um, hvussu spælast
skal í komandi HMundankappingini. Tað ber
millum annað við sær, at fýra av føroysku FSF
umboðunum her í Modena í morgun løgdu leiðina
til Johannesburg í Suðurafrika, har lutakastið
verður.
Og so er spurningurin, hvørji lið teir fýra, Jógv
an Martin Olsen, Ísak Mikladal, Óli Holm og
Magnus av Stongum koma heimaftur við. Sein
astu tríggjar undankappingarnar ber illa til at
staðfesta annað, enn at Føroyar hava verið stak
hepnar í so máta. Týskland, tvær ferðir Frakland
og eina ferð Italia eru undir øllum umstøðum lið,
sum støðugt amast móti absoluta heimstoppinum.
Og tó at Ongland ikki kann sigast at gera tað
sama, nú teir ikki vunnu seg til EMendaspælið,
so er lítil ivi um, at júst Ongland man vera tað
liðið, sum meira enn nakar kann fylla karmarnar
kring ein landsdyst í Føroyum.
Lutakastið í Johannesburg verður altso sunnu
dagin, og fram til tá mugu føroysku áskoðararnir
og spælararnir brynja seg við toli.
-mørk