Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 227 - 22. november 2007 ] Fótbóltur Jákup Mørk/Álvur Haraldsen jakup@sosialurin.fo Modena, Italia: Campione del Monde. Orðini vóru sett saman við fýra stjørnum, og so skuldi eingin ivi vera um, hvørjum føroysku landsliðsspælararnir vóru uppi ímóti. Ferfaldu italsku heimsmeistararnir, sum á degnum hildu heima í Modena, skuldu miku­ kvøldið staðfesta leiðina til EM­endaspælið. Tað gjørdu teir eisini við einum tryggum 3­1 sigri, har talan í løtum fyri steðgin var um heilt stóran klassa­ mun. Men meistararnir buðu eisini pinkulingunum úr Føroyum til dans eftir Viljin og dirvi vunnu Italia – Føroyar 3-1 (3-0) EM undankappingardystur Mikudagin 21. november kl. 20.30 á Alberto Bragliga leikvøllinum í Modena í Italia 1-0: sjálvmál Fróði Benjaminsen 11. 2-0: Luca Toni 36. 3-0: Giorgio Chiellini 41. 3-1: Rógvi Jacobsen 83. Dómararakvartett úr Týsklandi: Florian Meyer, Kai Voss, Thorsten Schiffner og Michael Weiner Dómaraeygleiðari úr Slovenia: Milovan Nikolic 21.000 áskoðarar Italia: 14. Marco Amelia, 5/0, Livorno – 22. Massimo Oddo, 33/1, Milan, 5. Fabio Cannavaro, liðformaður 113/1, Real Madrid (25. Daniele Bonera, 13/0, Milan, 53.) 4. Giorgio Chiellini, 9/1, Juventus, 3. Fabio Grosso, 28,3, Lyon – 10. Daniele De Rossi, 31/4, Roma, 13. Massimo Ambrosini, 29/0, Milan (27. Fabio Quagliarella, 7/3, Udinese, 58.), 20. Simone Perrotta, 38/2, Roma, 15. Vincenzo Iaquinta, 22/1, Juventus, 17. Raffaele Palladino, 1/0, Juventus – 9. Luca Toni 31/14, Bayern München (11. Alberto Gilardino, 25/9, Milan, 74.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Gianluca Curci, 0/0, Roma, 2. Christian Panucci, 51/3, Roma, 8. Ivan Gennaro Gattuso, 56/1, Milan, 26. Cristiano Lucarelli, 6/3, Donetsk Venjari: Roberto Donadoni Gult kort: eingin Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, liðformaður, 54/-127, B36 – 3. Johan Troest Davidsen, 2/0, NSÍ, 7. Fróði Benjaminsen, 46/2, B36, 5. Jón Rói Jacobsen, 31/0, AaB, 17. Einar Hansen, 3/0, NSÍ – 9. Símun Samuelsen, 15/1, Notodden (12. Hanus Thorleifsson, 3/0, B36,75.), 4. Atli Danielsen, 24/0, Frem, 19. Súni Olsen, 31/1, AaB, 10. Christian Høgni Jacobsen, 39/2, NSÍ - 6. Rógvi Jacobsen, 48/10, HB, 14. Christian Lamhauge Holst, 10/0, Lyngby (11. Andrew av Fløtum, 29/1, 86.), Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. René Tórgarð, 0/0, EB/Streymur, 2. Pauli G. Hansen, 6/0, Skála, 9. Hjalgrím Elttør, 14/0, NSÍ, 13. Óli Hansen, 2/0, NSÍ, 15. Tem Hansen, 2/0, Lyngby, Venjari: Jógvan Martin Olsen. Gult kort: eingin FAKTA Vertirnir høvdu spælt seg til EM, tá tónarnir hjá nú farna Modena-búgvanum, Pavarotti, ljóðaðu yvir Alberto Braglia leikvøllin eftir dystarlok. Men rósurnar til føroysku spælararnir vóru nógvar í tali eftir eitt avrik, har okkara við treiskni og hegni vístu tær taktir, sum eru neyðugar, um Føroyar skulu standa seg í altjóða fótbólti Føroyska liðið royndi eisini at liggja framvið. Og talan gjørdist um fleiri hálvar og mest sum heilar møgu­ leikar Stórt vónbrot í Onglandi Eftir at heimaliðið á Wembley ímóti Kroatia hevði strítt seg úr vónloysinum og upp á 2­2, kiksaði tað kortini hjá Onglandi Fótbóltshýrurin í Onglandi er vánaligur í gjárkvøldið. Fyri lítlari løtu síðani varð tað greitt, at Ongland verður ikki partur av EM endapælinum í Sveis og Eysturríki næsta summar. Treytin í heimadystinum á Wembley í gjárkvøldið var, at Ongland í minsta lagi megnaði eitt stig. Tað megnaði Ongland ikki. Eftir eitt korter var Kroatia, sum fyri langari tíð síðani hevur vunnið bólkin, frammanfyri 2­0. Eftir steðgin varð David Becham settur á vøllin. Ongland fekk fatur á spælinum, teir minkaðu um munin, og tá ið Ongland eitt korter undan leikloki javnaði til 2­2, tóktist tað sum um, at setningurin var greiddur. Stutt undan leikloki skoraði Kroatia sigursmálið til 3­2, og harvið varð staðfest, at EM endapælið verður uttan Ongland.