Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 227 - 22. november 2007 ] steðgin. Og tá høvið beyðst, so valdi føroyska liðið at taka av. Hvassir í ein hálvleik Tosið undan dystinum av­ dúkaði í minsta lagi tveir lutir, sum kundu geva før­ oysku spælarunum trupul­ leikar. Sjálvandi umframt kvalitetin á mótstøðuni. Í fyrsta lagi høvdu flestu av okkara monnum als ikki spælt kappingardyst í úti við ein mánað, og alt annað líka kundi hetta væl fara at merkjast. Harnæst var greitt, at Italia stillaði upp við einum at kalla B­liði. Og tað var so als ikki víst, at hetta fór at verða nakar fyrimunur. Einastu av vanliga føstu spælarunum millum teir fyrstu ellivu vóru Luca Toni, sum er úr Modena, og so liðformaðurin og heim­ sins besti spælari í fjør, Fabio Cannavaro. Men tá avloysararnir hjá heilt stóru stjørnunum kort­ ini eru menn, sum vinna til vegin í feløgum sum Roma, Milan og Juventus, so er tal­ an altso framvegis um spæl­ arar í heimsflokki. Og tá talan so samstundis var um menn, sum væl kundu nýta høvið til at sannføra um, at teir eisini næstu ferð skulu roknast millum teir fremstu, so kundi hetta eisini geva okkara høvuðbrýggj. Og tað gjørdi tað eisini fyrstu løtuna. Við at spæla breitt og leggja stórt trýst á óroyndu føroysku bakkar­ nar, skolaðu álopini móti føroyska málinum. Kanska ikki soleiðis, at talan varð um teir heilt opnu møgu­ leikarnar, men vandastøður komu javnt og samt fyri, og eftir 10 minuttum sat bóltur­ in í føroysku meskunum. Upptaktin var kanska óhepp­ in, tí talan var um sjálvmál frá Fróða Benjaminsen. Men talan var samstundis um eitt sjálvmál av tí slag­ num, har spælarar eru so­ mikið trýstir, at roynt bara verður at sparka burtur, og hesa ferð varð harða inn­ leggið frá Perrotta avrættað í málið. Og italiumenn hildu fyri tað mesta ferðini uppi. Og tvær ferðir innan steðgin øktu teir eisini um munin. Fyrru ferðina eftir uppspæl í vinstru, og tá føroyska verjan ikki ruddað burtur, var Luca Toni skjótastur á, og so kundu lokalu áskoð­ ararnir brøla sítt taktfasta Luca­Luca til spælarin, sum vaks upp í Modena. Og tá Chiellini løtu seinni við einum dómadagsskoti økti til 3­0, mundu fleiri av áskoðarum fara at óttast, hvat nú var í væntu. Holst var framúr Men tað gjørdist so á ongan hátt verri. Føroyska liðið hevði í løtum víst gott spæl – eisini hóast stóra italska trýstið. Og sammett við 2­1 tapið á Tórsvølli fyri Italia fyrr í ár, so var talan um munandi betri skipað spæl frá okkara. Hóast verjan til tíðir hevði trupulleikar í avspæl­ inum, so bardust menn sum úlvar á skóg. Á sentrala miðvøllinum spældi Atli Danielsen seg bara heitari og heitari, og tó at Súni Olsen átti sín lut í 3­0 málinum, prógvaði hann í ríkiligt mát sítt virði sum spælarin, ið skal binda før­ oyska spælið saman. Bæði við at stýra leikferðini, skapa neyðugu skiftini og ikki minst skothóttanum, harav tann eina var um repp­ ið at kíla seg inn um saman­ komingina. Men mest av øllum var tað Christian Lamhauge Holst, sum veruliga steig fram. Tað var kanska óvænt­ að, at Holst var tann meira hangandi áleyparin, meðan Rógvi var heilt frammi, men hetta vísti seg avgjørt sum skilagott. Ferð eftir ferð megnaði hann at fáa skipað føroyska spælið nið­ aneftir. Hann tordi at bjóða av, og tá hann soleiðis fekk drigið spælarar til sín, dugdi hann eisini at finna hol til viðspælararnar. Rógvi og málini Og so hevur føroyska liðið sjálvandi eisini ein mál­ skjútta – ella – stútara – í altjóða flokki. Longu undan steðginum vísti Rógvi Jacobsen tenn. Og í einum føri enntá við at senda bólt­ in í netið. Ta ferðina varð fríspark tó dømt, men eftir steðgin riggaði betri. Bæði hann og Súni høvdu nakrar vandamiklar støður, og átta minuttir fyri leiklok bragdaði. Johan Troest Davidsen sendi bóltin inn­ fyri, og sum ikki eina ferð var Rógvi hægstur, soleiðis at hann við høvdinum kundi stýra bóltinum í meskarnar. Tíggjunda málið hjá Rógva, sum við hesum er mest skor­ andi føroyski landsliðs­ spælarin í altjóða skrásettum dystum. Og tað kundi blivið heilt stuttligt lítla løtu seinni. Hesa ferð stóð Johan við endan av innleggi frá Christ­ iani Høgna, men lukkutíð fyri vertirnar tók bólturin skeivu megin stólpan. Tóku av Hevði munurin minkað nið­ ur í 3­2 stutt undan dystar­ loki, kundi talan helst verið um ein heilt stuttligan enda fyri føroyingar, men óstutt­ ligur var dysturin tó á ongan hátt. Italsku vertirnir sýndu seg frá byrjan frá síni bestu síðu. Hóast tað ikki er van­ ligt á okkara leiður, so varð føroyski tjóðsangurin møtt­ ur við støðugum klappsalv­ um, og eisini spælararnir á vøllinum fingu nógv rós fyri sítt avrik. Størsta klapp­ ið mundu Holst fáa, tá hann fáar minuttir fyri leiklok varð skiftur út, men sum heild vóru klappini til okk­ ara størri enn til veritirnar, so hvørt sum seinni hálv­ leikur tók at líða. Og so var tað hugaligt, at tað nú aftur bar til at hoyra føroyska 12. mannin. Teirra stuðul hevur ikki verið so eyðsýndur seinastu nógvu útidystirnar, men avrikið frá bæði spælarum og áskoð­ arum hesa ferð gav eina vón um, at føroyska lands­ liðið enn hevur stuðul. Tann parturin veldst sjálv­ andi eisini um úrslit og avrik. At krevja eitt stiggev­ andi úrslit á útivølli móti heimsmeistarunum er kanska í meira lagi. Men avrikið, sum føroysku spæl­ ararnir sýndu hesaferð, var í nógvar mátar framúr. Vilj­ in at ofra seg í felag var sum í gomlum døgum, og so hevði liðið eisini neyðuga dirvið at taka av, tá møgu­ leikin beyðst. Eitt dirvi, sum eisini kundi givið enn fleiri enn tað eina málið, um væl vildi til. hjørtuni Súni Olsen vísti aftur evni sum føroysku miðvøllarovasti. Yvirskot var enntá til bæði skot- og gjøgnumbrotsroyndir. Eitt nú hesa, tá italska verjan noyddist at fella gøtumannin við ólógligum midlum Tað var ein fragd at síggja og hoyra, at landsliðið aftur hevði ein bæði sjónligan og ljódligan stuðul á útivølli. Nakað sum spælararnir uttan iva hava saknað seinastu ferðirnar Lítil uggi til danska landsliðið Eftir eitt heldur rokmikið kappingarár hjá danska landsliðnum, eydnaðist tað í kvøld liðnum at fáa eina lítla uppreisn, tá ið Ísland varð sent til hús aftur við einum 0­3­tapi í viðførinum. 19 ára gamli Nicklas Bendtner var dagsins leikari í Parkini í kvøld, tá ið Danmark vann tryggan sigur á Íslandi. Arsenal­álopsspælarin legði heimaliðið á odda í 34. minutti, tá ið hann fekk bóltin sum gávu frá einum íslendskum leikara. Minuttin áðrenn hálvleikssteðgin var tað sami Bendtner, ið setti álop í gongd, sum Jon Dahl Tomasson við sínum 50. máli fyri danska landsliðið sendi í netið. Síðsta málið átti Thomas Kahlenberg, tá ið hann tíggju minuttir eftir steðgin sløkti íslendska ljósið eftir frálíka fríspæling frá Nicklas Bendtner. Tey trý stigini kunnu tó ikki nýtast til meira enn tað, at Danmark endar á snópisligum 3. plássi saman við Norðurírlandi, sum í kvøld tapti 1­0 fyri Spania. Harvið er staðfest, at Svøríki og Spania fara til endaspælið úr bólki F.