hósdagur 22. november 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 227 - 22. november 2007 ]
Rógvi hevur skorað
seks landsliðsmál
á útivølli, og nýggi
toppskjúttin hevur
skorað tíggju mál í 48
dystum, meðan tann
gamli skoraði níggju
mál í 45 dystum
MÁLINI
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Rógvi Jacobsen umboðaði
føðilandið fyri 48. ferð, tá
ið hann skoraði fyri tíggj
undu ferð og harvið legði
seg ovast á føroyska mál
tindin. Gamla metið átti
Todi Jónsson. Hann umboð
aði Føroyar 45 ferðir, og í
hesum dystunum skoraði
hann níggju mál.
Seks av teimum tíggju
málunum
hevur
Rógvi
Jacobsen skorað á útivølli,
og fýra ferðir hevur hann
verið á heimavølli, tá ið
hann hevur verið fagnaður
sum málskjútti fyri Føroy
ar.
Tað tók sína tíð hjá Rógva
Jacobsen,
áðrenn
hann
fyrstu ferð fekk bóltin í mót
støðumálið. Tá ið Føroyar
sunnudagin
10.
februar
2002 spældu venjingardyst
í Limasol á Kypros ímóti
Póllandi, var Rógvi Jacob
sen fyri 14. ferð á lands
liðnum. Í 27. minutti javn
aði hann til 11. Pólland
vann 21.
Næsta
málið
skoraði
Rógvi í EM undankapping
ardystinum á Laugardals
vøllinum í Reykjavík 7.
juni 2003. Ísland vann 21,
og Rógvi Jacobsen javnaði
til 11 í 63. minutti.
Tá ið Ísland í somu kapp
ing vitjaði á Tórsvølli 20.
august í 2003, varð úrslitið
aftur 21 til Ísland. Aftur
hesa ferðina javnaði Rógvi
Jacobsen til 11. Tað gjørdi
hann í 66. minutti.
18. august í 2004 vitjaði
Malta á Svangaskarði. Úr
slitið í vinardystinum var
32 til Føroyar. Rógvi Jacob
sen økti um leiðsluna til 2
0 í 42. minutti.
11. oktober í 2004 endaði
HM undankappingardystur
á Kypros 22. Rógvi Jacob
sen legði í 42. minutti Før
oyar framum 21.
4. juni í 2005 spældu Før
oyar og Sveis HM undan
kappingardyst á Svanga
skarði. Sveis vann 31, og
fyri sættu ferð var Rógvi
Jacobsen føroyskur mál
skjútti. Í 70. minutti javnaði
hann til 11. Tann støðan
helt sær í tríggjar minuttir,
so legði Sveis seg aftur á
odda, og undan leikloki
staðfestu teir sigurin.
Fýra tey síðstu málini á
veg ímóti tindinum hevur
Rógvi Jacobsen skorað í
EM undankappingini, sum
nú er lokin. Føroyar hava
skorað fýra mál, og Rógvi
hevur hvørja ferð verið
skarprættari.
Fyrsta
málið
skoraði
hann, tá ið Føroyar í
Georgia 28. mars taptu 31.
Í 55. minutti minkaði Rógvi
um munin til 21.
Annað málið í EM und
ankappingini skoraði Rógvi
í
heimadystinum
ímóti
Italia tann 2. juni í ár. Italia
vann 21, og Rógvi Jacob
sen minkaði um munin til
21, tá ið tað restaðu trettan
minuttir.
12. september er minnis
ríkur føroyskur fótbóltsdag
ur. Henda dagin í heyst var
landsliðið í Litava, har
úrslitið gjørdist 21 heima
sigur. Rógvi Jacobsen mink
aði um munin í tíðini, sum
dómarin hevði lagt afturat.
Við níggju málum hevði
Rógvi Jacobsen lagt seg
upp á síðuna av Toda Jóns
son, og síðani hevur tað
bara verið ein spurningur
um tíð, nær metmálið fór at
gerast veruleiki. Tað gjørdi
tað sjey minuttir undan leik
loki mikukvøldið 21. no
vember, tá ið Føroyar taptu
31 ímóti italsku heimsmeist
arunum í Modena í Italia.
Jógvan Martin Olsen
segði eftir dystin
mikukvøldið, at hann
fram til tað seinasta
ivaðist, hvussu før
oyska liðið skuldi
stillast
FótbóLtur
Jákup Mørk/Álvur
Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Modena, Italia: Hóast tes
an um heiðurligu tapini ikki
longur er so væl lýdd í før
oyskum fótbólti, so var før
oyski landsliðsvenjarin á
ongan hátt vónbrótin, eftir
at hansara menn høvdu
strítt seg til eitt tap av júst tí
slagnum mikukvøldið.
Sum heild haldi eg, at
eg var sera væl nøgdur um
avrikið. Ikki minst tí eg ikki
var heilt avkláraður um,
hvussu eg skuldi stilla liðið.
Eg ivaðist sera nógv í ávís
um plássum, og tók kanska
onkra avgerð, sum eg als
ikki var so vísur í var tann
rætta. Men nú eftir dystin
má eg siga, at eg eri fegin
um hesar avgerðir, har eg
kanska ikki tók vanliga
atlitið til dagsformin hjá
onkrum spælara.
Men tað stuttligasta
haldi eg var at síggja,
hvussu væl bakkarnir hjá
okkum spældu. Hetta er jú
ein fantastisk kulissa at
spæla í, og tað er ógvuliga
týðandi fyri teir, at teir fáa
slíkar royndir. Og teir
spældu
eisini
útmerkað
haldi eg.
Men sum heild tóktist
føroyska liðið eisini at tora
at spæla?
Ja, avgjørt. Teir fáa
kanska tvey keðilig mál,
har vit eru óhepnir at gera
sjálvmál, og har teir so
skora triðja málið eftir eitt
óneyðugt bólttap. Sjálvt um
hatta skotið nú var ótrúliga
gott.
Í hálvleikinum avtalaðu
vit so, at vit skuldu spæla,
sum høvdu vit framvegis
nullið, og tað haldi eg eydn
aðist væl. Sjálvandi kanst
tú so altíð tosa um, at Italia
tók fótin av speedaranum.
Men eg haldi samstundis,
at okkara tordu at spæla, og
tað var ógvuliga gott at
síggja. Serliga haldi eg tað
hjálpti, at vit tóku málverjan
við í spælið eftir steðgin, tí
undan hesum hevði als ikki
eydnast okkum at taka ferð
ina av dystinum.
Og so sóu vit fleiri av
okkara spælarum, sum veru
liga lyfti sítt støði. Christian
Holst var ein fragd fyri
eygað, og bæði Súni, Atli,
Jón Rói og Fróði vóru fram
úr. Eg haldi ikki, at eg kann
seta fingurin á nakran í so
máta.
Cannavaro nærkast metinum
Fyri italska liðformannin, Fabio Cannavaro, var dysturin í Modena enn
ein marknasteinur á glæsiligu fótbóltsleið hansara. Dysturin móti
Føroyum var nevnliga nummar 113 hjá honum fyri italska landsliðið, og
tað er tað næstmesta, sum nakar hevur spælt. Dino Zoff, sum var
málverji og liðformaður í HMkappingina í 1982 hevur 112 dystir á all
time listanum, men enn er so nakað upp til Paolo Maldini, sum spældi
126 landsdystir.
Sýndu vinarlag
Eftir syrgiligu hendingina í italskum fótbólti fyri eini viku síðani,
var av álvara lagt upp til at skapa ein positivan og góðan stemning
kring vøllin í Modena. Og illa ber til at siga annað, enn at hetta
eydnaðist. Gjøgnum dystin var talan at kalla einvíst um positiv róp
frá áskoðarunum, sum ongan tíð smæddust burtur fyri at rósa
føroyingunum eisini. Innsavnan var eisini eisini partur av
dystinum, og teir 19.000 áskoðararnir góvu tilsamans 203.000
evrur til vælgerandi endamál.
Fleiri ferðir burturi enn heima
Rógvi fer upp at skalla, og tá bólturin løtu seinni leggur seg til rættis í italska málinum er málmetið veruleiki. Og tað verður sjálvandi markerað við 10 fingrum til áskoðararnar
Ivaðist til tað seinasta
Føroyski venjarin var serstakliga væl nøgdur um tað, sum
blaðungu bakkarnir hjá føroyska landsliðnum vístu