hósdagur 22. november 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 227 - 22. november 2007 ]
Allir
gjørdu
sítt
- Eg haldi avgjørt,
at vit kunnu vera
nøgdir um avrikið.
Sjálvandi taptu
vit, men vit fingu
eitt mál, og talan
gjørdist ikki um
nakað stórtap,
sum summi
kanska óttaðust
Fótbóltur
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Modena, Italia:
Soleiðis segði Jákup
Mikkelsen,
føroyski
liðskiparin,
tá
hann
eftir dystin varð biðin
um
at
gera
við
merkingar til føroyska
fjølmiðlaliðið,
sum
stóð kroyst millum tey
á leið 100 italsku tíð
indafólkini, sum royndu
at fanga viðmerkingar
frá sínum stjørnum.
Og ikki minst var lið
skiparin nøgdur um arb
eiðsavrikið, sum menn
inir løgdu fyri dagin.
Tað haldi eg avgjørt.
Vit vóru undir einum
veldugum trýsti fyri
steðgin, men vit arb
eiddu alla tíðina sera
væl. Og eftir steðgin
gjørdist tað so nakað
lættari, soleiðis at vit
eisini fingu betri frið til
at spæla. So alt í alt var
hetta ein góður endi upp
á undankappingina.
Saman við Einari
Hansen tykist Johan
Troest Davidsen
upp á stutta tíð
at hava bitið seg
fastan í byrjunarupp-
stillingina á føroyska
landsliðnum. Sjálvur
hevði hann als ikki
væntað, at menningin
skuldi ganga somikið
skjótt
Fótbóltur
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Modena, Italia: Fyri bara
góðum tveimum mánaðum
síðani var Johan Troest
Davidsen partur av føroyska
U21landsliðnum,
sum
hevði truplan útidyst móti
Italia.
Síðani hevur tó gingið
skjótt,
og
mikukvøldið
kundi hann spæla sín næsta
Alandsdyst. Aftur hesa
ferð í Italia, har mótstøðan
var móti heimsmeistarunum.
Eitt lop, sum Johan sjálvur
ikki hevði droymt um fyri
bara
fáum
mánaðum
síðani.
Tað var ikki í mínum
tonkum tá, at tað skuldi
ganga so skjótt. Men tað er
ótrúliga stuttligt. Tá tú
fylgir við í fótbólti, so kenn
ir tú øll hesi stóru nøvnini,
sum teir hava á liðnum, so
hetta er ein ótrúliga spenn
andi avbjóðing.
Men tað er kanska bara at
fara óimponeraður til verka,
hóast nøvnini eru stór?
Ja, men eg vil tó siga, at
tað
var
kanska
nakað
paniskt í fyrra hálvleiki hjá
okkum. Eg kom ofta at stan
da í ein móti støðum móti
Palladino, og hann er altso
ótrúliga kvikur.
Men eftir steðgin fingu
vit betri pláss, og so gjørdist
tað eitt sindur stuttligari hjá
okkum at spæla. Teir seta
sjálvandi
ferðina
nakað
niður. Men eg haldi eisini,
at vit fáa gjørt neyðugu
broytingarnar á miðvølli
num, soleiðis at trýstið á
okkum eisini linkaði.
Og so mundi tú eisini
enda dystin við at stúta
Føroyar upp á 23?
Ja. Eg kom fram til ein
skallara har. Men tíverri fór
hann á skeivu síðuna av
stólpanum.
Nú eru bakkarnir her
Talan vildi verið um mest sum perfekta dagin, hevði Johan sent á stólpan og inn, heldur enn út. Men ungi NSÍ-spælararnir hevur
nú einki at skammast um, hóast hann iðraði seg í løtuni eftir stútaran
Jákup Liðskiparin var
nøgdur, hóast hann
tríggjar ferðir mátti í
meskarnar eftir bóltinum
Eitt sjálvmál er tað,
sum kann henda. Og
so er bara at arbeiða
víðari, heldur Fróði
Benjaminsen
Fótbóltur
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Moena, Italia: Við einum
sjálvmáli eftir 10 minuttum
var
Fróði
Benjaminsen
tann, sum fekk gongd á
italsku málskjótingina móti
Føroyum. At geva tofta
manninum skuldina fyri
nakað í so máta, er tó helst
at gera dekan ov nógv av, tí
trýstið á føroyska málið var
stórt. Og sjálvur tóktist
hann ikki at vera nervaður
nakað serligt av hesum.
Tað er slíkt, sum kann
henda, og tú fært ikki vart
teg fyri tí. Vit vita jú eisini,
hvussu tað kennist, tá tú
kemur aftur um tíðliga í
dystinum, so tað er bara at
reisa seg skjótast gjørligt
og koma víðari.
Nógv varð tosað um
venjingarstøðuna og serliga
vantandi dystarvenjingina
hjá føroysku spælarunum
undan dystinum. Men Fróði
helt tó ikki, at hetta var
nakað,
sum
bilaði
stórvegis.
Vit hava vant alla tíðina,
síðani kappingin endaði, og
eg haldi, at hetta hevur
riggað væl. Vit vistu sjálv
andi, at tað kundi gerast
meira enn vanliga trupult á
útivølli móti heimsmeistar
unum. Men vit arbeiddu
hart allan dystin, og eg
haldi avgjørt, at vit kunnu
fara av vøllinum við upp
rættari pannu. Og eg haldi
avgjørt, at har vóru nógvir
positivir lutir, sum vit
kunnu byggja víðari uppá.
Ikki minst við teimum
mongu ungu spælarunum á
liðnum.
Má bara arbeiða víðari
Við royndunum, sum Fróði eftir hondini hevur savnað sær
á landsliðnum, tók tað honum ikki langa tíð at vinna á
skelkinum, sum fyrsta italska málið gav
Øll tey stóru uttan Ongland
Nú er greitt, hvørji sekstan vera við í lutakastinum til EM endaspælið, sum verður annan sunnudag Eftir at tað hevur
verið kappast síðani í september 2006, er tað nú greitt, hvørjar sekstan fótbóltstjóðir vera við í hattinum, tá ið tað
annan sunnudag verður kastað lut um, hvussu europeisku fótbóltstjóðirnar skulu bólkast í endaspælinum, sum verður í
Sveis og Eysturríki í juni næsta ár. Tær stóru europeisku fótbóltstjóðirnar hava allar spælt seg í endaspælið við einum
undantaki. Undantakið er Ongland, sum kiksaði á Wembley í kvøld. At Ongland ikki megnaði at spæla seg í endaspæl
ið ber við sær, at eingin av bretsku fótbóltstjóðunum (Ongland, Skotland, Wales, Norðurírland og Írland) vera við í
endaspælinum. Tey sekstan, sum hava spælt seg í endaspælið, eru: Sveis, Eysturríki (vertir) Pólland og Portugal (A)
Italia og Frakland (B) Grikkaland og Turkaland (C) Tjekkia og Týskland (D) Kroatia og Russland (E) Spania og
Svøríki (F) Rumenia og Holland (G). Endaspælið verður í Sveis og Eysturríki frá 7. og til 29. juni.
Enski landsliðsvenjarin Steve McClaren, fekk í morgun sekkin frá enska fótbóltssambandinum