hósdagur 22. november 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 227 - 22. november 2007 ]
Skorið yvir ein kamb
var talan mikukvøldið
um eitt av teimum
heilt góðu føroysku
landsliðsavrikunum. Men
skal ein spælari kjósast
sum dagsins maður, so
verður tað Christian
Lamhauge Holst, sum
støðugt prógvaði, hví
hann vanliga spælir á
einum hægri støði enn
liðfelagarnir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
1. Jákup Mikkelsen, B36
(54 dystir/0 mál)
Prógvaði æviga sannleikan um,
at skulu Føroyar koma úr slíkum
uppgávum í hampuligum standi,
so krevur tað góð málmansavrik.
Hevði ikki nakran møguleika at
verja fyri italsku málunum, men
sýndi í fleiri øðrum førum stór
spæl. Einar tvær av bjarging
unum vóru beinleiðis í heims
flokki, og soleiðis var hann
avgjørt ein týðandi brikkur í
einum avriki, har tað veruliga ber
til at tosa um heiðurligt tap.
3. Johan Troest Davidsen NSÍ
(2/0)
Hevði sum vera man úr at gera
fyrstu longu løtuna av dystinum,
tá italumenn spældu breitt og
skjótt. Men framdi saman við
verjufeløgunum eitt veldugt
arbeiðsavrik í royndunum at
rudda bóltar av vandaleið. Megn
aði eisini at koma fram við
nakrar ferðir fyri steðgin, og tá
plássið gjørdist betri eftir
steðgin, var hann ein av mest
eyðsýndu føroysku spælarunum.
Hóast landsdystirnir enn bert eru
tveir í tali, so tykist hann longu
nú hava bitið seg hálvgum fastan
í byrjunaruppstillingina, og so
var tað bara spell, at dagurin ikki
varð krýndur við einum máli.
4. Atli Danielsen, Frem (24/0)
Var kanska nakað anonymur
fyrstu løtuna, men fann seg skjótt
til rættis á defensiva
miðvøllinum. Og har framdi
hann síðani eitt av størstu
føroysku arbeiðsavrikunum á
degnum. Rúgvaði nógv upp í
verjupartinum við støðugt at
tippa holini, sum italiumenn
royndu at avdekka, og hevði
fleiri týðandi tacklingar, tá hinir
vóru um at vinna sær lyklastøður.
Hevði hartil eitt sera lágt
feilprosent í avspælinum, og varð
talan soleiðis um ein av avgjørt
bestu landsdystunum hjá Atla.
5. Jón Rói Jacobsen, AaB (31/0)
Hevði úr at gera fyri steðgin,
men var við til at halda rættiliga
væl fast um miðverjupartin á
liðnum. Megnaði fleiri ferðir at
tackla burtur í evstu løtu, og var
tað ikki nóg mikið, so fekk hann
ta einu ferðina somikið gott tak á
Toni, at hesin ikki fekk skumpað
bóltin í netið.
6. Rógvi Jacobsen, HB (48/10)
Vísti enn einaferð, hvussu
sterkur hann er í loftspælinum,
og við málinum er han nú mest
skorandi føroyski spælarin í
altjóða fótbólti. Framdi sítt
vanliga stóra arbeiðsavrik, tá
hann støðugt jagstraði tað, sum
varð sent niðan móti álopinum.
Og við sterka høvdinum var hann
ein góð spælstøð. Kom eisini
fram til aðrar møguleikar enn
tann eina, sum gav málið, og
kundi tí við hepni gjørt enn
meira um seg í so máta.
7. Fróði Benjaminsen, B36
(46/2)
Hóast hann var óheppin við
sjálvmálinum, so var Fróði sera
eyðsýndur í verjupartinum, tá
trýstið var upp á tað mesta.
Tveitti seg út í hópatals nærdystir
og tacklingar, og kom í flestu
førum eisini væl burtur úr
hesum. Hevði tó eini tvey
merkisverd bólttap í ótrýstum
støðum.
8. Símun Samuelsen, Notodden
(15/1)
Fekk sum væntað møguleikan frá
fyrsta bríksli, men megnaði ikki
veruliga at sannføra um, at hann
skal vera náttúrligi spælarin til
plássið á kantinum. Hevði ilt við
at rúgva nóg væl upp í verjupart
inum, og heldur ikki í framrætt
aða partinum tóktist hann nóg
stinnur. Hevði tó einstøk høvi
fyri steðgin, har hann fekk nýtt
ferðina, sum avgjørt eigur at vera
eitt stórt aktiv fyri liðið.
10. Christian Høgni Jacobsen,
NSÍ (40/2)
Hevði sera ilt við at fóta sær fyri
steðgin, tá hann kanska var tann
spælarin, ið stóð veikastur í
myndini. Megnaði tó at lyfta
spælið upp eftir steðgin, og var tá
við í nøkrum av føroysku
atsóknunum. Tóktist tó onkra
ferðina at royna truplu loysnina
við driblingum, heldur enn at
spæla leysari viðspælarar.
14. Christian Lamhauge Holst,
Lyngby (10/0)
Enn hevur Holst ikki skorað fyri
landsliðið. Men mikukvøldið
sýndi hann so ruddiliga, hvussu
stóran týdning hann eigur at hava
fyri liðið. At hann regluliga
spælir í fremstu donsku deildini
var sjónligt við bæði bóltmóttøku
og –medferð, og saman við Súna
var hann avgjørda
snúningspunktið í føroyska
spælinum við bólti. Arbeiddi
eisini sum ein hestur í spælinum
uttan bólt, og fekk stórar
klappsalvur frá øllum
áskoðarunum, tá hann varð
skiftur út stutt fyri leiklok.
17. Einar Hansen, NSÍ (3/0)
Hevði eins og liðfelagin í høgru
eina sera trupla uppgávu á
bakkinum, har italiumenn løgdu
stórt trýst á. Fyrsta málið kom
eisini eftir uppspæl hansara síðu,
har fleiri vandastøður íkomu fyri
steðgin. Spældi seg tó sera væl
upp. Gaman í varð trýstið minni
eftir steðgin, men tað eydnaðist
tá hópatals ferðir at steðga
italskum gjøgnumbrotsroyndum.
Vildi kanska verið ynskiligt, um
hann var eitt sindur sjónligari
fram eftir vøllinum, men tað fer
helst at koma við meira royndum
og minni ræðandi mótstøðu.
19. Súni Olsen, AaB (31/1)
Sýndi aftur spæl, sum líktist tí
støðinum, ið vit sóu í summar, tá
hann var veruligi orkesturleiðarin
á føroyska miðvøllinum. Tað var
kanska ikki alt, sum riggaði
hvørja ferð, men Súni bæði tordi,
vildi og megnaði at stýra
spælinum, so tað til tíðir var ein
fragd fyri eygað. Hevði hartil eitt
drønskot fyri steðgin, eins og
hann fyrst varð feldur í
gjøgnumbroti og síðani var um
reppið at skora við eftirfylgandi
frísparki eftir steðgin.
12. Hanus Thorleifson, B36
(3/0)
Fekk seinastu lítlu 20 minuttirnar
á vøllinum, og markeraði seg
sera væl hesa løtuna. Millum
annað sum partur av fleiri
uppspælsekvensum í síðuni.
Hóast grundarlagið er tunt við
somikið lítlari spælitíð, prógvaði
hann seg avgjørt sum eitt
áhugavert alternativ til annað av
kantplássunum.
11. Andrew av Fløtum, HB
(24/1)
Fekk seinastu fáa minuttirnar
sum avloysari fyri Holst. Og tó at
hetta ikki var nóg mikið til at
koma veruliga í dystin, so hevði
hann nógvar nertingar, tá álopini
seinastu løtuna ferðaðust nógv
báðar vegir.
Holst í serflokki
Ein fragd fyri eygað segði
landsliðsvenjarin millum
annað um spælið hjá
Christian Lamhauge Holst.
Og hóast honum enn vantar
fyrsta landsliðsmálið, so
munnu tey vera fá, sum vilja
tosa ímóti venjaranum um
hetta
Mynd: Álvur
Vónbrotið er eisini stórt í Noregi
Í Onglandi er vónbrotið sera stórt, eftir at EMendaspælið glapp teimum úr hondunum í
kvøld. Í Noregi er støðan líknandi. Hóast 41stórsigur á Malta í kvøld, gjørdist Norra eisini
ov stutt til at sleppa at leika EMendaspæl komandi kappingarár. Fyri at røkka endaspælinum
var sigurin hjá Norra eitt krav, samstundis við at Turkaland ikki vann heima ímóti Bosnia/
Hersogovina. Men heima á Ali Sami Yenleikvøllinum í Istanbul sveik Turkaland ikki, og
vann 10 við máli frá Villarrealáleyparanum, Nihat Kahveci. Tað gekst tó Noregi væl í
dystinum ímóti Malta. Á lítlu feriuoynni vann Norra 41, har serliga Steffen Iversen lat síni
merki standa eftir við at gera hattrikk. Norska landsliðið gjørdist eitt stig ov stutt til at røkka
endaspælinum, og má í sínum bólki, bólki C, síggja Grikkaland og Turkaland fara víðari til
EMendaspælið í Sveis og Eysturríki.