hósdagur 22. november 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
[ Nr. 227 - 22. november 2007 ]
Føroyska U21-
landsliðið spældi
ein sera góðan dyst
á Tórsvølli. Men
tað eydnaðist italiu-
monnunum at skora
mál 10 minuttir fyri
leiklok, og harvið
nærum tryggjað sær
víðari luttøku í U-21
kappingini
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Evnaríka
føroyska
U21
landsliðið spældi ein góðan
dyst móti Italia á Tórsvølli í
dag.
Tó vóru tað italiumenn,
sum móti endanum fóru við
sigrinum, tá Nicola Pozzi
úr Empoli FC, stútaði eitt
horna í málið handan Gunn
ar Nielsen, eftir vællagt
innlegg úr vinstra borði.
Tætt við nakrar
ferðir
Júst
føroyski
málverjin
Gunnar Nielsen, úr enska
Premier League felagnum
Blackburn Rovers, spældi
ein branddyst við fleiri
meistarligum bjargingum.
Sigast má eisini, at italiu
menn brendu fleiri upplagd
ar málmøguleikar í dysti
num. Teir løgdu stórt trýst á
okkara, og kundu havt lagt
seg á odda nakrar ferðir í
dystinum.
Frustreraðir
Italiumenn
Italiumenn gjørdu tað ikki
lættari fyri seg sjálvar, tá
verjuleikarin Fabiano San
tacroce varð vístur av vølli
fyri eina hevndaratsókn
móti Gudmundi Nielsen,
eftir at hesin hevði argað
Italiumenn nakrar ferðir við
sínum frekleika og sínari
fisiskari styrki.
Við einum manni í yvir
skoti eydnaðist tað føroyska
liðinum at koma fram til
fleiri málmøguleikar, tó
uttan at fáa í netið.
Ungu føroyingarnir vóru
nær við nakrar ferðir, har
bert sentimetrar manglaðu
í, fyri at fáa bóltin í net
meskurnar.
Tá støðan tóktist at gerast
00 og føroyingar enn vardu
sum úlvur á skóg, vóru
tíðulig tekin um frustratiónir
á ungu Italsku stjørnunum,
ið ikki fingu álopsspælið á
bera frukt. Italiumenn fram
du fleiri útskiftingar, og tá
bragdaði, tí tá 10 minuttir
írestaðu av dystinum, kundi
Nicola Pozzi, ið júst varð
skiftur inn, skora sigurs
málið. Málið, ið væl tryggja
italska
liðnum
víðari
luttøku í evropameistara
kappingini fyri U21 lið,
hóast undankappingin bert
er hálvrunnin.
Minni munur
Tað var ikki so stórur munur
á, ið tað kanska kundi hug
sast, at tað fór at vera, tá ið
føroyska U21 landsliðið,
tíðliga seinnapartin, spældi
á Tórsvølli ímóti Italia.
Føroysku
venjararnir,
Heðin Askham og Bill
Jacobsen, høvdu gjørt onk
rar broytingar eftir stórtapið
leygardagin ímóti Albania.
Eitt nú var Jónas T. Næs
nýggjur í miðverjuni, og
Pætur Jørgensen var á høgra
vongverja, og Kristoffur
Jacobsen var komin við
aftur á verjukenda mið
vallarplássið. Haðani spæl
di hann saman við hinum
ungu monnunum ein framúr
dyst móti komandi heims
stjørnum.
Føroyska liðið
Føroyska liðið hevur bert
tveir dystir eftir at spæla.
Báðir eru á útivølli í sep
tember 2008. 6. september
er dysturin móti Aser
badjan, og 10. september
verður
seinasti
dysturin
spældur í Grikkalandi.
Byrjunaruppstillingin hjá
føroyska liðnum mikudagin
var:
Gunnar Nielsen Pætur
Jørgensen Jónas T. Næs,
Svenn F. Jacobsen, Jóhan V.
Gunnarsson Kristoffur
Jacobsen Magnus Olsen
(Poul N. Poulsen, 85.), Bogi
Løkin, Ólavur í Ólavsstovu,
Emil N. Leifsson (Ásbjørn
V.
Gunnarsson,
85.)
Gudmundur Nielsen (And
reas Lava Olsen, 65.)
Eitt megnar avrik
Italski U21-hópurin og møguligu
komandi heimsstjørnurnar:
Málmenn:
Enrico Alfonso, Internazionale FC
Andrea Consigli, Rimini Calcio
Salvatore Sirigu, US Cremonese
Verjuleikarar:
Donenico Criscito, Juventus FC
Lorenzo de Silvestri, SS Lazio
Lino Marzoratti, Empoli FC
Marco Motta, Torino FC
Marco Rossi, Parma FC
Fabiano Santacroce, Brascia Calsio
Miðvallaleikarar:
Francesco Bolzoni, Internazionale FC
Luca Cigarini, Parma FC
Paolo de Caglie, Siena AC
Sebastian Giovinco, Empoli FC
Claurdio Marchisio, Empoli FC
Piermario Morosini, Vicenza Calcio
Gabriele Paonessa, US Avellino
Andrea Russotto, FC Treviso 1993
Áloyparar:
Robert Acquafresca, Cagliari Calcio
Alessio Carci, Pica Calcio
Pablo Daniel Osvaldo, Fiorentina ACF
Nicola Pozzi, Empoli, FC
FAKTA
Jóhan V. Gunnarson í hornatøkum við vinsta vongspælaran hjá Italiumonnum
Jóhan V. Gunnarson megnar at fáa bóltin av vandaleið, meðan Svenn F. Jacobsen hyggur spentur
eftir, hvussu leikur fer fram
Svøríki er í endaspælinum
Sviar vórru saman við heimligu pressuni á gosi í gjárkvøldið. Svøríki tryggjaði sær í gjárkvøldið
atgongumerki til EMendaspælið, hóast teir høvdu eitt sindur av trupulleikum við at vinna á Letlandi.
Svøríki verður einasta norðurland í EMendaspælinum komandi kappingarár. Hetta gjørdist greitt í
gjárkvøld, tá ið teir vunnu 21 heima ímóti Letlandi. Svøríki legði sera bragdliga fyri, og legði seg longu
á odda 10 eftir 34 sekund, við máli frá Marcus Allbäck. Jurijs Laizans javnaði fyri Letland í 26. minutti,
meðan Kim Källström skoraði sigursmálið 12 minuttir eftir steðgin, sum vera man til stóra frøi fyri teir
26.128 uppmøttu áskoðararnar á Råsundaleikvøllinum.Sostatt verður Svøríki einasta norðurlendska
land, ið verður at síggja í Eysturríki og Schweiz í summar, so teirra fjepparaskarði í norðurlondum
verður ivaleyst almikil. Annars vóru øll norðurlond í dysti í gjárkvøldið, og av teimum vunnu Noreg,
Danmark og Svøríki, Finnland fekk javnt og Føroyar og Ísland taptu sínar dystir.