hósdagur 22. november 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 227 - 22. november 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Chirac kann
kannast
Í Fraklandi hevur ein dóm
stólur gjørt av, at ákæru
valdið kann fara undir at
kanna, um fyrrverandi for
setin Jacques Chirac gjørdi
seg sekan í fíggjarligum
sviki, tá hann var borgar
stjóri í París frá 1977 til
1995. Sambært ákæruvald
inum lat Chirac kommun
una rinda løn hjá fólki, sum
arbeiddu fyri flokk hans
ara, og sum tí einki høvdu
við kommununa at gera.
Skuldsetingin ímóti Chirac
er gomul, men ákæruvaldið
kundi ikki kanna málið,
meðan Chirac var forseti, tí
tað hevði verið í stríð við
stýrisskipanina.
McClellan
hartar
forsetan
Scott McClellan, sum var
talsmaður hjá Hvítu Húsun
um og George W. Bush, for
seta frá 2003 til 2006, skriv
ar í einari nýggjari bók, at
hann bleiv lumpaður til at
geva fjølmiðlunum skeivar
upplýsingar um, hvussu
loyniligar upplýsingar um
ein fyrrverandi agent hjá
CIA vóru komnar fyri al
menningin. Í bókini, sum
kemur út til várs, skrivar
McClellan, at hann fekk
skeivar upplýsingar frá
teimum ovastu embætis
monnunum í Hvítu Húsun
um, og at bæði George W.
Bush, forseti og Dick
Cheney, varaforseti vóru
vitandi um tað. Dana Per
ino, sum nú er talskvinna
hjá Hvítu Húsunum, sigur í
einari viðmerking, at for
setin hevur ongantíð biðið
nakran bera skeivar upp
lýsingar.
Lýggjur vetur
Forsagnir
hjá
donsku
veðurstovuni DMI vísa, at
vit kunnu vænta okkum ein
lýggjan vetur. Veðurmenn
inir siga, at desember, janu
ar og februar verða heldur
lýggjari enn meðal, og at í
Danmark verður meðalhitin
0,5 stig oman fyri meðalhit
an í somu mánaðum í tíðar
skeiðinum frá 1981 til
2005. Gamalt er, at tað er
trupult at meta um veðrið,
men DMI ger kortini vart
við, at tey seinastu árini
hava forsagnirnar hjá stovn
inum víst seg at halda rætti
liga væl.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Bæði forsetin og varaforsetin fingu meg at siga
ósatt fyri fjølmiðlunum, og teir vóru vitandi um tað
Scott McClellan
útlond
Taliban tekur seg
fram ímóti Kabul,
og skal NATO ikki
tapa bardagan í
Afghanistan, noyðist
verjusamgongan
at tvífalda sítt her
mannatal har
Taliban hevur fingið fótin
fyri seg aftur nógvastaðni í
Afghanistan, og nú taka teir
seg støðugt nærri og nærri
høvuðsstaðnum Kabul. Tað
er niðurstøðan í einari nýggj
ari frágreiðing, sum stovnurin
Senils Council hevur latið úr
hondum.
Frágreiðingin
sigur,
at
kreppan í Afghanistan er
komin á eitt vegamót. Skal
NATO gera sær nakra vón
um at vinna bardagan, má
samgongan
tvífalda
her
mannatalið, so tað kemur
upp á minst 80.000. Annars
tapir NATO.
Tá amerikanararnir lupu á
Afghanistan í 2001, róku teir
tað mesta av Taliban av
landinum. Men í fjøllunum á
markinum millum Afghanist
an og Pakistan hevur rørslan
ment seg aftur.
Taliban hevur ræðið á
stórum økjum og hevur fólk í
54 prosentum av Afghanist
an. Harafturat vísir tað seg at
vera lætt hjá rørsluni at fáa
nýggjar limir, sigur Senils
Council í nýggju frágreið
ingini.
Stovnurin
leggur
afturat, at Taliban hevur lagt
seg eftir at brúka somu fram
ferð sum uppreistrarmenn
inir í Irak við sjálvmorðs
bumbum og vegjaðarabumb
um. Harafturat tykist rørslan
hava trygga fígging til sítt
virksemi, og koma pengarnir
fyrst og fremst frá rúsevna
handli.
Spurningurin er ikki long
ur, nær Taliban tekur Kabul
aftur, men nær tað verður.
Skal NATO ikki tapa bardag
an í Afghanistan, má her
mannatalið minst tvífaldast,
skrivar Senils Councuil í
nýggju frágreiðingini.
NATO kann tapa í Afghanistan
Kubanski leiðarin
seinastu 47 árini
stendur ikki á
atkvøðuseðlinum, nú
val verður í Kuba í
januar
Tá kubansku valhølini lata
upp um morgunin tann 20.
januar næsta ár, fáa veljarar
nir ein atkvøðuseðil, sum
víkir frá tí, sum tey eru von
við. Tí fyri fyrstu ferð í
meiri enn 45 ár er eingin
Fidel
Castro
millum
valevnini.
Fyrrakvøldið
boðaði
kubanska stýrið frá, at val
verður til tjóðartingið tann
20. januar næsta ár. Sam
stundis varð kunngjørt, at
tann 81 ára gamli Fidel
Castro stillar ikki uppaftur.
Einki varð sagt um orsøkina,
men Castro hevur havt
ringa heilsu í seinastuni, og
tí hevur yngri bróðir hans
ara, tann 76 ára gamli Raúl
Castro, røkt forsetaembætið
teir seinastu mánaðarnar.
At Fidel Castro ikki still
ar upp merkir, at hann kann
ikki halda fram sum forseti,
tí
sambært
grundlógini
skal forsetin vera valdur
tjóðartingslimur.
Eftir
skipanini verða 31 tinglimir
valdir í eitt serligt stjórnar
ráð, sum síðani skipar seg
við forsetanum sum ovasta
leiðara.
Castro stillar ikki
uppaftur
Fidel Castro hevur havt ringa
heilsu í seinastuni, og hann
hevur næstan ikki víst seg
alment
Mynd: Polfoto
Hesin kanadiski
hermaðurin í Afghanistan
skal hava hjálp frá nógvum
afturat, skal NATO ikki tapa
bardagan har ímóti Taliban