fríggjadagur 4. mai 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult11 cyan11 magenta11 svart11
10
Nr. 85 - 4. mai 2001
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Frá fríggjadegi 4. mai til hósdagin 10. mai
Fres – av Eiði
Fríggjakvøldið kl. 18.30
Skaðastovan
"Tað bera salt"
Leygardagin klokkan 20 fer TV3 undir eina nýggja amerikanska actionraðsending.
Eitt flogfar neyðlendir í Amazonas frumskóginum, tá ódnarveður knappliga brestur á.
Eitt bjargingarlið vinnur fram til vanlukkustaðið, men ger bara tað mest neyðuga og
sleppur sær síðani avstað aftur, av tí at frumskógurin ikki er eitt trygt stað hjá fólki at
vera. Tá bjargingarliðið er farið, rakna seks ferðafólk við aftur eftir at hava verið utt-
an vit.
Tað tykist sum listin blómar í
Føroyum: heili 4 sjónleikir á palli
í senn, 39 stuttsøguhandrit verða
latin inn til kapping um, hvør er
best, stórt Prix Føroyar tiltak í
Norðurlandahúsinum og ivaleyst
mangt annað eisini. Útvarp og
sjónvarp royna sum frægast at
kunna um hetta. Ein morgun var
leikari úr Klaksvíkar Sjónleikara-
felag og greiddi væl frá teirra
leiki og tað at spæla sjónleik í
heila tikið, m.a. at vit vilja hava
undirhald og ikki sovorðið har vit
noyðast at taka støðu. Havi tó
onki hoyrt um leikin á Strondum
ella »Músafelluna« í Havn, men
møguliga hevur okkurt verið.
Malan Johannessen hevur gjørt
sending um sjónleikaraveteranin
Linu Larsen, ein deiliga avslapp-
andi sending, har greitt varð frá í
frið og náðum. Tá ið sendingar
verða gjørdar, er mangan sovorð-
ið hóvasták við mikrofonum og
filmstólum, at tú næstan noyðist
at leggja teg afturá, tí at tú er um
at gerast í ørviti. Komið í hesum
sambandi at hugsa um donsku
sjónvarpsrásina DK4, sum hevur
sum aðalmál at upplýsa og at ger
hetta á slíkan hátt, at fólk sleppa
at tosa seg liðug.
Tað er so mangan, tá ið eg lurti
eftir samrøðum, at eg aftaná havi
fleiri spurningar, sum eg vil hava
svaraðar. Eitt dømi var nú ein
dagin, tá ið útvarpið tosaði við
løgfrøðing úr Undirvísingar- og
Mentamálastýrinum um val av
skúlastýri. Har valdar ruðuleiki í
reglugerðini, eingin ivi um tað,
umframt tað høpisleysa í at sam-
búgvandi pápar ikki hava rætt at
ávirka skúlagongdina hjá børnum
sínum, so eru føroysk foreldur
býtt upp í 1. og 2. flokks foreldur,
av tí at sambúgvandi foreldur, ið
hava búð niðri og hava eina for-
eldraavtalu haðani, kunnu velja
og veljast til skúlaráðini. Hetta
spurdi tíðindamaðurin ikki um,
heldur ikki um tað er rímuligt at
broyta lógina, tá ið hjúnarbands-
lógin frá 1928 als ikki livir upp til
nútímans krøv.
Tá ið tú lurtar eftir útvarpi eru
ongar myndir sum órógva, so tú
leggur teg meira eftir, hvussu alt
verður framborið.
Havi fleiri ferðir hesa vikuna leita
mær ráð í føroysku orðabókini,
m.a. ein dagin útvarpið boðaði
frá, at nú var klekingardepil settur
á stovn. Eg, mítt býtta fyl, helt í
fyrstani, at nú fór Annfinn Brekk-
stein á Velbastað at byggja út,
men av samanhanginum gitti eg
at enda, at tað hevði okkurt við
KT-vinnu at gera. Eg fann ikki
orðið í orðabókini, so allarhelst er
hetta spildurnýtt orð, eg fari helst
leingi at fáa associatiónir til egg,
tá eg hoyri orðið í framtíðini.
Orð, ljóð og tónalag er fangandi,
tá ið tað verður væl framborið.
Munur er á Hans Tórgarð og Jens
Paula Heinesen. Báðir lesa upp í
útvarpinum, himmalvíður munur
er á tí friðarliga Hans Tórgarð og
tí harðmælta Jens Paula við teim-
um eyðkendu rungandi r´unum úr
Vágum. Mær dámar betur Jens
Paula, møguliga er tað tí, at mær
dámar betur søgurnar hjá honum,
men eg haldi eisini at Hans Tór-
garð er í so lívleysur, tá ið hann
lesur.
Jógvan Arge hevur havt frálík-
ar sendingar úr Moskva, eg var so
skjót í seinasta ummæli, at finn-
ast at honum, tí at hann ikki
brúkti henda møguleikan at gera
sending um Moskva, men tað
hevur hann gjørt, og tær vóru
spennandi at lurta eftir.
Fyri fleiri árum síðani funnu
vit útav, at vit kundu spæla plátur
ella fáa eitt band eitt ljóða sum
”músarøddir”, tað eru gomul tíð-
indi, men í útvarpinum er hetta
framvegis spildurnýtt, nærum
hvør einasta barnasending brúkar
hesar avskeplaðu røddirnar. Haldi
mangan at børn, sum ringja til út-
varpið, ikki skilja hendan fitta
fýrin við tí løgnu røddini. Tað er
stuttligt og mennandi fyri børn, at
sleppa at tosa og síggja seg sjálvi
í útvarpi og sjónvarpi, men t.d.
sendingin ”Fres” nøktar ikki
tørvin hjá børnum, her má arb-
eiðast meira miðvíst við at skapa
góðar barnasendingar til ymiskar
aldursbólkar.
So hevur ísraelski diplomatur-
in í Danmark verið her. Frætti í
bløðunum at bert Dagblaðið
hevði verið á tíðindafundi, og at
útvarpið at enda hevði tikið seg
saman og hevði havt eina sam-
røðu við hann. Eg hoyrdi hesa
samrøðu og fekk tað fatan, at tað
bert vóru fólkaflokspolitikarar, ið
høvdu bjóðað honum vælkomn-
um. Ørindi hansara vóru sjálv-
andi at sjarmera seg inn hjá okk-
um , og tað eyðnaðist honum so
væl, at útvarpsmaðurin næstan
bað um umbering, tí hann mátti
spyrja onkrar politiskar spurning-
ar, og diplomaturin dugdi sítt arb-
eiði til fulnar og svaraði á diplo-
matiskan hátt.
Las í seinasta blaðið hjá ”Folk-
ekirkens Nødhjælp”, at donsk
sendinevnd hevur verið í Ísrael og
í palestinsku økjunum har. Tað
vóru ”Det mellemkirkelige Råd”,
”Det økumeniske Fællesråd” og
”Folkekirkens Nødhjælp”, sum
hava sent hesi umboð avstað, og
aftaná hava tey so tosað við Mog-
ens Lykketoft um m.a. viðurskift-
ini hjá teimum umleið 120.000
kristnu har og annars givið frá-
greiðing um støðuna í økinum.
Eitt av tí, ið dentur varð lagdur á,
var at arbeiða fyri, at handilsav-
talan millum Ísrael og ES skuldi
vera hildin, har eitt krav í hesari
avtalu er at halda mannarættindi.
Hetta kundu føroysk tíðindafólk
havt í huganum, nú Bjarni Djuur-
holm ætlar at gera fríhandilsavt-
alu við Ísrael.
Spurningurin er so, um tað var
rætt at fjølmiðlarnir ikki fóru á
tíðindafund, tað er ein spurningur
um at tiga í hel ella at tosa í hel.
Sjónleikur og annar leikur.
Fangað í Amazonas
Leygarkvøldið kl. 19.00
Red Corner
Sunnukvøldið kl. 20.00
Marna
Jakobsen
ummælir:
Sunnukvøldið kl. 20.00
Týskvøldið kl. 19.00
FISKIVINNUTÍÐINDI
71 bátar seldu 19 tons um gólvsøluna hjá
Fiskamarknaðinum mikudagin.
Av hesum vórðu 10 tons seld í Vági, meðan
hini níggju vórðu seld í Sørvági
Sýslu-
nummar
Skipanavn
Reiðskapur
kilo
FD 136
Lilja
snella
398
FD 380
Amanda
snella
396
FD 89
Høvdin
snella
417
FD1140
Eyðin
snella
388
KG 888
Rannvá
snella
348
TG 10
Evi
snella
184
TG 159
Vesturbúgvin
snella
173
TG 184
Ørvur
snella
114
TG 185
Egil
snella
212
TG 201
Britt
snella
74
TG 227
Edvør
lína
449
TG 26
Majbritt
snella
333
TG 283
Herdis
snella
386
TG 303
Richard í smiðjuni
snella
154
TG 310
Sjóriddarin
snella
215
TG 339
Báran
snella
137
TG 347
Knúkin
snella
281
TG 349
Trý drangur
snella
247
TG 376
Dúgvan
snella
161
TG 397
Kvikk
snella
192
TG 40
Kambur
snella
273
TG 401
Barbara
snella
182
TG 435
Jórun
snella
159
TG 471
Núpur
lína
463
TG 487
Topas
snella
180
TG 495
Egil m
snella
179
TG 514
Keldafossur
snella
111
TG 522
Grammur
snella
242
Sýslu-
nummar
Skipanavn
Reiðskapur
kilo
TG 523
Sóley
snella
238
TG 55
Bláaberg
snella
147
TG 555
Ann mari
snella
175
TG 56
Marian m.
snella
228
TG 562
Todnes
snella
125
TG 576
Svanur
snella
234
TG 620
Bergur II
snella
388
TG 622
Varðin
snella
223
TG 631
Skarstein
snella
1.130
TG 670
Víkaberg
snella
202
TG 731
Annie m/b
snella
377
TG 744
Marjun
snella
424
TG 75
Nemo
snella
344
TG 797
Norðfarið
snella
312
TG 808
Poul S.
snella
286
TG 91
Stjørnan
snella
192
TN 149
Ørvur
snella
385
TN 912
Heine
snella
305
TN 976
Finnurin
snella
186
VA
Anny
snella
221
VA
Álkan
snella
221
VA 105
Barið
snella
169
VA 109
Ella
snella
312
VA 111
Sigga
snella
321
VA 143
Thurid
snella
447
VA 164
Niklái
snella
285
VA 190
Sjóberið
snella
343
VA 192
Havfrúgvin
snella
187
VA 221
Carina
snella
322
VA 242
Suðurfarið
snella
209
VA 245
Sunnvá
snella
167
VA 251
Elvira m/b
snella
145
VA 269
Anna Maria m/b
snella
184
VA 28
Álitið
snella
214
VA 294
Nestangi
snella
477
VA 300
Cemary m/b
snella
492
VA 324
Skarvur
snella
374
VA 327
Fortuna m/b
snella
172
VA 34
Dunga Hans m/b
snella
326
VA 350
Sirið
snella
261
VA 60
Dáva Dánjal
snella
208
VA 66
Gunnvá
snella
236
VA 82
Raðnes
snella
269
Vørunavn
kilo
Brosma 0
64
Hýsa 0
17
Hýsa 2
69
Hýsa 3
264
Hýsa 4
18
Havtaska 0
3
Kalvi 1
63
Longa 2
5
Longa 5
2
Skrubba
2
Steinbítur
5
Svartkalvi 0
12
Toskur 1
21
Toskur 2
478
Toskur 3
5.451
Toskur 4
8.421
Toskur 5
3.834
Upsi 0
307
Upsi 2
49
Upsi 3
92
Upsi 4
28
Upsi 5
85
Gólvsølan
Íslendska fyritøkan Balcan
ehf hevur gjørt ein fimm
ára sáttmála við Lithauia
um fiskidagarnar á Flemm-
ish Cap. Eitt íslensk skip,
“Atlas” hevur júst flaggað
til Lithavia og eitt annað
skip skal eisini flaggað út,
tá er trolarin “Eyðborg” frá
Hrísey.
Eigarin av Balcan ehf,
Sigurður Sigurgeirsson sig-
ur í samrøðu við Inter
Seafood.com, at litavar
eiga 577 fiskidagar á Flem-
mish Cap og 3-400 fiski-
dagar í Barentshavinum og
felagið hevur nú rætt at
nýta hesar dagar.
Atlas byrjaði á svart-
kalvaveiðu um 12 mars og
fór síðan á rækjuveiðu á
Flemmish
Cap
nakað
seinni. Hann hevur verið
inni og landað 200 tons av
rækjum og er nú aftur farin
á svartkalvaveiðu á Flem-
mish Cap.
je
Íslendskt felag fær litauisku
fiskidagarnar
Trondheim(NTB)
Út-
lendskir
ferðamenn
í
Noregi fiska eini 15.000
tons af fiski um árið. Og
hetta svarar til eitt virði af
200 milliónum norskum
krónum, vísir ein frágreið-
ing frá universitetinum í
Tromsø.
– Eg eri bilsin yvir, at
talan er um so stórar nøgd-
ir, sigur Jan Skjærvo, aðal-
skrivari í Norges Fiskerlag.
–Vit
hava
hoyrt
so
nógvar gitingar um hvussu
nógv ferðafólk fiska í
Noregi og tí vildu vit hava
eina óhefta kanning av
hesum. Vit hava einki í
móti at ferðafólk veiða
fisk, sigur Skjærvo, sum
sigur, at Fiskerlaget fer at
viðgera hesar nýggju upp-
lýsingar í næstum.
Nøgdin svarar til at sum
eitt nýmótans stórt fiska-
virki hjá Findus virkar um
árið.
Hvat norðmenn sjálvir
fiska í frítíðini er ikki við í
kanningini
je
Ferðamenn veiða
fyri 200 mió kr.
Kendi umhvørvisaktivist-
urin Paul Watson skuldsetir
norðmenn fyri at útflýta
ólógliga
hvalatvøst
til
Japan. Hann sigur seg hava
prógv fyri hesum, men vil
ikki leggja prógvini fram
fyri norsku vevsíðuni Intra-
fisk, sum ber tíðindini í
gjár.
– Vit eru í móti allari
handilsligari hvalaveiðu og
tað er okkum líka mikið, at
Noreg hevur minkað um
talið av sildrekum, sum
loyvt er at veiða.
– Japan vil keypa alt tað
tvøst teir kunnu fáa hendur
á uttan fyrilit til moral ella
um hetta er lógligt. Vit hava
prógv fyri gjøgnum DNA
kanningar, at norskt sild-
rekatvøst er at fáa í ja-
panskum handlum. Tað
fæst eisini finnhvala og
bláhvalatvøst í japanskum
handlum, sigur Paul Wat-
son.
je
Watson skuldsetir norðmenn
fyri ólógligan útflutning
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Íslendskir línumenn eru ill-
ir inn á íslendsku myndug-
leikarnar, tí teir hava givið
føroyingum og norðmonn-
um
fiskirættindi
eftir
brosmu, longu og blálongu
í býti við kvotur til ís-
lendskar trolarar og nóta-
bátar í Barentshavinum og
við Føroyar.
Íslendsku
línubátarnir
eru illir um, at teir ikki fáa
nakað burtur hesum kvotu-
býti, men aðrir partar av
íslendska flotanum vinna
upp á hetta, skrivar norska
vevsíðan Intrafish.
Loynikróksavtalan, sum
steðgaði íslendskum og
føroyskum
trolarum
at
fiska óskipað í Loynikrók-
inum, gevur íslendskum
trolarum loyvi at fáa kvotur
frá norðmonnum, kvotur,
sum teir hava vunnið vegna
søgulig rættindin, tí teir
hava veitt í Loynikrókinum.
Afturfyri hesa avtalu
sleppa føroysk og norsk
línuskip at veiða í íslendsk-
um sjógvi. Hetta ber eisini
við sær, at íslenskir nóta-
bátar og trolarar hava fing-
ið munandi betri rættindir í
føroyskum og norskum
sjógvi.
– Vit hava ikki bara givið
norðmonnum kvotur, vit
hava eisini givið teimum
heilar fiskigrunnar heilt
fyri seg sjálvan. Í tíðar-
skeiðnum februar til mai
eru íslendskir línubátar
upptiknir av at fiska tosk,
steinbít og hýsu á innaru
leiðunum og tá skúma før-
oyingar og norðmenn róm-
an av longu og brosmu á
ytru leiðunum, sigur Petur
H. Pállsson, sum umboðar
íslendsku línubátarnar.
– Tað er ein sannroynd í
línuveiðu, at tann sum kem-
ur fyrst á eina leið, fær
mesta fiskin. Tá umstøð-
urnar hjá okkum eru til at
fara á ytru leiðirnar í
summar, so er einki at fara
eftir, sigur Petur H. Pálls-
son.
– Vit lata ein part av okk-
ara fiskikvotu fyri at ís-
lendskir trolarar skulu fáa
kvotur í Barentshavinum og
hesir trolarar nýta bert ein
part av hesum kvotum.
Pállssson heldur, at tað er
órættvíst at nótabátarnir
ikki sjálvir gjalda fyri tey
rættindi teir fáa í før-
oyskum sjógvi við at givið
føroyingum størri rásarúm í
íslendskum sjógvi at veiða
lodnu og sild, heldur enn at
sleppa føroyskum línubát-
um í íslendskan sjógv.
Illir inn á føroyskar og norskar línumenn
Íslendingar illir inn á føroysk fiskirættindi