hósdagur 22. november 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 22. november 2007
43
tíðindi
Ein ræðuligur illgruni
verður til veruleika og
endavendir lívinum hjá
eini mammu. Og spakuliga
syndrast dreymurin um eina
fullkomna familju
Kynsligur misnýtsla
Ingrid Bjarnastein og
Tóra Effersøe Mortensen
Maria er skakað, nú loyndarmálið hjá
dóttrini er komið fram. Nú skilir hon betri
atburðin hjá Lisu, og øll tey tekin, hon
hevur sent. Hennara framferðarháttur hevur
verið eitt róp um hjálp, men Maria hevur
ikki hoyrt tað. Hon er kedd og vónbrotin,
men á ein hátt kennir hon eisini ein lætta.
Sjálvt um ákærurnar hjá Lisu eru grovar,
so velur Maria at trúgva henni. Men hon
vil eisini trúgva Kim, tá hann sigur, at hann
svav, tá tað hendi. Maria er vís í, at við
hjálp frá eitt nú samkomuni, kunnu tey
loysa trupulleikarnar sum ein familja.
Í eini telefonsamrøðu fortelur Maria
Onnu tað, ið hent er. Tað kemur ikki óvart
á vinkonuna, men hon merkir skjótt, hvat
Maria heldur.
“Anna, eg veit væl, hvat tú heldur. Men
eg trúgvi Kim,” sigur Maria. Hon fortelur
eisini, at hon velur familjuna, tí hon so inni
liga ynskir, at tey skulu koma yvir tað, ið
hent er.
Anna er ikki samd við vinkonuni, men
Maria broytir ikki meining.
Í samkomuni og hjá manninum fær hon
stuðul. Tey eru sannførd um, at trúgvin á
Gud kann fáa familjuna á rættkjøl.
Maria fortelur ikki Benjamini og Mort
ani, hvat hent er. Hon er ikki bangin fyri, at
pápin kann hava gjørt teimum nakað, og
hon vil ikki hava, at teir verða blandaðir
uppí trupulleikarnar.
Vikurnar ganga. Og hjá familjuni líkist
dagurin sær sjálvum. Lisa tosar aftur við
pápa sín, og Maria heldur, tað er tí, dóttirin
er glað fyri, at sannleikn er komin fram.
Hvørki Benjamin ella Mortan vísa tekin
um at vera ávirkaðir av tí ruðuleika, ið
hevur valdað í familjuni í so langa tíð.
Men hjá Mariu lekir tíðin ikki øll sár.
Støða hennara verður verri og verri fyri
hvønn dag, ið fer. Hon hevur umhugsað at
uppgeva familjuna og flýggja við børn
unum. Hon vil burtur frá Kim.
Ársins longsti dagur
Meðan Havnin kámast í baksspeglinum
koyrir tann blái bilurin eftir Oyggjarveg
num. Summarið er nú komið og sólin skín
ur oman og niðan hendan dagin. Bilurin
sker seg gjøgnum harðrendu náttúruna við
leið móti Mjørkadali.
Maria er á veg í føðingardag hjá bróður
syni sínum, sum býr á bygd. Hon er einsa
møll í bilinum; Kim er eftir í Havnini.
Benjamin og Mortan eru fyrr um dagin
farnir við ommu síni. Og Lisa er úti saman
við floksfeløgunum, tí skúlin er liðugur.
Umgird av høgum fjøllum setur Maria
kós ímóti lítlu bygdini, har bróður hennara
býr. Dagurin hevur verið langur. Hon og
Kim hava verið til prógvahandan í skúlan
um, nú Lisa er liðug við tíggjunda flokk.
Síðstu dagarnir er hon vorðin alsamt
meira í iva. Hon megnar ikki longur at
halda familjuni saman, og tí hevur hon ráð
ført seg hjá einum lifecoach í Klaksvík.
Maria koyrir framvið vøkru grønu fjalla
síðunum, tá telefonin brádliga ringir. Tað
er konan hjá bróður Kim, sum spyr, um tað
er satt, at Lisa er blivin krenkað av pápa
sínum.
Samrøðan fær Mariu at falla púrasta í
fátt. Sannleikin samsvarar ikki longur við
hennara dreym. Nú sær hon glansbílætið
detta sundur.
Ein ræðuligur ótti kemur á hana og í vón
loysi ringir hon til pápa sín.
“Eg fái ikki andað! Eg eri við at kvalast,”
sigur hon við gráturødd.
Pápi hennara er heima. Hann hevur havt
ein langan arbeiðsdag og hevur tí ikki havt
stundir at vera við í føðingardegnum hjá
abbabarninum. Tá hann hoyrir dóttrina,
verður hann kløkkur, men hann tykist rólig
ur.
“Hvar ert tú?” spyr hann.
“Eg veit ikki,” svarar Maria.
“Hvat sært tú?” spyr hann so.
Maria greiðir frá, at hon sær Kollafjørð,
og skjótt veit pápin, hvar hon er. Maria
steðgar bilinum.
Hon roynir at vera rólig, men megnar
ikki at stýra kenslunum. Hon veit, at pápa
beiggi hennara er á veg, tað hevur pápi
hennara lovað.
Løtu seinni kemur pápabeiggin. Hann
setur seg inn í bilin undir liðina á Mariu.
“Eg eri farin frá Kim,” sigur hon og tárini
trilla niður eftir kinnunum.
Meira tos verður tað ikki til, fyrr enn
bróður Mariu kemur. Hann hevur tosað við
pápa teirra og veit tí, hvat hent er.
Jens parkerar bilin, og pápabeiggin koyr
ir víðari móti heimbygd síni. Maria fer yvir
til bilin hjá Jensi og setur seg inn. Hon
Í trimum pørtum prentar Sosialurin eina greinarøð, ið er høvuðsupp
gávan hjá nýútbúnu journalistunum, Ingrid Bjarnastein og Tóru Effersøe
Mortensen, sum í summar tóku prógv við Journalistháskúlan í Århus.
Høvundarnir hava tikið upp eitt evni, sum ongantíð rættiliga er lýst í
føroyskum fjølmiðlum. Tær báðar hava valgt ein frásøguhátt, ið á enskum
kallast »New Journalism«. Fyrsti partur varð prentaður í gjár, og her
kemur annar partur
Ingrid Bjarnastein Tóra Effersøe Mortensen
Annar partur:
Fangað í einum
glansbílæti
Framhald á næstu síðu
Maria er kedd og vónbrotin, og sjálvt um
ákærurnar frá dóttrini móti pápanum eru
grovar, so velur hon at trúgva henni
Modellmynd: Jens Kristian Vang