hósdagur 22. november 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 227 - 22. november 2007
tíðindi
ristist, tá Jens leggur armin um hana. Og
við gráturødd sigur hon:
“Hetta er ræðuligt!”
Bróðurin troystar hana, og hon kennir
seg trygga.
Løtu seinni, tá Maria er vorðin meria
rólig, koyra tey víðari ímóti lítlu bygdini,
har bróðurin hjá Jensi og Mariu býr. Tey
eru sein, og føðingardagurin er farin í
gongd. Tey tosa ikki um tað, sum hent er, tí
neyðut er at verja børnini, og Maria vil at
góða lagið á fólki skal halda fram. Hon
heldur seg tí fyri seg sjálva.
Deyðatøgn
Tankarnir flúgva sum hvirluvindar runt í
høvdinum á Mariu. Hon er um at bresta.
Nú veit hon, at hon ikki skal heim aftur.
Hon hevur gjørt av, at hon fer við mamm
uni og synunum í bili til Havnar seinni um
kvøldið. Men áðrenn tey fara ringir hon til
Kim og sigur, at tey gista hjá bróðrinum.
Komin til Havnar fara Maria og mamman
beina leið í tað arbeiðshølið, sum Kim og
Maria plaga at vaska um kvøldið. Heima í
húsunum hjá foreldrunum hjá Mariu eru
dreingirnir farnir til songar.
Maria er í døpurhuga. Hon læsir hurðina;
hon hevur logið fyri Kim og óttast tí, hvat
kann henda. Í rúminum er deyðatøgn. Ein
asta ljóðið, ið órógvar tøgnina eru strokini
frá skrubbuni, hvørja ferð hon snarliga fer
aftur og fram eftir gólvinum.
Fjáltur er á mammu og dóttur, sum vaska
so skjótt sum til ber. Men brádliga verða
tær órógvaðar av, at onkur bankar.
“Kanska tað er Kim,” teskar mamma
Mariu.
Men skjótt síggja tær, at tað er Lisa. Hon
stendur uttan fyri glashurðina og vinkar.
Maria hevur tosað við hana fyrr um kvøldið
og greitt henni frá, at tey ikki skulu sova
heima í nátt, og tí er Lisa komin.
Tá tær í náttarmyrkinum endiliga kunnu
leggja leiðina heim til foreldrini hjá Mariu,
er Maria troytt og kedd. Men enn ein lagnu
tungur dagur er henni fyri framman, tá hon
leggur seg undir dýnuna á miðjari nátt.
Dreymurin syndrast
Maria vaknar tíðliga næsta morgun. Hon er
útlúgvað av øllum, sum hendi í gjár, men
hon hevur ikki stundir at blíva liggjandi í
songini.
Hon veit, at hon fer frá Kim. Men ikki
fyrr enn um middagsleitið aftaná hon hevur
tosað við leiðarin í Kvinnuhúsinum, kennir
hon seg heilt klára at fara. Tá tekur hon
endaligu avgerðina.
Fyri fyrstu ferð er tað ikki hjúnalagið og
tann fullkomna familjan, ið kasta skuggar
yvir alt annað. Nú ynskir hon at bjarga tí
partinum av familjuni, ið hon ikki kann
vera fyri uttan. Børnini.
Eftir prátið í Kvinnuhúsinum fer hon
beina leið framvið Ríkisumboðsskrivstov
uni, har hon biðjur um hjúnaskilnað. Ímeð
an bíðar Lisa saman við brøðum sínum í
Kvinnuhúsinum, teir spæla Playstation og
hugna sær óført.
Maria er kensluleys. Hon kundi eins væl
verði ein maskina, sum var sett til at gera
ávísar uppgávur. Hon skrivar undir hjúna
skilnaðpappírini uttan at hugsa stórvegis
um tað. Men hon hevur gjørt av, at tað er
tað skilabesta at gera.
Á veg aftur í Kvinnuhúsið hittir hon vin
konuna, Ruth, ið hevur verið hjá skósmiði.
Áðrenn Maria nær at hugsa seg um, hevur
hon fortalt vinkonuni, at hon flytir frá Kim
og ætlar til Danmarkar at vera í eina tíð.
Hon vil burtur frá lítla samfelagnum, har
søgan hjá Lisu longu gongur sum slatur.
Mariu tørvar hjálp til at flyta nøkur ting
úr húsinum, men tíðin er knøpp, tí skjótt
fær Kim frí, og tí spyr Maria vinkonuna
um hjálp.
Áðrenn tær koyra til húsini, fara tær eftir
Lisu í Kvinnuhúsinum.
Pakka og fara
Tíðin rennur avstað, men Maria veit júst,
hvat tey skulu hava við. Hon biður Ruth
pakka Lego og onnur ting hjá dreingunum,
meðan Lisa pakkar síni egnu ting.
Fyri at tað skal ganga so skjótt sum gjør
ligt, hevur Maria ringt eftir bróður sínum
Jensi, sum nú er á veg. Tá hann fáar minuttir
seinni kemur, hjálpir hann Ruth at pakka
leikur hjá dreingunum.
Maria er fokuserað. Hon syrgir fyri at
dópsbrøvini og passini verða løgd í taskuna.
Síðan fer hon inn í vaskikjallarin, har hon
pakkar síni egnu klæðir og tey hjá synunum
í svartar skrelliposar.
Tað gongur skjótt.
Hon óttast, at Kim nær at koma heim,
áðrenn tey eru liðug, tí hann fær skjótt frí
frá arbeiði.