Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-22, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. november 2007síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 22. november 2007 45 tíðindi Øll bera tey fyltar posar og kassar út í bilarnar. Hvíti bilurin hjá Jensi verður skjótt fyltur. Og hann drønar avstað. Løtu seinni er alt pakkað. Tær skunda sær inn í bilin fyri at koma avstað sum skjótast, tá Ruth uppdagar, at luftin stillis­ liga lekur úr fremra dekkinum, sum er við at vera flatt. Tann óvæntaða forðingin steðg­ ar teimum tó ikki, og skjótt fer bilurin hopp­ andi avstað. Við Kvinnuhúsið, sum liggur mitt í Havn, fara Maria og Lisa úr bilinum. Og Ruth koyrir víðari heim til foreldrini hjá Mariu, har øll tingini verða sett av. Kvøldið í Kvinnuhúsinum kennist sum fær tað ongan enda. Maria er kedd, men hon er takksom fyri, at Benjamin og Mortan ikke seta fleiri spurningar, tá hon fortelur teimum, at tey ikki fara heim til pápan aft­ ur. Í staðin kunnu teir gleða seg til ein túr til Danmarkar, har tey skulu vitja Onnu og familju hennara. Ta náttina sova Maria og dreingirnir í Kvinnuhúsinum, meðan Lisa fer heim við Ruth, har hon skal búgva, með­ an mamma hennara og beiggjanir eru í Dan­ mark. Hon fer ikki við teimum dagin eftir. Maria hevur lovað henni at sleppa ung­ dómstúr við vinfólkum við Norrønu, tí ferðaseðilin er keyptur fyri langari tíð síðani. Friður í útlegd Dagin eftir, tá Maria saman við synunum er á veg vestur á flogvøllin, kennir hon seg fría. Hon gleðir seg til at síggja vinkonuna Onnu aftur, tað eru nógv ár, síðan tær síðst sóust. Á flogvøllinum tosa Mortan og Benjamin í telefon við pápan, sum longu veit, at tey fara til Danmarkar at ferðast. Tveir tímar seinni setir flogfarið seg í Kastrup, og har tekur maður Onnu ímóti teimum. Sólin hevur bakað niður allan dag­ in, og tað er enn heitt, tá tey koyra móti Vestursælandi. Lagið á dreinginum er gott, og teir halda tað vera óføra spennandi at síggja øll jóansøkubálini, sum tey koyra framvið. Tá tey koma til hugnaligu húsini hjá Onnu, er gleðin stór. Tær báðar vinkonurnar hálsfevnast. Maria er moyr í øllum kroppinum, og hennara frøknutu kinnar eru reyðir, og bláu eyguni bloytt í gráti. Hon er máttleys, men glað fyri at vera í tryggum hondum hjá vinkonuni langt burtur frá Kim. Í nakrar vikur eru Maria og synirnir hjá Onnu. Lisa er nú eisini komin, og tí er Maria vorðin meira rólig, so tað er ikki við góðum tannabiti, at hon letur Lisu fara aft­ ur til Føroya eftir tveimum vikum í Dan­ mark. Hon vil heim til ólavsøku og á G! festival. Maria ynskir ikki at gera dóttrina vónsvikna, tí hon heldur, at Lisa hevur ver­ ið ígjøgnum meira enn nokk síðstu árini, og tí fær hon loyvi at fara. Maria tosar við foreldrini hjá sær, sum lova at taka sær av Lisu, meðan hon er í Føroyum. Benjamin og Mortan njóta at vera í Dan­ mark, teir spæla úti í góðveðrinum við børnini hjá Onnu. Maria, harafturímóti, hugsar nógv um framtíðina, sum hon ber ótta fyri. Men í samráð við Lisu tekur hon eina stóra avgerð. Tær melda Kim fyri blóðskemd til løg­ regluna. Sjálvt um tað hevur tikið drúgva tíð at viðurkenna, at familjan ikki klárar seg ígjøgnum kreppuna, so er Maria nú til reiðar at lata løgregluna taka sær av máli­ num. Sjálvt um alt kennist ógjørligt, so roknar Maria við at avgerðin um at melda Kim, styrkir familjuna og hjálpir teimum víðari. Vikurnar fara. Maria hevur ikki hug at fara heim aftur til Føroya. Hon umhugsar at flyta til Danmarkar, og tá hon hevur møguleika at fáa eina íbúð í einum havnabýi í Norðurjútlandi, har systkinabarnið hjá henni býr, tekur hon av. Børnini fram um alt Maria, Benjamin og Mortan seta seg í tokið, sum hevur kós ímóti Norðurjútlandi, har nýggja heim teirra bíðar teimum. Fyrstu daganir keypa tey tað, sum størst tørvur er á. Bróður Mariu, Jens, er í Dan­ mark, so hann hjálpir teimum at koma uppá pláss. Hjá Mariu, sum plagar at gera nógv burtur úr í heiminum við nipstingum sum hugna um, er tað torført at fella til í hálv­ tómu íbúðini, har veggirnir standa gapandi hvítir. Ikki ein einasta mynd. Tvær sengur eru til dreingirnar, tvey skrivaraborð, ein madrassa, eitt sofaborð og ein gomul leður­ sofa. Men ikki so frægt sum eitt spísiborð í køkinum. Lítla familjan er ikki nógv heima. Tey eta hjá systkinabarninum hjá Mariu, sum er nýggi granni teirra. Og tá umleið ein vika er farin, fara tey frá havnabýinum og flyta ístaðin inn á eina kreppumiðstøð nær­ hendis, har tey øll kunnu fáa serkøna hjálp til at koma víðari. Á kreppumiðstøðini hevur Maria tað gott, og dreingirnir síggja út til at trívast. Maria er trygg. Óttin er tó ikki horvin, men nú Lisa er aftur í Danmark er hon ikki so stúrin. Og skjótt kemur mamma Mariu á vitjan. Lisa byrjar á háskúla í Suðurjútlandi, og Maria og mamma hennara skulu fylgja henni til skúlabyrjan. Hóast dreingirnir hava tað gott á kreppu­ miðstøðini, so er talan ikki um eitt veruligt heim. Serliga Benjamin er ofta keddur, hann saknar vinirnar í Føroyum og serstak­ liga pápa sín. Maria verður hugtung av at síggja sonin soleiðis. Ein mánaður er nú liðin, og tíðin er búgv­ in til at taka støðu til framtíðina. Maria hevur hugsað nógv um, hvat er besta loysn­ in, so hon og børnini kunnu hava tað gott. Hon vil fegin vera verandi í Danmark, men heimlongsulin hjá synunum vigar mest, tá avgerðin um framtíðina verður tikin. Í stóru ljósu felagsstovuni stendur Maria saman við mammu síni og synum sínum. ”Eg havi tikið eina stóra avgerð. Vit flyta heim aftur til Føroya,” sigur Maria kenslu­ nomin, meðan hon eymliga hyggur uppá Benjamin, sum sleppur kenslunum leysum og byrjar at gráta av gleði. Eitt nýtt heim Ringt er hjá Mariu at venja seg við og góð­ taka avgerðina um at flytta heim aftur til Føroya. Henni dámar sera væl á kreppu­ miðstøðini, tí har eru stundir og rúm til at lata trupulleikarnir fara í gloymskuna í eina tíð. Men hon veit, hvat er tað rætta og besta fyri familjuna, tí er hon nú á veg heim til foreldur síni, har hon saman við Benjamini og Mortani skal búleikast í fyrsta umfari. Hon hevði aldrin ímyndað sær, at hon sum 36 ára gomul skuldi flyta heima aftur til foreldrini. Men hon hevur einki í at velja. Í gerandisdegnum er Maria ofta einsa­ møll, hon hevur fingið sær farloyvi frá skúl­ anum, meðan hon roynir at fáa lívið aftur á rættkjøl. Dreingirnir passa skúlan og frí­ tíðarítriv síni, men teir hava eins og mamma teirra verið ígjøgnum nógv hetta síðsta hálva árið, og tí er neyðugt hjá teimum at handfara tað, ið hent er. Og til tað fáa tey serkøna hjálp. Tað er bert Mortan, ið nú sær pápa sín. Sjálvt um Benjamin saknaði pápan nógv, tá tey búðu í Danmark, so vil hann ikki síggja hann nú. Lisa, sum enn gongur á háskúla í Danmark, hevur heldur einki við pápa sín at gera longur. Maria tosar heldur ikki við Kim. Tað verður í hvussu so er ikki til stórt meira enn nakrar teldupostar, har tey kjakast um, hvør hevur oyðilagt familjuna. Og tey eru alt annað enn samd. Tíðin gongur, og Maria fær størri og størri andstygd fyri tí manni, sum hon einaferð helt, at hon skuldi liva dreym sín saman við. Síðan Maria fór frá Kim, sær hon nógv færri fólk enn fyrr. Nógv, serliga frá sam­ komuni, tosar hon als ikki við longur. Hon gongur ikki á møti longur. Men haraftur­ ímóti er hon ofta saman við vinunum, sum hon hevur møtt gjøgnum sín lesna. Foreldrini royna at stuðla Mariu, men allíkavæl er ringt hjá henni at falla til í barn­ dómsheiminum, har hon og dreingirnir búgva á ovastu hædd. Og tí fegnast hon, tá tey fimm mánaðir seinni fáa møguleika at flyta í eini sethús í Havnini. Tað er ein stórur dagur, tá tey endiliga kunnu baksast við at flyta flytikassar og møblar út úr húsinum hjá foreldrunum. Nógv fólk hjálpa til. Bæði pápi Mariu og brøður hennara, eisini synirnir eru spentir og royna at hjálpa sum best. Fleiri ferðir tann seinnapartin koyra tey millum húsini. Tað gongur skjótt, og áðrenn myrkið kemur, tøma tey bilin fyri seinastu ferð. Maria dregur ondina stillisliga og djúpt. Nú tey eru flutt, følir hon, at hon setir hol á ein nýggjan kapittul av lívi sínum. Í stóru stovuni standa flytikassarnir uppi á hvør øðrum. Myrkrið hevur lagt seg mill­ um húsini. Men inni í lítla køkinum er ljóst og fjálgt. Við borðið, sum Maria hevur sett saman, sita tey trý og eta yndisrættin hjá Mortan, sum er spagetti í tomatsós í blikki. Eisini eplamorl við soju er á skránni. Tað er friðsælt. ”Nú kunnu vit endiliga vera fyri okkum sjálvi,” sigur Maria ”Ja, tað verður deiligt,” svarar Benjamin hugsanarsamur. Saknar Lisu Várið er á gáttini. Næstan eitt ár er liðið, síðan Maria fór frá Kim. Hon og dreingirnir hava nú búð í nýggja húsinum í tríggjar mánaðir, og lítla familjan nýtur at vera fyri seg sjálva. Maria kennir seg heima, og hon megnar at gera húsið til sítt egna við hugna­ ligum umhvørvi, ljósum møblum, fleiri leirkrukkum, kertuljósum og málningum á vegginum. Í gongini býr kettan Dora, sum hevur fingið seks kettlingar, sum dreingirnir halda vera sera stuttligar at spæla við. Í køkinum við myrka træborðið sita tey nærum hvørt kvøld og eta saman. Sjálvt um Maria nýtur familjuhugnan, so saknar hon Lisu ómetaliga nógv. Men í huganum er Lisa ikki so langt burturi, og hon verður ofta mint á stóra kærleikan, sum dóttirin vísir henni. Tí á køliskápinum hanga fleiri myndir av Lisu, og teirra millum eitt post­ kort: ”Hey góða mamma. Tey hava biðið okk­ um skriva eitt TAKK­kort til tey, sum hava gjørt ein stóran mun í lívi okkara! & eg hugsaði beinavegin um teg! Love you!! Lisa, xxx” Eftirskrift Fyri at verja familjuna eru persónarnir dulnevndir, men redaktiónin kennir rætta samleika teirra. Greinin byggir á neyvar samrøður við høvuðspersónin Mariu og dóttir hennara. Harumframt eru samrøður gjørdar við fleiri familjulimir og aðrar persónar, sum á ein hvønn hátt hava verið innblandaðir, har ímillum vinkonuna Onnu. Kim hevur fingið møguleika at vera við, men hevði ikki hug. Lýsingar av tankum og kenslum hjá Mariu á ávísum støðum, har hon er einsamøll, byggja á eina kritiska endurforteljing av minni hennara. Kim, sum varð skuldsettur fyri brot á §232 í revsilógini, varð um miðjan septembur dømdur fyri at hava krenkað blúgskapin hjá dóttrini. Hetta málið við Lisu hevur elvt til nógv kjak um, hvørs læknin bar seg rætt at ella ikki. Myndugleikarnir kanna nú málið. Støðan hjá Mariu gerst verri og verri fyri hvønn dag. Hon hevur umhugsað at uppgeva familjuna og flýggja við børnunum, tí hon vil burtur frá Kim Modellmynd: Jens Kristian Vang