fríggjadagur 23. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 228 - 23. november 2007
Nú er hon komin:
Jólabókin! Við vakrari
permu og sum vant
býtt upp í 24 partar
við mynd av einum
barni til hvønn partin
Meðan vindurin blæsur um
geilar og tún, og regnið duk
ar á vindeygað, hugna vit
okkum heima, bæði stór og
smá. Lesa eina søgu, gera
jólaprýði, klippa og klistra,
baka smákøkur og njóta
jólini. Alt hetta kann jóla
bókin brúkast til.
Søgurnar í bókini, sum eru
nýskrivaðar, hava allar okkurt
við jól ella vetur at gera.
Eisini hevur eitt kent, gamalt
jólalag
fingið
føroyskan
búna, og mínsann um ikki
jólaeingilin, Lítli Gutti, er
sloppin upp í part eisini.
Jólabókin hevur altíð verið
eitt høvi hjá listafólki at
royna seg fyrstu ferð. Í ár eru
bæði gamlir kenningar og
nýggj listafólk við, bæði sum
teknarar og søguhøvundar.
So nú er bert eftir at renna
oman í handilin
at keypa jólabókina, og at
bjóða jólunum vælkomnum.
Jólabókin í ár hevur grøna
permu og er gylt við gulli.
Hon er innbundin og 88
bls., og so kostar hon bara
198 kr.
Sólrun Michelsen
hevur skrivað bók,
sum bæði er roknað
vaksnum og ungum,
men sum enn í
høvuðsheitum tekur
støði í barnsins verð
Sólrun Michelsen hevur í
fleiri ár gjørt vart við seg
sum barnabókarithøvund
ur. Nú hevur hon skrivað
eina bók, sum bæði er rokn
að vaksnum og ungum,
men sum enn í høvuðsheit
um tekur støði í barnsins
verð. Tað eru barnaeygu,
sum síggja og eygleiða
bæði fjálgar og ófjálgar
hendingar í uppvøkstrinum.
Sagt verður frá gentuni,
sum er innilæst, um mask
inuna hjá Fíu, um rentur
og avdrag, um tað heita
hjartað, um ommuna og
mangt, mangt annað. Tær
einstaku søgurnar eru bæði
ein heild í sjálvum sær,
men hanga um somu tíð
saman sum perlur á strái.
Sólrun Michelsen: Tema
við slankum. Føroyaprent
legði til rættis, prentaði og
bant inn. Mentunargrunnur
Studentafelagsins gav út.
113 bls. kr. 180.
Tema við slankum
Bókanýtt
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Mín jólabók 2007