fríggjadagur 23. november 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 228 • 23. november 2007
Keðiligir
politikarar
Valstríðið til fólkatingsvalið
var tannleyst og moðið. Har
var einki lív í. Triðji hvør veljari
sat heima, tí tey vóru ikki nóg
motiverað at fara á val. Onkur
fór ikki á fólkatingsval av
prinsippielum grundum, eisini tí
hesin ikki helt tað verða serliga
G-nialt. Tað rennur nokk
nógvur Gøtusandur ígjøgnum
tímaglasið, áðrenn hesin fer
á eitt fólkatingsval. Eingin
spenningur kom í valið,
fyrr enn ein telduvirus hjá
Kringvarpinum fór at gera um
seg. Um teir fara at brúka
hesa somu teldu til at skriva
út lurtara- og hyggjaragjøldini
kundi tað hent seg, at tað vóru
fleiri, sum ikki verða tald við.
Onkur situr kanska og vónar?
Men hvussu er og ikki, skeiva
samanteljingin fekk kortini fleiri
av okkum upp úr stólinum. Vit,
sum skiftu kanal hvørja ferð
ein deyðligur veljarafundur
var á onkrari rás, áðrenn
valið. Vit sum næstan vóru
sovnaði valkvøldið, vaknaðu nú
brádliga! Sambandsflokkurin
var sendur til teljing, men tað
bleiv kortini Fólkaflokkurin, sum
bleiv knockout-aður í síðsta
enda. Sambært telduni hjá
kringvarpinum hevði Alfred
Olsen ikki eingong atkvøtt
fyri sær sjálvum á Toftum,
tíansheldur nakar av teimum
yvir 300, sum høvdu atkvøtt fyri
honum á Toftum til seinasta
løgtingsval. Ein sensasjón uttan
sín líka.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani hendi nakað, sum var
oyðileggjandi fyri fólksliga
áhuganum fyri politikki. Nógv
fólk – óansæð politiskan lit
– høvdu glett seg til tiltakið
hjá FS Vágum 2004, har ein
stuttligur politikkari úr hvørjum
flokki skuldi lívga fólkið eina
løtu við góðum skemtisøgum.
Men “tann sum einki (FS)
vágar, hann einki vinnur!”. Teir
6 politisku flokkarnir høvdu
ein gyltan møguleika at vinna
oyrini hjá veljaranum, og FS
Vágar at vinna nøkur oyru.
Men fólkið fekk eina oyrafiku.
Tiltakið varð avlýst, tí eingin
vildi verið Føroya Stuttligasti
Politikkari. Litleyst og moðið,
eins og farna valstríð. Valstríðið
til hetta valið var meiri ein
kapping um hvør var Føroya
keðiligasta politikari. Vendi
gongdini tit fólkavaldu! Verið
eisini teir fólkakæru! Sitið ikki
heima tá FS Vágar hevur góð,
fólkslig tiltøk!
Heri Simonsen
heri@sosialurin.fo
Á seinasta túri við
línuskipinum Froyu
vóru teir bert 10
mans, men sambært
skiparanum, Jógvan
Paula í Kongsstovu,
riggaði hetta hampi
liga væl, tí teir megin
partin av tíðini royndu
á djúpum, har ikki er
setandi í myrkri fyri
lús og ormi
Línuskipið Froya landaði á Kósini
hósmorgunin. Teir høvdu umleið
70.000 pund á tilsamans 9
setum. Einki rok, men heldur ikki
vánaligt.
Skipari á Froyu hendan túrin
var haraldsundsmaðurin, Jógvan
Pauli í Kongsstovu, og hann hevur
verið skipari bæði við gomlu
Froyu og hesi nýggju Froyu, sum
kom til landið fyrst í hesum
árinum.
Jógvan Pauli og Petur Gilbert
Gullaksen, sum býr í Kollafirði,
skiftast um at føra skipið. Teir eru
tveir túrar umborð og ein í landi.
Bæði Jógvan Pauli og Petur
Gilbert eiga part í skipinum, og
umframt teir eru Símun Michael
Zachariassen, sum eisini er
navigatørur og Hans Jacob
Vitalis, sum er maskinmeistari og
býr á Viðareiði, eisini parteigarar.
- Vit eru allir fýra við skipinum,
sigur Jógvan Pauli.
Aðrir eigarar í Froyu eru JFK-
Trol, Klaksvíkar Sleipistøð og
Norðoyagrunnurin.
Útgerðarmaður er Tórleif
Sigurðsson.
Vanliga eru 14 mans við einum
línuskipi av somu stødd sum
Froya, men hendan túrin, sum júst
er liðugur, vóru teir bert 10 mans.
- Tað er ikki tann stóri trupul-
leikin at skaffa ein mann, tá
maður vantar í, men tá fýra menn
vanta í fullum manningartali, er
tað ikki so lætt.
Onkur hevur verið á trygdar-
skeiði, og einir 2-3 av manningini
hava ligið sjúkir.
Jógvan Pauli í Kongsstovu
sigur, at teir kortini kláraðu tað
væl hendan túrin.
- Vit royndu á djúpum eysturi
í Holinum, og vit vóru eisini á
Sandoyarbankanum. Tá ið roynt
verður á djúpum, nyttar so lítið
at seta í myrkri. Eysturi í Holinum
nyttar einki at seta, fyrr enn tað
er vorðið ljóst, men á leiðini, vit
royndu á Sandoyarbankanum,
kundi tú seta, áðrenn tað lýsti.
Hann vísir á, at minni lína
verður drigin á djúpum vatni, og
tí er ikki eins neyðugt við fullum
manningartali.
- Haraftrat kemur so, at royndin
í myrkri er minni, og tí verður
eisini minni gjørt einar 4-5 tímar
á døgninum enn vanligt, leggur
hann aftrat.
Skiparin sigur, at hóast
manningin kann fáa væl burtur úr
ein slíkan túr, um fiskiskapur og
prísir eru í lagi, eru skipini dýr og
krevja nógv.
Sølan av veiðini hendan túrin
var ikki so góð, sum teir høvdu
vónað.
- Longan fall rættiliga fitt í
prísi, og tá hetta var ein so stórur
partur av samlaðu veiðini, fingu
vit væl minni fyri lastina, enn
vit høvdu vónað. Vit væntaðu at
selja fyri umleið 510.000 krónur,
men seldu í staðin fyri 450.000
krónur, sigur Jógvan Pauli.
Hann fegnast annars um, at
fiskiskapurin hjá línubátunum
er batnaður og heldur, at útlitini
tykjast heldur bjartari nú, enn tey
hava verið.
- Men tíðin er eisini við okkum.
Tað mugu vit ikki gloyma, leggur
hann aftrat.
Jógvan Pauli í Kongsstovu
sigur, at Froya er eitt gott skip.
Hon er stytri enn gamla Froya,
men breiðari og rúmligari.
- Hetta er eitt nýggjari skip,
bygt í 1988, og apeteringin er
soleiðis nógv betur enn umborð á
gamla skipinum. Vit keyptu skipið
í desember í fjør. Síðan skuldu
nøkur krøv uppfyllast, tí krøvini til
brúkt skip, sum koma í flotan, eru
tey somu sum til nýggj skip. Hetta
arbeiði varð gjørt í Hirtshals,
og í januar fingu vit so skipið
heim til Føroya. Froya kann í dag
sammetast við eitt nýtt skip.
Jógvan Pauli sigur, at skipið
hevur eisini frystilast, og í
summar vóru teir í Grønlandi
og frystu inn fyri Atlantic Prime
Production, sum er felagið, ið JFK
eigur í har yviri.
- Vit tóku ímóti fiski frá bátum,
sum veiddu inni á firðunum,
avhøvdaðu, pakkaðu og frystu
fiskin fyri felagið.
Hann sigur, at 8 dagsverk vóru
umborð á Froyu í senn, og menn
vóru tveir mánaðir umborð og ein
í landi – við løn.
- Fiskurin varð landaður í
Julianehåb, har hann fór í bingjur
og haðani til Kina.
Froya var í Grønlandi frá
seinast í mai til hálvan august.
- Línuveiða roynist einki serligt
undir Føroyum um summarið, so
hetta mundi loysa seg líka so
gott, sum at vera á ísfiski her
heima, sigur skiparin, Jógvan
Pauli í Kongsstovu.
Sær frægari út við fiski
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Jógvan Pauli í Kongs
stovu í skiparastólinum
umborð á Froyu seinna
partin hósdagin. – Fiski
skapurin er batnaður, og
útlitini eru frægari, enn
tey hava verið, heldur
hann
Mynd: Vilmund Jacobsen