Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 23. november 2007 3 lýsingar Vit sóknast eftir nýggjum leiðara til Veitingardeildina; einum fólki, sum dámar væl at taka ábyrgd og ikki heldur seg aftur, tá boð eru eftir hugflognum. Vit vilja, at tú verður við at menna Almannastovuna. Starvið, vit bjóða tær, er sera fjølbroytt og spennandi við nógvum avbjóðingum. Leiðarin á Veitingardeildini á Almannastovuni hevur ábyrgdina av øllum veitingum innan fólkapensjón, fyritíðarpensjón, dagpening, barnapening, stuðul til uppihaldspening og annað. Eisini er fakliga menningin av starvsfólkunum á Veitingardeildini leiðarans ábyrgd. Og vit vænta, at tú ert før/-ur fyri at skapa góðar karmar, so starvsfólkini kunnu trívast og mennast persónliga. Leiðari til Veitingardeildina Sjálvstøðug fólk støðast á Almannastovuni, og kunnu vit lova tær eitt starvsstað, har sjálvt tey dugnaligastu fólkini halda fram at mennast. Og har stutt er til næsta brosið. Almannastovan hevur sum uppgávu at tryggja fíggjarliga grundstøðið hjá nógvum fólkum í Føroyum. Tí er Veitingarleiðarin eisini ein sera týðandi persónur í føroyska samfelagnum. Vit síggja fyri okkum, at tú hevur hollar arbeiðsroyndir. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tú hevur góð samstarvsevni, og teldan er tín vinur. Eisini vænta vit, at tú megnar at seta teg inn í løgfrøðilig og samfelagslig viðurskifti, og at fíggjarligt arbeiði fellur tær lætt. Og at tú megnar at seta fyriskipanir í verk. Í høvuðsheitum er uppgáva tín at skipa arbeiðið á deildini og at vera krummtappurin fyri starvsfólkini. Harafturat hevur tú ábyrgdina av samskiftinum við aðrar deildir á Almannastovuni. Umsøkjarin skal hava útbúgving frá hægri lærustovni, so sum bachelor ella kandidatur. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra, tlf. 353510 og 215480, ella Tummas Djurhuus, deildarleiðara, tlf. 353510 og 215476. Umsóknir við avriti av prógvum og øðrum skjølum skulu vera Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 3. desember 2007 kl. 12.00. Stephanssons Hús Smyrilsvegur 20 · Postboks 3096 · 110 Tórshavn HEVUR TÚ SLÍKAN ELDHUGA OG VIRKISGLEÐI - og ert tú til reiðar at taka stóra fíggjarliga ábyrgd?