fríggjadagur 23. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 228 - 23. november 2007
tíðindi
Sambandsflokkurin takkar hjartaliga tykkum,
ið veittu flokkinum stuðul á fólkatingsvalinum
13. november. Ein serlig tøkk til tykkum, sum
á ymsan hátt hjálptu til við valstríðnum.
Fólkatingsvalið 2007
Helgi
Abrahamsen
Svenning
Borg
Annfinn
Brekkstein
Johan
Dahl
Marjus
Dam
Erikka
Elttør
Olav
Enomoto
Edva
Jacobsen
John Kári
Jacobsen
Edmund
Joensen
Kaj Leo
Johannesen
Eivind
Jacobsen
Gunnar K.
Nattestad
Høgni
Mikkelsen
Magni
Laksáfoss
Bjørn
Kalsø
Rósa
Samuelsen
Marjun
Olsen
Alfred
Olsen
Ingvør
Nolsøe
Jaspur
Vang
Bjarti
Thomsen
Áttanda nummarið av
barna- og ungdóms-
blaðnum Strok liggur
nú í skúlataskunum
hjá børnum um alt
landið
Tað er eitt serstakliga litfag
urt, forvitnisligt og fjøl
broytt blað, skúlabørn og
onnur fáa upp í hendurnar,
tá tey blaka seg í sofuna við
Stroki í hesum døgum.
Í blaðnum verður spurt,
sum Gentur elska ljósareytt,
ella um tað nú er so? Gransk
arar hava kannað yndislititn
hjá vaksnum fólki, og úrslit
ini vísa, at kvinnur og menn
hava serligar yndislitir. Men
er tað eisini so hjá børnum?
Burturúr
tilfarinum
kunnu vit eisini nevna, at
í “Lætt og Leskiligt” hesa
ferð er ein leskiligur pasta
rættur, sum er bæði lættur
og skjótur at gera. Í greinini
“Eitt sindur um 13talið” er
nógv forvitnisligt at lesa.
Visti tú til dømis at setur og
rað nummar 13 ikki eru í
flogførum?
Eitt ørvísi lív. STROK hev
ur práta við íslendsku gent
una Jaru, um
hvussu tað er at vera barn og
ungur í Reykjavík, og vit lesa
um Lort. Síggj hvussu feitt
tað var!
Ynskimyndirnar hesuferð
eru: Thierriy Henry og Dia
Regin.
Eisini eru Blits, Fríkorter
ið, Krossorðagátan, Børnini
tekna, Børnini skriva og
mangt annað í blaðnum.
Nýtt STROK til børnini
”Eitt hol í sálini” eitur fyrsta
krimibókin í spildurnýggju
bókarøðini 3 VINKONUR, sum
serliga er ætlað ungfólki millum
12 og 16 ára aldur og snýr seg
um kærleika, vinalag, einsemi og
morð
Ein ung genta verður funnin deyð, flótandi
á einum lítlum vatni í Djúpadali. Hon er
nakin og pakkað inn í plast. Onkur, sum
kendi hana, hevur dripið hana.
Soleiðis byrjar nýggja ungdómsbóka
røðin 3 VINKONUR. So verður tíðin skrúv
að tríggjar vikur aftur, og vit fáa forsøguna
til morðið at vita, dag undan degi. Bara eitt
er vist – tann dripna er ein av teimum fýra
høvuðspersónunum, ið eru: Vilborg, Nora,
Trina og Benadikta. Men hvør teirra er tað?
Og hví?
Krimirøð fyri ungdóm
Høvundur er navnframi norski rithøvundurin
Kjetil Johnsen, ið við bókum sínum
rúnabindur ungar gentur og dreingir. Hetta
síðsta árið hevur hann brúkt til bókarøðina 3
VINKONUR, harav hann nú hevur skrivað
tær fyrstu fimm. Ætlanin er at skriva í alt 10
ella 12 bøkur.
Hetta er fyrsta bókin í røðini á føroyskum.
Bøkurnar eru serliga ætlaðar ungfólki
millum 12 og 16 ára aldur. Jákup í Skemm
uni týddi, og Forlagið Nýlendi gevur út.
”Eitt hol í sálini” er 176 blaðsíður og fæst í
bókabúðum fyri 79,95 kr.
Eitt hol í sálini
Bókanýtt
Lagt til rættis: Rigmor Dam
„Eitt hol í sálini“ varð send út sum gáva
saman við stóra norska ungdómsblaðnum
„Topp“ í summar. Seinasta bókin er í Norra
prentað í ikki færri enn 80.000 eintøkum