fríggjadagur 23. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 • 23. november 2007
Vikuskifti
4
Longu í sínum fyrsta ári, sum
venjari í kvinnudeildini mundi
Allan Dybczak farið allan vegin
við liði sínum, B36. Liðið misti
Eyðfríð Kristiansen longu í næsta
dystinum í kappingarárinum.
Hesin dysturin var ímóti NSÍ, sum
seinni tók liðið úr kappingini.
Men júst nakrir av bestu leikar
unum hjá NSÍ leitaðu sær suður
til Havnar at venja undir Allani.
B36 fekk tilgongd av Heidi
Sevdal, Heidi á Lakjuni og Sigrið
Petersen. KÍ í sínum lagi fekk
tilgongd úr EB/Streymi og AB, har
ávikavist Doris í Garði Joensen
og Olga Kristina Hansen styrktu
um liðið hjá Føroyameistarunum.
Hesi væl mannaðu liðini fylgdust
til dyrnar, har málmunurin gjørdist
einasti munurin, tá saman um
kom. Og í endaliga roknskapinum
máttu Allan og B36kvinnurnar
lúta. B36 hevði annars gullið í
pottinum, í seinasta útidystinum
ímóti KÍ. Tær løgdu seg á odda
20, og Allan helt sjálvur, at nú
var tað heima! Men nei, Rannvá
Andreassen skoraði til 21. Og
júst tá Allan fer at kanna eftir
hvussu dóttirin Ragnhild hevur
tað í barnavogninum, hoyrir
hann rómin frá KÍáskoðarunum.
“Tað løtuna var gott at hava
Ragnhild” sigur Allan sorgblíður.
Ragnhild, sum fyllir 2 í desember
eigur stórt rúm í lívinum hjá 33
ára gamla havnarmanninum.
Hon hevur eisini verið ein
maskottur hjá liðnum, og hevur
verið við til nógvar dystir.
Allan funderar: “KÍ skoraði ikki
ímóti okkum í Gundadali. Vit
skoraðu 3 ferðir ímóti teimum í
Klaksvík. Og kortini gerast tær
Føroyameistarar.” Jú hetta er
beiskt at svølgja hjá nærlagda
venjaranum. “Høvdu tær ikki
havt Rannvá, høvdu vit definitivt
vunnið FM!” undirstrikar Allan
avgjørdur. Allan er tó fullvísur
í, at fer Randi Wardum at
standa í málinum hjá íslendsku
meistarunum; Vali í 2008, so
fer KÍ at missa fleiri stig, og
møguleikin at bróta FMmono
polið er avgjørt til staðar tá.
Misti mammuna á
ungum árum
Familjan hjá Allani er upprunaliga
ein HBfamilja. Mammubeiggjin
Magni Dybczaj spældi í sínari
tíð á besta liðnum hjá HB. 5 ára
gamal fór Allan at venja við HB.
Men har var hann bert í eina viku.
Vinmennirnir spældu allir við B36,
og Allan vildi verða har teir vóru.
Allan spældi við B36 inntil 15 ára
aldur, tá mamma hansara Maria
gjørdist sjúk av krabbameini.
Stutt eftir doyði mamman, og
gjørdist hetta ein tung og døpur
tíð hjá Allani og yngru systruni,
sum bara var 4 ár. Allan kom
ongantíð veruliga í gongd aftur
at spæla fótbólt. Tá fótbóltur var
á skránni, fyrstu árini eftir hetta,
var tað bara hugnafótbóltur.
So nær við, og tó so
Ársins venjari í kvinnudeildini
fegnast um, at hann gjørdist
Ársins Venjari. Men hann iðrar
seg um, at lið hansara bara var
nakrar fáar minuttir frá at bróta
FM-monopolið hjá
KÍ-kvinnunum
Allan um átrúnað
Um tú spurdi meg fyri einum ári síðani, so hevði
eg uttan iva sagt, at tað spældi ein lítlan leiklut í
mínum lívi. Fólk síggja tað nokk ikki á mær. Men
sannleikin er, at Jesus fyllir nógv í mínum lívi í
dag
... um Føroyar sum eitt
valdømi
Politikkur hevur sum so ikki mín áhuga, hatta havi eg onga støðu til.
Ella sagt við øðrum orðum: Tá tað kemur til politikk í Føroyum eri eg
póllendingur (Allan er av pólskari ætt).
Ítróttarprofilurin
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo