fríggjadagur 23. november 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 228 - 23. november 2007
Hetta er tað einasta
rætta, heldur meiri
lutin í Tórshavnar
Kommunu, men
minnilutin heldur, at
hetta er púra ørt
Býráðið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Næsta ár verður rættiliga
nógv virksemi í Tórshavnar
Kommunu.
Tað er greitt eftir at Tórs
havnar Kommuna í gjár
kvøldið samtykti fíggjar
ætlanina fyri næsta ár.
Í hesum sambandi hevur
býráðið samtykt, at næsta
ár fer tað at kosta ikki minni
enn 742,4 milliónir at reka
Tórshavnar
Kommunu.
Hetta eru heilar 142,2
milliónir meiri enn tað
kostar at reka kommununa í
ár, tí fíggjarætlanin í ár er
upp á 590,2 milliónir.
Einasta rætta
Fíggjarætlanin fyri næsta
ár er eitt talandi dømi um,
at tað hendir nakað í Tórs
havnar Býráð, segði Jógvan
Arge, sum var tann býráðs
limurin, sum mest førdi
orðið fyri samgonguna.
Hann vísti á, at eftir
kreppuna fyri 1015 árum
síðani, eru nógv viðurskifti
í kommununi afturúrsiglt
og hvørki ment ella røkt,
sum ynskiligt og rætt hevði
verið.
Tí er neyðugt at taka eitt
ódnartak nú fyri at dagføra
kommuna og byggja neyð
ugar tænastur til borgaran.
Tí er tað ikki so und
arligt, at íløgurnar eru størri
enn vanligt
Hann helt eisini, at tað er
ein andsøgn í, at kommunan
skal onki gera í vánaligum
tíðum, men at hon heldur
onki skal gera í góðum
tíðum.
Tað er eisini freistandi at
halda, at kommunan sak
bíða við at gera íløgur, tí nú
er alt blivið so nógv dýrari,
men so fáa borgararnir
heldur ikki teir neyðugu
batarnar.
Púra ørt
Andstøðan helt, at fíggjar
ætlanin hjá samgonguni í
býráðnum er púra ør í høvd
inum. Serliga átalaði and
støðan, at umsitingin hjá
býráðnum er vorðin so
nógv dýrari.
Men serliga helt andstøð
an tað vera heilt burturvið
at seta so nógva pening av
til íløgur, serliga tá ið hetta
merkir,
at
tað
verður
neyðugt at hjá kommununi
at seta seg í skuld fyri at
seta ætlanirnar í verk, enntá
í góðum tíðum.
Andstøðan mælti tískil til
at lækka raksturin og íløg
urnar 100 milliónir. Hin
vegin mælti minnilutin eis
ini til at hækka barnafrá
dráttin 500 krónur, úr 5500
krónur fyri hvørt barnið,
upp í 6000 krónur.
Andstøðan legði dent á,
at andstøðan ætlaði ikki at
skerja nakrar íløgur, ella
nakrar
rakstrarútreiðslur,
men hon helt, at tað var
neyðugt
at
tálma
vøkstrinum.
Jan Christiansen í and
støðuni var púra vísur í, at
tað var ongin skaði í at sker
ja íløgurnar munandi, tí
hann var vísur í, at býráðið
fór aldrin at klára at gera
íløgur fyri 150 milliónir.
Í ár klárar kommunan
ikki at byggja fyri meiri
enn 100 milliónir, tí arb
eiðsorka og maskinorka er
ikki til meiri enn tað.
Bæði
Leivur
Hansen,
Heðin Mortensen og Elin
Lindenskov úr samgonguni
fýltust á, at andstøðan ikki
at var komin við sínum
broytingum fyrr, so at
býráðið fekk stundir at
viðgera tær, tí tað var ikki
óhugsandi, at undirtøka
hevði verið fyri onkrum av
uppskotunum. Men nú var
ov seint.
Elin Lindenskov meinti
eisini, at tekur býráðið ikki
eitt ódnartak nú, verður tað
bara at skumpa trupulleikan
frammanfyri sær til tey
næstu árini.
Tað endaði alt samalt við,
at meirilutin í býráðnum
samtykti fíggjarætlanina og
minnilutin atkvøddi ikki
fyri.
Brúka 140 milliónir afturat í Havnini
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu
2008
2007
Fyrisitingin
57,0
48,3
Vegir, vatn, kloakk o.a.
113,9
96,9
Skúlar
45,0
39,1
Mentan og frítíð
29,6
27,4
Almanna, heilsumál
35,0
33,0
Barnansing
135,0
122,3
Ymiskt
66,1
61,5
Regulering
3,0
3,0
Rakstur tils.
484,6
431,5
Íløgur
256,8
155,0
Rentur
1,0
1,4
Avdráttir
0,0
2,3
Útreiðslur Tilsamans
742,4
590,2
Næsta ár verður skattaprosentið í havn óbroytt,
19,75% og barnafrádrátturin verður 5.500 fyri hvørt
barn undir 18 ár og tað er 500 krónur meiri enn í ár.
Hendan talvan vísir í
høvuðsheitum, hvussu
nógv tað fer at kosta
at reka Tórshavnar
Kommunu næsta
ár, samanborið við
kostnaðin í fjør
Næsta ár skulu
býbussarnir í Havn
koyra tríggjar ferðir
um tíman ístaðin fyri
tvær ferðir sum nú
Bussleiðin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ongantíð so neyðugt
sum nú at hava nógvar bý
bussar í Havnini.
Tað
staðfesti
Leivur
Hansen, býráðslimur í Havn
á býráðsfundi í Havn í
gjárkvøldið.
Tórshavnar Býráð hevur
samtykt at næsta ár skulu
býbussarnir í Havn koyra
nógv meiri enn teir koyra
nú.
Í eini roynd at tálma støð
ugt vaksandi ferðslutrýsti
num í kommununi og at fáa
fólk at brúka býbussarnar
ístaðin,
gjørdi
býráðið
gjørdi býráðið tað ókeypis
at koyra í býbussunum.
Hetta er so væl umtókt, at
bussarnir ofta koyra full
settir.
Tí er ætlanin at halda
fram við ókeypis koyringini
næsta ár. Men harumframt
er eisini ætlanin at økja
munandi um koyringina. Í
hesum sambandi er ætlanin
at keypa fýra nýggir bý
bussar og sostatt fara buss
arnir næsta ár at koyra ein
túr afturat um tíman, so at
tað frá á nýggjárinum verða
koyrdir tríggir túrar um
tíman á øllum rutum.
Sostatt mælti meirilutin í
býráðnum til at hækka játt
anina til Bussleiðina upp í
16,5 milliónir næsta ár, í ár
kostar
Bussleiðin
11,6
milliónir.
Minnilutin í Býráðnum
heldur, at hetta er nakað
nógv avgjørt og mælir til at
hækka játtanina til Buss
leiðina eina millión næsta
ár ístaðin.
Leivur Hansen ivaðist
ikki í, at Bussleiðin fer at
vera eitt heilt stórt fyribrigdi
í Havnini í komandi tíðum,
tí allar metingar vísa, at
prísurin á bensini fer mun
andi upp í næstu framtíð. Tí
helt hann, at tað var heilt
burturvið ikki at raðfesta
Bussleiðina heilt høgt.
Høgni Mikkelsen í minni
lutanum helt lítið um, at
brúka
bensinprísin
sum
grundgeving fyri at økja
um Bussleiðina. Hann stað
festi, at ferðslan í Havnini
var heilt avgjørt ikki minni
nú, enn hon var, tá ið
bensini kostaði ein triðing
minni.
Havnarfólk koyra í
bussi sum aldrin fyrr
Næsta ár fara
býbussarnir í Havn at
koyra sum ongantíð fyrr
Fyrsti stóri kaðal-kundi
British Telecom, BT, er fyrsta stóra kundan hjá Føroya Tele á SHEFA2kaðlinum. Feløgini hava avtalað, at BT keypir kapasitet á
kaðlinum á strekkinum millum Norðurskotland, Orknoyggjarnar og Hetland. Talan eru um ein lagtíðarsáttmála. Tað hevur stóran
týdning fyri okkum at hava fingið ein so stóran kunda á SHEFA 2. Skjøtul er nú settur á virksemið á kaðlinum, og vit royna alsamt at
fáa fleiri stórar kundar, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. Eisini BT fegnast um samstarvið við Føroya Tele. Tað
er frálíkt at hava fingið eina avtalu við Føroya Tele um at gagngnýta kapasitet á teirra kaðli. Hetta eru veruliga góð tíðindi í
Orknoyggjum og Hetlandi, tí kaðalin verður ein týðandi partur av ætlanunum at veita oyggjunum fyrimunirnar av okkara nýggja 21. øld
netverk, sigur Brian Fitzpatrick stjóri í BT Wholesale Markets. SHEFAkaðalin fer saman við FARICE at geva Føroyum trygt fjarskifti
úteftir og at kalla óavmarkaða fjarskiftisorku mótvegis umheiminum. Nýggja sambandið nøktar fjarskiftistørvin hjá føroyingum
mótvegis umheiminum í nógv ár frameftir, og tað lyftir eisini fjarskiftissambandið hjá Hetlandi og Orknoyggjum við umheimin upp á
eitt nógv hægri støði. SHEFA 2 kostar 120 milliónir krónur, og hann verður væntandi tikin í nýtslu fyrsta ársfjórðing 2008.