Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 • 23. november 2007 Vikuskifti 6 - Vit mugu fáa oynna undir eina kommunu, har opinleiki stendur ovast á dagsskránni, so vit kunnu fáa best skikkaðu persónarnar her suðuri upp í leikin. Harnæst má landið taka støðu, hvat vilja vit við Suðuroynni, skal hon gerast eitt eldrasambýli burturav og kanska eisini summarhúsøki nakrir mánaðir um árið? Súnhild Holm úr Hvalba heldur, at skulu vit broyta viðurskiftini her suðuri er samstarv/samanleggin neyðug, og hon fílist á væntandi fyrireikingararbeiði og upplýsing í hesum sambandi. Hon er sera virkin, eitt nú innan ítrótt, og tað hevur stóran týdning fyri hana, at lokalsamfelagið hevur okkurt at bjóða okkum øllum, og at tað, sum onnur hava bygt upp, ikki bara sleppur at fella niðurfyri. Við fúkandi ferð fara broy- tingar fram. Í hinum endanum av landinum leggja feløg og stovnar saman, fyri at fáa sterkari og beturvirkandi eindir. Samstarv er lyklaorðið. Og sum ein hvirluvindur er brádliga alt landið fokið saman í eitt valdømi, meðan man í TB-húsinum, eitt oktoberkvøld, takkar nei til samstarv við hini feløgini í oynni, um at gera eitt suðuroyarlið í fótbólti. Er tað tekin um, at gamalt agg, øvund og stoltleiki heldur bygdunum frá at samstarva? Súnhild Holm heldur ikki avgerðina við suðuroyarliðnum, geva røttu myndina av støðuni. – Eg veit, at flestu fólk ynskja eitt samstarv, á ein ella annan hátt, millum feløgini, men avgerðin er heldur ein ábending um, hvussu tingini ofta fara fram her suðuri. Tá støða skal takast til eitt so stórt mál, er umráðandi, at eitt gott fyrireikingararbeiði verður gjørt, so fólk vita, akkurát, hvat tey taka støðu til. Í hesum føri, við suðuroyarliðnum, var bara ein upplýsandi fundur, og fleiri við mær eru kanska ikki sloppin á tann fundin. Eg hugsi, at gott hevði verið, eisini at skilt eitt nei, farið onkunstaðni og leitað sær betur innlit, tí einastu grundgevingarnar fyri einum nei eru “kenslurnar”. Jú, sjálvandi eru kenslur uppií, tað vil tað altíð vera, men fyrireikingararbeiðið og upplýsingin skuldi verið betri. Kanska best hevði verið at fingið fólk uttanífrá, neutralir persónar, at greitt nágreiniliga frá ætlaðu konstruktiónini, so ongin var í iva um, hvussu samanleggingin kom at virka. Sum eg skilji tað, var ætlanin ongantíð at strika TB, sum fleiri halda, men heldur at gera eina felags nevnd við einum fíggjarstjóra. Hetta skuldi vera eitt gevandi samstarv, har øll fingu okkurt burturúr, sjálvsagt! Samstarv og opin­le Samrøða Anna Mortensen Manglandi kjak her suðuri, um okkara støðu í samfelagnum, er orsøkin til hesa greinarøð, grundað á samrøður við seks kvinnur í Suðuroynni. Frá Granskingardeplinum fyri Økismenning fáa vit tøl, sum siga, at her hava ikki búð so fáa fólk, sum tað gera í dag, síðan 1921. Vit eru fjarskotin, vit búgva á bygd, ja, vit eru bygdaslig. Vit eru ikki von við at spíðska pennin og siga okkara hugsan alment. Og als ikki kvinnurnar. Men nógvar hava hugsanir og meiningar um, hvussu vit í framtíðini møguliga kunnu koma burturúr hesi støðuni við stagnatión og fráflyting. Kvinnurnar eg hitti eru: Súnhild Holm, Anna Brattaberg Samuelsen, Annika Næs Johannesen, Aggi Asgeirsdóttir, Agnes Mols Mortensen og Kirstin Strøm Bech. - Vit tosa m.a. um væntandi politiska luttøku, væntandi initiativ og ábyrgd, um kegl og hugburðsbroytingar, og ikki minst um visiónir og dreymar um eina góða oyggj at búleikast á Úr køksvindeyganum sær Súnhild oman á Hvítanesbrúnna og gamla heilsølubygningin, sum kommunan eigur. – Eg havi ein dreym um, at hetta einaferð verður eitt aktivitets­ hús, bæði fyri róðrarfólk (og bátar), pensionistar, dansifelag, venjihøli til tónleik, atelier, seymistova, you name it! Fólk koma ikki at nýta húsið somu tíð á degnum, so tað hevði verið upplagt við felags hølum