Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 228 - 23. november 2007 atlantic.fo Flogternur / fl ogtænarar til Atlantic Airways Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Talan er um eitt spennandi og krevjandi starv, har tú varðar av trygdini og tænastuni umborð. Starvið Felagið leggur stóran dent á, at ferðafólkini fáa góða og persónliga tænastu. Tað er tín uppgáva at fáa okkara kundar at kenna seg væl umborð, at hava ábyrgd av trygdini hjá ferðafólkunum og at meta um ynski og tørv teirra. Tú skalt vænta at koma at arbeiða skeivar tíðir, onkuntíð uttanlands, ofta undir tíðar- trýsti og við strongum arbeiðskrøvum, og tú megnar at handfara hættisligar støður. Umframt at tosa føroyskt skalt tú kunna samskifta á onkrum skandinaviskum máli og á enskum. Loftferðslumyndugleikarnir SLV krevja, at tú ert fylt/ur 20 ár, hevur góða hoyrn og góð eygu, umframt eina lýtaleysa revsiváttan. Harafturat krevst, at tú dugir at svimja og gjøgnumførir eitt skeið hjá Atlantic Airways. Heilsukanning fer fram hjá SLV-góðkendum fl oglækna, áðrenn loyvisbræv til fl úgving verður givið. Persónligir eginleikar Vit vænta, at tú ert kropsliga og sálarliga væl fyri. Tú hevur ljóst sinnalag, ert ágrýtin og fer róliga fram í strongdari støðu. Vit leggja eisini stóran dent á samstarvseginleikar, trúskap og rættlyndi. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, kanst tú skjótast senda eina skrivliga umsókn við mynd til Atlantic Airways, 380 Sørvágur, att. Annika Jespersen. Fyrispurningar kunnu sendast Anniku Jespersen á tlf. 21 34 11 ella e-mail annika@atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrsliti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemi víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo lýsingar Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið og kommunurnar samstarva um eina trý ára royndarverkætlan árini 2008-2010. Verkætlanin hevur fingið navnið Listaleypurin, og endamálið við henni er at geva fólkaskúla- næmingum kring landið høvi til at uppliva list á høgum stigi í ymiskum listagreinum. Stuðul verður latin til tíggju verkætlanir um árið. Ein úrvalsnevnd, ið verður mannað við yrkiskønum, tekur støðu til umsóknirnar og kann játta kr. 10.000–40.000 í stuðli til hvørt listaverk. Tey, sum fáa stuðul, skulu í minsta lagi sýna fram listaverkini í fimm ymiskum skúlum. Bæði einstaklingar og bólkar kunnu søkja um stuðul úr Listaleypinum. Verkætlanin skal vera á fakliga høgum stigi og kann t.d. vera ein fram- sýning ella ein framførsla. Umsóknin skal lýsa ítøkiligu verkætlanina, hvørjum aldursbólki, ið listaverkið er ætlað, og saman við umsóknini verður sent tilfar sum myndir, dvd, cd ella tekstur, sum úrvalsnevndin kann nýta í arbeiðinum at meta um innkomnu umsóknirnar. Listaleypurin Í sambandi við nýskapandi verkætlan at nýta yrkislist í undirvísingini sóknast vit eftir dygdar- góðum listaverkum, sum kunnu geva børnum og unglingum listaligar upplivingar í tónleiki, sjónleiki, dansi, myndlist og virtuellari list. Sendið umsóknir um stuðul til Norðurlandahúsið, postboks 1260, FO-110 Tórshavn, og stílið tær til Hedvig Westerlund-Kapnas, verkætlanarleiðara. Meiri kunning um Listaleypin fæst við at seta seg í samband við Hedvig Westerlund-Kapnas á tlf. 210125 ella á hedvig@nlh.fo. Umsóknarfreistin er 15. des. 2007 R E P R O Z Nor urlandahúsi í Føroyum