fríggjadagur 23. november 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 228 • 23. november 2007
langt burtur!
Ungalingarnir fyrsta
liðið
Árini gingu, og hann og vin
mennirnir høvdu valt at spæla
hugnafótbólt á við Fram í 4. deild.
Ein dagin hann og vinmennirnir
stuttleika sær í Gundadali rópar
ein kend rødd á hann. Tað er
Jacob Thomsen, sum var lærari
í Kommunuskúlanum hjá Allani,
í Ítrótti, fysik og støddfrøði. “Vit
mangla venjarar í B36. Hevði
tað verið nakað fyri teg?” spurdi
sumbingurin beint fram. Allan tók
av. Fyrsta liðið hann vandi vóru
unglingarnir hjá B36. Teir vóru
bara 6, sum vóru møttir fyrsta
kvøldið Allan var venjari, men tá
fór Allan at ringja runt fyri at fáa
teir ungu til venjingarnar aftur.
Tað eydnaðist at fáa ein rættuliga
stóran hóp, og spæligleðin kom
aftur í hópin. Liðið vann seg
ikki víðari til endaumfarið, men
vann á sær sjálvum. Allan hevði
fingið blóð á tonna. Honum
dámdi væl felagslívið, og vandi
hann unglingarnar tvey tey
fyrstu árini. Við árunum fekk
hann meiri og meir at gera í
B36, og hevur hann havt upp í
4 venjarastørv í B36, í einum
kappingarári. Tað eina árið vandi
hann bæði piltar B, smádreingir
A, unglingar, umframt at verða
yvirskipaður ungdómsvenjari í
felagnum. Í 2007 hevur Allan
vant bæði 1. Deild kvinnur, gentur
1417 ár og unglingar. Allan
vandi eisini greipuvinnarnar í
dreingjadeildini, í 2005. Summir
av hesum leikarum eru partur av
Formulahópinum hjá B36 í dag.
Her kunnu nevnast Jóan Pauli
Jacobsen, Rúnar í Lon Jacobsen,
Christian í Garði og Jóhan Ellings
gaard, sum Allan vónar at síggja
aftur í B36, aftaná at hesin hevur
verið úti á Argjum og leikt!
Gott við venjara í
tvey ár
Allan fegnast um, at leiðslan í
B36 hevur sett nýggja venjaran
hjá Formulaliðnum; Heðin
Askham fyri tvey ár. “Tá teir fyrr
hava sett ein venjara fyri bara
eitt ár. Hava teir signalerað, at
teir satsa stuttskygt, og hugsa
bara um tað árið!” sigur Allan
avgjørdur, sum heldur tað verða
ógvuliga stuttskygt bara at undir
skriva eittára sáttmálar. Allan
vónar eisini, at fleiri av teimum
ungu upprunaligu B36leikarunum
koma at mynda Formulahópin
í framtíðini. Sjálvur er Allan
ógvuliga avgjørdur um, at hann
fer bara at venja eitt lið um
árið í framtíðini: “Eg vil leggja
alla mína orku í at venja eitt lið
optimalt!”. Sjálvt um hann er
ársins venjari í kvinnudeildini følir
Allan, at hann hevði verið ein
enn betri venjari, um hann hevði
kunnað konsentrerað seg 100%
um B36kvinnurnar! Sjálvur hevur
hann tó ikki endaliga avgreitt síni
viðurskifti við B36. Hann vónar at
verða partur av venjaratoyminum
hjá B36 í 2008. Men enn eru ikki
allir brikkarnir falnir uppá pláss.
Verið sjómaður
Yrkisleiðin hjá Allani hevur
verið annað enn bara fótbóltur.
Beint nú stríðist hann við HF á
øðrum ári. Tá HF er liðugt fer
hann antin á pedagogskúla
úti á Frælsinum, ella fer hann
niður at lesa. Hetta tekur hann
støðu til um jólini. Allan varð
sjómaður á yngri árum. Hann var
við Vestmenningi í 1 ½ ár, og var
5 mánaðir undir Ný Fundlandi
við Borðoyarnes. Allan hevur
eisini arbeitt, sum netumsitari
á Fiskirannsóknarstovuni. Allan
hevur tó eitt sterkt ynski um at
fáa UEFAA venjaralisens. Hann
hevur UEFABvenjaralisens, sum
er. Men skal Allan fáa UEFA A
lisensin innanborða krevur tað, at
hann venur eitt vaksnamannalið,
ella eitt av teimum eldru
ungdómsliðunum. Og hann vónar
til tað síðsta, at tað verður í B36!
Navn: Allan Dybczak
Bústaður: Kovalág 5 í
Tórshavn
Barn: Ragnhild, skjótt 2 ár
Starv: HFlesandi og
fótbóltsvenjari
Felag: B36
Fakta
... um FC Barcelona
Eg síggji so nógvar dystir hjá FC Barcelona, sum tað ber til at síggja.
Eg var púra burtur í dreymaliðnum hjá Johan Cruyff, sum leikti árini
19891994. Tá Guardiola, Sergi, Michael Laudrup, Stoichkov, Romario,
Koeman, Nadal, og aðrir framúrskarandi tekniskir leikarar undirhildu
allan heimin. Eg havi enntá kalla ein av mínum hundum “Barca”.
... um kvinnulandsliðið
Kvinnulandsliðið verður ikki nóg nógv virt. Tað virkar sum
FSF hevur eitt kvinnulandslið, fyri at kunna vísa á, at
Føroyar hava eitt kvinnulandslið. Hevði FSF sloppið undan,
høvdu teir óivað droppað kvinnulandsliðið. Tó haldi eg, at
úrslitini hjá kvinnulandsliðnum eru heilt góð. Og ein hómar
ein glotta við yngru landsliðunum.
Ársins venjari hjá kvinnunum saman
við lítlu dóttrini, Ragnhild