fríggjadagur 23. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 228 - 23. november 2007
Arbeiðseftirlitið kannar Studentaskúlan
Mikudagin vóru fólk frá Arbeiðseftirlitinum og kannaðu arbeiðsumstøðurnar á Studentaskúl
anum í Hoydølum. Hetta hendir eftir at fleiri rættiliga sterkar útsagnir eru komnar frá
næmingum á skúlanum í seinastuni. Tá tað varð nevnt, at umstøðurnar á skúlanum vóru
lívshættisligar, avgjørdu Arbeiðseftirlitið at kanna eftir, um nakað var í hesum tíðindum. Tey
frá Arbeiðseftirlitinum hugdu seg væl um á skúlanum, og í gjár og aftur í dag verður arbeitt
við at skriva eina frágreiðing um arbeiðsviðurskiftini á skúlanum. Ætlanin er at fáa
frágreiðingina lidna í dag, soleiðis at hon kann verða send av stovninum seinnapartin, upplýsir
Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Mannagongdin er hon, at Arbeiðseftirlitið ikki
úttalar seg um niðurstøðuna í eini slíkari frágreiðing. Tað má tann, ið fær frágreiðingina gera.
Tí verður neyvan nakað at frætta í hesum máli, fyrrenn mánadagin í næstu viku!
Enn ein merkt hara
Maelbastaðhálsi. Sjálvur hevur hann ikki nóg gott skil
á merkingum, men hann heldur seg kortini duga at
síggja, at haran er merkt “hálvt frá hálsi í høgra oyra”.
Tað er annars óvanligt, at menn fáa merktar harur, men
fyrr í mánaðinum fekk ein maður eina merkta haru í
Skáltahaga í Klaksvík. Okkurt bendir á, at henda haran
í Skáltahaganum ikki var av Borðoynni men av
Viðoynni. Møguliga er hon komin eftir byrgingina um
Hvannasund. Aðrir meta hinvegin, at hon helst er
merkt við tí merkinum, sum hoyrir til Múlahaga. Enn
er kortini ógreitt, hvaðani henda haran á Velbastað er.
Nýggjur landsstýrismaðurin í Innlendismálum er Heðin
Zachariasen, tingmaður úr Streymnesi
Savnsmynd
Heðin Zachariasen
nýggjur lands
stýrismaður
Longu í gjár var gitt um, at tað skuldi
verða norðstreymoyartingmaðurin, Heðin
Zachariassen, sum skuldi loysa Jacob
Vestergaard av, og soleiðis bleiv
Politikkur
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fólkafloksmaðurin í Norðstreymoy, Heðin Zachariassen
úr Streymnesi, varð fyrstu valdur á ting 30. apríl 2002,
og hann varð afturvaldur 20. januar 2004, tá hann aftur
gjørdist limur í vinnunevndini, sum hann hevði verið
undanfarna valskeið.
Heðin Zachariassen, sum gjørdist borgarstjóri í Sunda
kommunu í 2005, hevur sitið í bygdarránum í Hvalvíkar
kommunu, ið sum kunnugt er partur av Sunda kommunu,
frá 1992 atil 1996, og borgarstjóri í Hvalvíkar kommunu
frá 1997 til 2004.
Hann er føddur 13. september 1959, er giftur við
Onnu Mariu Zachariasen, og eiga tey børnini Anju og
Mirjam. Dagliga yrki hansara er arbeiðsformaður.
Tað kom eftir øllum
at døma rættiliga
óvart á Fólkaflokkin,
at løgmaður í
gjáramorgunin
valdi at loysa Jacob
Vestergaard úr starvi
sum landsstýrismann.
Flokkurin gjørdi
tó av seinnapartin
í gjár at halda fram
í samgonguni. Á
middegi kunngjørdi
Jørgen Nicalsen á
Rás 2, at hann fór at
innstilla til løgmann,
at Heðin Zachariasen
verður nýggjur
landsstýrismaður
Politikkur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Allan seinnapartin í gjár sat
øll ting og landsstýrismann
ingin hjá Fólkaflokkinum á
fundi á Gamla Apoteki og
viðgjørdi politisku støðuna,
sum kom í tá løgmaður stutt
fyri middag loysti Jacob
Vestergaard úr starvi sum
innlendismálaráðharra.
Øll tekin í sól og mána
bóru boð um, at hetta var
eitt stig, sum fólksfloksmenn
ikki høvdu væntað og ikki
vóru fyrireikaðir uppá. Og
tí vóru teir – og ikki minst
nýggi formaðurin – óvanliga
lítið
tíðindafróðir
allan
seinnapartin.
Fyrsti stóri spurningurin
hjá
floksovastunum
var
eyðvitað, hvussu teir skuldu
takla støðuna. Skuldu teir
velja at slíta samgonguna,
ella skuldu teir velja at
svølgja hendan kamelin.
Tað var týðiligt, at fyrstu
báðir tímarnir av fundinum
snúðu seg um hendan spurn
ingin, tað sást á øllum
brøgdum. Men um gott
fýratíðina
tóktist,
sum
hýrurin skifti og tað gjørdist
alt meiri greitt, at hendan
fyrsta og avgerandi støðan
var tikin. Og av tí at flokk
urin ikki meldaði út tá var
líka greitt, at úrslitið mátti
vera, at flokkurin helt fram
í samgonguni, og at tosið
síðani snúði seg um, hvør
skuldi taka við eftir Vester
gaard hesar báður knøppu
mánaðirnar, ið eftir eru av
valskeiðinum.
Tað skiltist á lagnum, at
fleiri nøvn vóru uppi at
venda, tað váttaði formað
urin í flokkinum eisini
seinni. Og hóast eingi nøvn
vórðu nevnd av hvørki for
manni ella flokslimum ann
ars, so vóru gitingar frammi
í miðlunum.
Serliga fýra nøvn bleiv
gitt um. Formaðurin sjálvur
og Heðin Zachariasen úr
tingmanningini,
umframt
Jákup Mikkelsen og Anika
Olsen. Men Jákup Mikkel
sen kundi tó skjótt strikast,
tí við honum hevði Fólka
flokkurin komið í somu
støðu sum Sambandsflokk
urin rendi seg í, tá Bárður
Nielsen segði seg frá sum
fíggjarmálaráðharra.
Tá
vóru fyrstu útmeldingarnar,
at floksformaðurin, Kaj
Leo
Johannesen,
skuldi
loysa av, men tað hevði ført
við sær, at Heðin Mortensen
hevði tikið sæti á tingi. Í
førinum Jákup Mikkelsen,
sum er avloysari hjá Anfinni
Kallsberg og Jógvani við
Keldu, hevði næsti maður
– ella rættari kvinna – verið
Rúna Sivertsen, ið jú sum
kunnugt hevur skift flokk.
Lá til Heðin
Jørgen
Niclasen
sjálvur
gjørdist eisini skjótt eitt iva
samt evni. Hann er púra
nýggjur formaður í flokkin
um, og tí er løgtingsvalið
fyri framman ein ógvuliga
stór uppgáva fyri hann, tí
hóast hann longu hevur
roynt eitt val sum formaður,
so er einki at ivast í, at hann
neyvan – so ungur í for
mansstarvinum
–
hevði
kunna staðið á odda fri ein
um løgtingsvali á nøktandi
hátt, samstundis sum hann
eisini røkti starvið sum Inn
lendismálaráðharri.
Hann er stutt sagt ov
nýggjur í starvinum og tíðin
er ov stutt.
Til hansara fyrimun talar
tó, at hann hevur drúgvar
royndir sum landsstýrismað
ur, men eitt ringt løgtingsval,
samansett við, at hann eisini
átók sær landsstýrismanna
starv, hevði uttan iva ført
ein øgiligan kritikk við
sær.
Tað vil so siga, at vigast
skuldi millum Anniku og
Heðin.
Annika Olsen hevði eitt
kanónval til fólkatingið, og
verður hugsað strategiskt,
er hon meiri ella minni
tryggjað ein sess í komandi
løgtingi. Tað kundi eisini
hugsast, at tað er eitt sindur
unfair at tveita hana í ein
slíkan sess, tí hon er púra
óroynd í amennari umsiting,
og hevði tí neyvan fingið
tíð at sett seg inn í manna
gongdir fyri ikki at tosa um
ymsu málini, áðrenn skeiðið
er runnið.
Hjá Heðini er støðan
nógv øðrvísi. Hann hevur
drúgvar royndir sum borg
arstjóri, og kennir tí longu
framman undan manna
gongdirnar í almennu um
sitingini, umframt at hann
sum løgtingslimur hevur
eitt ávíst innlit í tey mál,
sum hoyra undir Innlendis
málaráðið.
So fyri hann er sessurin
er eksponeringsmøguleiki,
sum saktans kann koma
honum til góðar til komandi
løgtingsval.
Alt bendi tí longu undan
fundinum í morgun á, at tað
lá til Heðin Zachariasen.
Og soleiðis bleiv.
Fundur var avtalaður mill
um løgmann og Jørgen
Niclasen,
floksformann,
klokkan 14, har floksfor
maðurin fór at innstilla Heð
in Zachariasen sum nýggjan
landsstýrismann fyri Jacob
Vestergaard.
Tað tók Fólkaflokkinum
meiri enn eitt døgn at finna
útav, hvør skuldi avloysa
Jacob Vestergaard, sum í gjár
varð loystur úr starvi. Nýggi
maðurin í landsstýrinum
gjørdist Heðin Zachariasen
Mynd: Jens Kristian Vang
Tók eitt døgn
at taka støðu