fríggjadagur 23. november 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 228 • 23. november 2007
Og endamálið er sjálvandi
at fáa eitt sterkt suðuroyarlið
í Formuladeildina. Tað sigur
Súnhild Holm, sum harmast um,
at eitt signal sum hetta, ikki bara
avmarkar seg til fótbóltin.
- Somuleiðis er við tosinum
um kommunusamanlegging. Tú
kanst ikki finna upplýsingar um,
hvussu ein møguligur leistur
hevði sæð út. Ynskiligt var, at
t.d. ein felags heimasíða var fyri
kommunurnar í oynni, har fólk við
innliti í tey ymisku málini, komu
við sínum hugsanum, so borgarin
kundi komið við spurningum.
Eitt kjakforum, sum ikki nýtist at
avmarka seg til eina heimasíðu,
kundi eins væl verið fundir o.a.
Tað sæst tíðuliga, at tað gongur
seinni her suðuri enn aðrastaðni
í landinum. Ein trupulleiki er
kanska, at vit mangla væl útbúgvi
fólk, men vit kunnu ikki bara siga,
at soleiðis er støðan, onki gera og
bara bíða.
Súnhild er hvalbingur. Hon
og maðurin Niels hava verið í
Danmark í útbúgvingarørindum
frá ´92-2000. Heimaftur komin
búsettust tey á Tvøroyri, saman
við synunum Martin og Bjarna,
sum eru 12 og 9 ára gamlir.
Súnhild opnaði modernaðan
handil mitt í býnum, inspireraður
av Bahne, har hon hevur fingið
sær handilsútbúgving, og ar-
beitt sum leiðari, seinasta árið,
áðrenn tey fluttu til Føroya.
Búðin, sum handilin nevndist,
er passé, og í dag arbeiðir hon
við bókhaldi og sølu hjá Alval.
Súnhild hevur altíð verið áhuga
í tí, ið rør seg í samfelagnum,
serstakliga í lokalsamfelagnum,
og hjá henni er ikki so langt frá
orði til handling. Hon var júst
heimkomin úr Danmark, tá lýst
varð í útvarpinum um fund í
kappróðrarneystinum, har avtøka
av Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
var á skránni. Hetta ljóðaði ikki
gott, so hon fór á fund og fekk
sum forkvinna í felagnum lív í
aftur.
- Men tað hevur verið sera
tungt. Tað krevur nógva orku, at
fáa eina vælvirkandi nevnd upp
á beinini, og hevur tú ikki stuðul
í fólki, er tað nærum ógjørligt.
Stóra róðrar- og mentunarstevnan
í 2002 var fyrsta stóra tiltakið
hjá okkum, og róðrarfelagið átti
sera stóran part av arbeiðinum
aftanfyri, sum kanska varð tikið
sum ein sjálvfylgja. Og júst
“sjálvfylgjan”, tankin, at hatta
megna tey, okkum nýtist ikki
at gera nakað, er skaðiligur. Vit
noyðast øll at leggja orku í at fáa
tingini at virka, bæði á ein og
annan hátt, sigur hon.
- Um vit t.d taka Jóansøkuna,
sum er tað størsta afturvendandi
tiltakið á Tvøroyri, er kappróðurin
sjálvandi grundarlagið, tí hóast
bæði stevnur og kappróður er í
støðugari broyting, er kappróðurin
og føroyski báturin framvegis
tað sum eyðkennir føroysku
stevnuna, sum vit kenna hana.
Men róðursmentanin er nógv
broytt. Í dag ræður um at koma
so skjótt heimaftur sum til ber,
meðan róðrarfólkið áður var
ein partur av stevnudáminum,
fólk gingu og prátaði millum
bátarnar, og hugnaði sær. Í
so máta, hava stevnurnar ein
trupulleika í dag, við at róðrarfólk,
og ítróttarfólk sum heild, rýma
heim aftur, og ikki eru ein partur
av veitsludáminum. Hetta fær
so onnur mentunarlig tiltøk at
spretta, eitt nú ein festival. Og
nýhugsan má til. Neyðugt er,
hjá verandi feløgum, stundum
at slúka nakrir kamelar, tí for-
dómarnir eru á lofti beinanvegin,
um okkurt nýtt er í umbúnað:”tað
nýggja kemur bara fyri at
skúgva tað verandi til viks”.
Her, sum á øllum øðrum økjum,
hevði alt eydnast betri við
samstarvi – eini felags nevnd,
ið rúmaði ítróttarfeløgunum,
róðrarfelagnum, festivalinum v.m,
soleiðis at øll fáa okkurt burturúr,
og ikki minst, at gestirnir fáa eina
góða og fjølbroytta uppliving á
jóansøku, tað má vera tað, sum er
endamálið!
Kommunalpolitikarir
stóra ábyrgd
Tað hevur stóran týdning fyri
Súnhild, at lokalsamfelagið hevur
okkurt at bjóða okkum øllum, og
at tað, sum onnur hava bygt upp,
ikki bara sleppur at fella niðurfyri.
Tí er hon eisini farin undir at
venja smágentur í flogbólti, hóast
hon ongantíð hevur roynt tað
áður, men har manglaði fólk.
Eisini fyrireikaði Súnhild
kvinnukvøld á hotellinum á
Tvøroyri fyri nøkrum árum siðan
við góðum ábiti, kosmetologi,
skemtiligum undirhaldi,
mótasýning v.m. Hetta fekk
sera góða undirtøku millum
kvinnur, og hevur javnan verið
aftur, fyriskipað av handlunum í
býnum. Men hóast tú merkir, at
hon við lív og sál arbeiðir fyri at
fáa nøkur ting at virka, so ljóðar
hon eisini eitt sindur uppgevandi
– Alt tekur so langa tíð. Vit hava
t.d. tosað um eitt ungdómshús
seinastu 10 árini. Bygningurin
her við Hvítanesbrúnna, gamli
heilsølubygningurin, hevði verið
upplagdur til eitt aktivitetshús,
sum róðrarneyst, ungdómshús,
pensionistahús, dansifelagshús
v.m. men tað hevur ikki borið til.
Nú fáa vit eitt ungdómshús niðri
hjá Thomsen í næstu framtíð,
tað er eitt stórt framstig, sum
vit gleða okkum nógv til. Men
dreymin um hetta HÚSIÐ havi
eg enn. Bæði pensionistar og
dansifelag mangla hølir, og best
hevði verið við felags facilitetum,
tí onki av feløgunum hevur ráð
at útvega sær nakað nøktandi.
Afturat hesum kundi verið annað
kreativt virksemi, so sum eitt
atelier, seymistova, venjihøli til
tónleik, you name it! Onkuntíð
haldi eg alt vera so vónleyst,
dugi ikki at síggja ferðilin av
samstarvshuga. Hvør sigur, at vit
nýtast at vera á einum máli um
alt, fyri at samstarva? Hvussu
leingi hava vit ráð at bíða. Hvussu
sær út um 20 ár? Fráflytingin úr
oynni er stór, í dag búgva 1000
fólk færri her enn fyri 17 árum
síðan, og sum nú er, hava vit
ikki so nógv at bjóða ungfólki
okkara at koma aftur til. Spurd
um, hvussu hon heldur, at vend
kann koma í, sigur hon, at fyrsta
stigið má vera at skipa oynna í
eina kommunu, so vit fáa best
skikkaðu persónarnir upp í
leikin, OPINLEIKI skal valda, og
politikarnir mugu taka initiativ
og fremja broytingar, har tað
krevst. Vit skulu hava eitt javnari
kynsbýti í komunalpolitikki,
og politikarir og vinna skulu
eggja til kreativa hugsan, so
skapast kunnu alternativir
vinnumøguleikar her suðuri.
Harnæst má landið eisini taka
eina støðu, hvat skulu vit við
Suðuroynni, skal hon í framtíðini
vera eldrasambýli burturav, og
kanska summarhúsøki har fólk
streyma til um summarið?
Súnhild er áður biðin um
at stilla upp til kommunuval,
men hevur ikki tikið av. – Eg
hætti mær ikki, tí eg haldi, at
sum er, er kommunalpolitikkur
so persónligur. Politikarir
gloyma ofta, at teir umboða
eina kommunu, tvs. allar
borgarar í kommununi. Tað er so
óprofessionelt. Og sum politikari
verður tú ofta konfronteraður
við onkrum keðiligum, meðan
tú kanska er til handils ella
situr í eini góðari veitslu, og tað
hevði eg ikki viljað. Eg meini ikki
soleiðis, at tað skal vera tøgn
uttanfyri arbeiðstíð, vit skulu
sjálvandi tosa, men tað hevði
kanska verið øðrvísi, um tað
var eitt slag av vitjunartíð fyri
borgarunum, í teimum ymisku
nevndunum, so tú frítt kundi
fari á gátt, um tú hevði onkran
fyrispurning ella okkurt uppá
hjartað. Tað manglar opinleiki.
Sum er, veitst tú ikki hvat
fyrigongur. Tvøroyrar kommuna
hevur t.d. eina heimasíðu, men
henni verði eg ikki klókari av. Og
so haldi eg ikki, at uppstillingin
til kommunuval átti at verið
flokspolitisk. Vanligt er, at
fólk í stóran mun velja eftir
familjuskapi, vinarlagi og hvørt
av sínum. Øllum hesum mugu vit
burtur frá, um vit vilja hava fólk
inn, sum brenna fyri broytingum,
sum eru til frama fyri øllum
borgarum. Tað skuldi verið fleiri
valfundir enn teir 3 sum vanliga
eru, so krøvini til tey, sum bjóða
seg fram, eisini gjørdist størri.
- Í løtuni er bara ein kvinna
í býráðnum á Tvøroyri, með-
an Vágur hevur kvinnuligan
borgarstjóra og varaborgarstjóra.
Eg dugi ikki at síggja, at nakað
verður gjørt fyri at betra um
kvinnupolitisku støðuna, haldi,
at kvinnuligir politikarir hava
skyldu til at arbeiða eitt sindur
fyri vánaligu kvinnuumboðanini,
eitt nú skipað fyri onkrum
áhugaverdum skeiði, á onkran
hátt roynt at engagera kvinnur...
kanska eisini tikið stig til eitt
kjakforum. Hetta kunnu vit
kvinnur bara sjálvar finna útav,
er ofta svarið, men um so
var, høvdu vit havt eina aðra
støðu í dag! Tað má liggja
kommunalpolitikarum fremst
í huga, at menna og betra um
lokalsamfelagið. Tað er kanska
lættast at fáa kvinnur við í
arbeiði, sum minnir um tað
heimliga, at organisera og skipa
fyri túrum, eitt nú innan ítróttina.
Tað er ikki so lætt, tá tað kemur
til politik og annað, ið krevur
støðutakan alla tíðina. Hetta er
stórt spell, tí eg haldi, at kvinnur
ofta síggja stóra perspektivið,
og arbeiða út frá tí, og tað haldi
eg ofta manglar. Hvat orsøkin
er, er ilt at siga, kanska væntar
teimum stuðul heimanífrá og/ella
úti í nevndum og feløgum, eg
veit ikki. Men eg haldi, vit
eru seint á veg her suðuri, tá
hugsa verður um rollubýti, sum
enn heldur kvinnunum nokk so
tætt at grýtunum, tað veit eg
frá mær sjálvari. Lívið, sum tað
er her, krevur kanska ikki, at
kvinnurnar leysríva seg, tí hvat
skulu tær út til? Vit mangla
eitt forum fyri kvinnur, har
alt frá happing til spælipláss
sleppur á dagsskránna, har vit
frítt kunnu tosa (ikki keglast),
ein lopfjøl, til at lagt seg út í
samfelagsviðurskiftini og kanska
fari upp í politik.
Ferðavinna upplagt
felagsprojekt
Tað hevur verið nógv tos um
stagnatión og afturgongd her
suðuri. Menningarætlanin hjá
landstýrinum kemur á breddan av
og á, og viðhvørt hendir eitt og
annað óvæntað. Súnhild nevnir
toskaalingina í Hvalba, sum eitt
gott dømi, har roynt verður at
hugsa eitt sindur øðrvísi innan
fiskivinnu.
- Tað, sum vit hoyra mest
um á Tvøroyri í løtuni, eru
ætlanir um at byggja skúla,
svimjihøll/baðilandi, stadion v.m.
í Trongisvági. Og miðnámsskúli
og heilsuskúli skulu liggja í
Hovshaganum. Var tað heilt
burturvið, ístaðin at hugsa
sær eitt slag av heilsudepli við
svimjihøll/baðilandi og stadion í
Hovi, savnað byggingina, kanska
gjørt eitt eksperiment við eini
brennistøð eisini, so vit sluppu
undan at flyta ruskið norðureftir,
og so nýtt orkuna frá brenningini
til upphiting av bygningum.
Bara ein tanki, veit ikki, um
slíkt ber til, men eg haldi, at vit
skulu hugsa í orkusparandi og
alternativum byggiætlanum.
Eitt uppløgd felagsætlan fyri
oynna er ferðavinnan. Um vit
hugsa okkum ein heilsudepil í
Hovi, kunnu hagasmáttur eisini
vera ein partur av tí. Her kunnu
vit eisini byggja heimsins besta
tjaldingar- og campingpláss,
so vit veruliga kunnu bjóðað
útlendingum og føroyingum
bestu gistingarmøguleikar, ein
basa, hagani tey so leita sær
náttúruupplivingar kring oynna,
og í smærru bygdunum fáa innlit
í lív og mentan, meðan báðar tær
størru bygdirnar specialiseraðu
seg, á hvør sín hátt, við
forkunnugum matstovum,
framsýningum o.ø.
Tað vit síggja í dag er, at
privatpersónar og feløg, um
summarið, taka initiativ og vilja
betra um viðurskiftini fyri eini
ferðaoyggj. Skipað verður fyri
túrum á og rundanum oynna,
umborð á Smyrli verður borðreitt
við góðum mati og tónleiki o.s.fr.
Og umbyggingin av pakkhúsunum
hjá Thomsen verður eitt gott og
neyðugt íkast til ferðavinnuna.
Men samskipan og basalu tingini
mangla. Tað fysta ein ferðandi
vil hava greiðu á er, eitt stað at
búgva, og eitt stað at eta. Ikki
bara eitt hissini tjaldingarpláss
og okkurt í munnin, nei, vit mugu
bjóða tað besta vit kunnu, tí tann
ferðandi hevur so ómetaligir
nógvir møguleikar, leitar eftir tí
mest forkunnuga, og tað skulu vit
stremba eftir at finna. Harnæst
kemur so upplivingin. Ein stóran
part av hesum eiga vit, nevniliga
náttúruna, men tað er ikki nóg
mikið. Vit skulu hava eina langa
røð av upplivingum at bjóða, sum
bert fáast í lag við samstarvi og
góðari samskipan. Og vit mugu
taka tær royndir, sum verða
gjørdar, sum eitt boð um, at vilji
er til staðar her suðuri!