fríggjadagur 23. november 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 228 - 23. november 2007
Í øllum førum
europa-
meistarar
Tá stóra verkfallið í
2003 var sjey dagar
gamalt, gjørdi Gunn
ar Skúvadal í ÚF
eina samanbering av
støðuni í Føroyum
samanborið við
onnur lond. Kann
ingin staðfesti, at
Føroyar vóru europa
meistarar
Verkføll
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kanningin var gjørd í sam
band við at Politiken
skýrdi Danmark fyri at
vera evropameistarar í
verkfalli. Niðurstøðan var,
at Føroyar lógu framman
fyri Danmark.
Politiken skrivaði 30.
apríl hetta árið, at danir
vóru evropameistarar í at
vera í verkfalli. Tí heilir
462
arbeiðsdagar
fyri
hvørjar 1000 íbúgvar fóru
fyri skeyti tíðarskeiðið frá
1998 til 2002. Og hetta
gav dønum tann ivasama
heiðurin, at teir høvdu lagt
niður arbeiðið í fleiri dag
ar enn nakað annað land í
ES og tað heldur eisini
um vit rokna Noreg, Pól
land, Ungarn og Kekko
slovakia uppí.
Evropeiski Arbeiðsmar
knaðarstovnurin
EIRO
hevði gjørt samanberingina
fyri hesi fýra árini. Saman
bergingin vísir, at danir
eru nógv fremst á øðrum
plássi er Spania, har fóru
173
arbeiðsdagar
fyri
skeyti fyri hvørjar 1000
íbúgvar hetta sama tíðar
skreiðið.
ÚF kannar somu tøl fyri
Føroya, og tá tølini verða
faldað, løgd saman og síð
ani deild út á 1000 íbúgvar
sæst, at vit í Føroyum hava
mist gott og væl 6.000
arbeiðsdagar fyri hvørjar
1000 íbúgvar í eitt fýra ára
skeið. Og tað er væl meira,
fyri ikki at siga fleiri ferðir
meira, enn toppskorarin,
Danmark.
Hvalir fáa sendara
Seinastu tíðina hava grønlendskir veiðimenn og
lívfrøðingar sett gørn eftir hvíthvali og náhvali, sum
síðani hava fingið hvør sín sendara, áðrenn teir eru sleptir
avstaðaftur. Endamálið við merkingini er at fáa eina
ábending um, hvussu nógv er til av hesum hvalasløgunum
fram við grønlendsku strondini. Harumframt er ætlanin at
kanna, hvar hvíthvalur og náhvalur halda til um veturin,
og hvussu veðurlagsbroytingarnar fara at ávirka hvalin.
Stóra bretska blaðið
hevur gjørt ein lista
yvir nøkur av verðins
stórstu verkføll. Five
Heavyweight Strikes
nevnist greinin, og
har eru Føroyar
komnar í part saman
við Suðurafrika,
Guinea, Columbia og
Zimbabwe
Verkføll
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Føroysk børn kundu ikki
fara í skúla, tí skúlarnir
vóru so skitnir, at vandi var
fyri smittu. Eingir almennir
bygningar vórðu vaskaðir,
einki bensin var til keyps,
og á leið ein triðingur av
arbeiðandi
føroyungum
vóru í verkfalli í fýra vikur.
Henda støðumyndin av
Føroyum í 2003 er orsøkin
til, at Føroyar eru komnar á
ein almennan hitlista í
stórsta sunnudagsblaðnum
í Bretlandi, The Sunday
Times. Her eru vit komin í
fínt selskap saman við
Suðurafrika, Guinea, Col
umbia og Zimbabwe
Í seinastu viku vóru leik
rithøvundar í Hollywood í
verkfalli, og hetta fekk
nógv spaltupláss í miðlum
kring allan heim. Fronsku
verkføllini enda eisini sum
forsíðustoff um allan heim,
men – staðfestir Sunday
Times – tað eru eisini onnur
minst líka stór og umfatandi
verkføll aðrastaðni í heim
inum. Blaðið hevur tí gjørt
ein hitlista, og har hitta
Føroyar.
Stórstu og blóðigastu
verkføllini
Um hitlistan verður sagt, at
hetta eru tey stórstu og blóð
igastu verkføllini í verðini.
Í Zimbabwe vóru komm
unulæknar í verkfalli sein
asta ár, har teir kravdu eina
lønarhækkan á 8000 pros
ent. Hetta ljóðar himmal
høgt, men inflatiónin í land
inum var yvir 1000 prosent.
Tá ein hálv millión kolumbi
anarar fóru í verkfall í 1998,
setti nýggi forsetin í land
inum herðin inn, og tað
endaði við blóðbaði.
Í Guinea mótmæltu fólk
um inflatión, vatnmangul
og arbeiðsloysi við at fara í
verkfall í januar í ár. Hetta
endaði í gøtubardaga og 59
deyðsføllum. Og í summar
var stórsta verkfallið í Suð
urafrika, síðani apartheid
varð avtikið.
Føroysku
verkføllini
kunnu tykast lítil og friðar
lig í mun til hini á listanum,
men av tí at landið er so
lítið, fáa tey stórar avleiðing
ar og kunnu leggja alt landið
lamið. Tí hava vit fingið
heiðurspláss á listanum.
Heimsmeistarar
í serklassa
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum, sigur, at
henda greinin als ikki
undrar seg. Í verkfallinum
í 2003 var ein kanning
gjørd, har føroysk verkføll
vóru samanborin við tey
donsku, og har niðurstøðan
var, at Føroyar er verkfalls
meistarar.
Tað er eingin ivi um at
hyggja vit at Europa, so
hava vit álvarsamar trupul
leikar. Og hóast verkføllini
vóru fleiri fyri nøkrum
árum síðani, so er hugburð
urin ikki broyttur, heldur
Jan Mortensen og vísir til
verkfallið í føroyska banka
sektorinum í ár.
Einki bankaverkfall hev
ur nakrantíð verið í Dan
mark, og sum vítt sum eg
veit, so er hetta heldur ong
antíð
hent
í
Europa
nakrantíð.
Stjórin í Vinnuhúsinum
vísir til, at amboðini til sam
ráðingar á arbeiðsmarknað
inum ikki eru broytt. Sem
ingslógin er frá 1928 og er
ongantíð broytt. Í granna
londum okkara fingu tey
sterk amboð fyri hundrað
árum síðani, tí tey høvdu
stórar trupulleikar við verk
føllum, men hetta hava vit
ongantíð fingið.
Spurdur um føroyska plas
eringin millum triðaheims
lond ikki kann siga nakað
um vánaligu umstøðurnar
hjá føroyskum arbeiðsfólki,
sigur Jan Mortensen, at tað
heldur hann avgjørt ikki.
Tá eg hyggi út gjøgnum
vindeyga, havi eg ringt við
at síggja tað samanberinga,
sigur hann.
Sosialurin hevur roynt at
fingið viðmerking frá Sam
tak,
men
samskiparin,
Sonja Jógvansdóttir, var
ikki at hitta.
Føroyar á heims-hitlista
yvir verkføll
Lisa Kudrow frá kendu røðini Friends luttók í verkfalli í
Hollywood í seinastu viku. Hetta hevur fingið bretska blaðið,
Sunday Times, at gera ein hitlista yvir heimsins stórstu
verkføll. Og Føroyar hava fingið heiðurspláss